týsdagur 2. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Føroyar eiga - sum
kend fiskivinnutjóð
- so avgjørt at hýsa
einari framsýning
fyri fyritøkur í altjóða
fiskiídnaðinum,
halda fyriskipararnir
aftanfyri Fish Expo
Faroes, ið verður í
Havn komandi vár
Framsýning
Edmund Jacobsen
edmund@pressecentrum.dk
Tað er ikki innan nógv øki,
at Føroyar kunnu sigast at
verða miðdepil. Men tá ið
tað snýr seg um fiskivinnu,
eru Føroyar ein lutfalsliga
vælkendur prikkur á heims
kortinum. Og ein fiskivinnu
tjóð við virðing fyri sær
sjálvari eigur eisini at hýsa
einari framsýning um fiski
vinnu.
Tað er við hesum í huga,
at Petur Mohr Reinert, stjóri
á
framsýningafyritøkuni
Xpro, hevur avgjørt at
standa á odda fyri Fish
Expo Faroes, ið verður hild
in í døgunum frá 27. til 29.
mai 2009. Talan er um eina
spildurnýggja framsýning,
ið vendir sær mótvegis
bæði føroyskum og útlendsk
um aktørum innan fiskiídn
að á landi og sjógvi.
Føroyar eru fjarskotnar,
og tað kostar at ferðast her
til. Men satt at siga liggja
vit væl fyri til at halda tiltøk
um fiskivinnu, tí vit liggja
á leið miðskeiðis ímillum
tær týdningarmestu fiski
vinnutjóðirnar í Norður
evropa. Her liggur væl fyri
hjá fólki úr eitt nú Íslandi
og Grønlandi at hitta sam
starvsfelagar og kundar úr
Norra og Danmark. Sam
stundis hevur Havnin teir
hentleikar, ið eiga at verða
tøkir undir einari slíkari
framsýning,
sigur
Petur
Mohr Reinert.
Krevjandi verkætlan
Hóast Fish Expo Faroes á
mangan hátta minnir um
North Atlantic Fish Fair, so
leggur Petur Mohr Reinert
dent á, at talan er um eina
heilt nýggja ráðstevnu við
nýggjum
fyriskiparum.
Xpro hevur høvuðsábyrgd
ina fyri tiltakinum, men eis
ini Ikon (fyrrverandi Petur
og Petur) og Sendistovan
eru við í samstarvinum um
ráðstevnuna.
At skipa fyri slíkum til
tøkum krevur nógva tíð,
orku og pening. Tað er heilt
avgerandi, at fyriskipanin er
á hædd við tað, sum í dag er
standard í grannalondunum.
Sendistovan, Ikon og Xpro
hava royndir frá ráðstevnum
bæði sum fyriskiparar og
sum luttakandi, sigur Petur
Mohr Reinert.
Málbólkurin
hjá
Fish
Expo Faroes eru fyrst og
fremst fyritøkur, ið antin
framleiða ella selja útgerð
til fiski og alivinnu. Afturat
hesum fyritøkum koma so
útflytarar og onnur, sum á
ein ella annan hátt hava til
knýtið
til
fiskiídnaðin.
Xpro hevur sum mál, at stív
liga 50 prosent av framsýn
arunum
skulu
verða
útlendskir.
Petur Mohr Reinert greið
ir frá, at dentur verður lagd
ur á høga góðsku, og av
somu orsøk verður ansað
eftir, at fyritøkur uttan til
knýtið til fiskivinnu verða
ov nógvar í talið.
Ein slík framsýning er
tað upplagda staðið til net
verkan. Og tað hendir seg
ofta, at lutfalsliga stórir
keypssáttmálar verða undir
skrivaðir á slíkum stevnum,
sigur Petur Mohr Reinert.
Vænta nógv vitjandi
Fish Expo Faroes verður
hildin í tveimum ovurstórum
tjaldum á ítrottarøkinum í
Gundadali. Og Petur Mohr
Reinert vónar, at málið um
300 framsýnarar og millum
10.000 og 12.000 vitjandi
kann røkkast.
Vit kunnu sjálvand
vænta, at tann kreppan, sum
beint nú byrjar at gera um
seg, fer at ávirka Fish Expo
Faroes.
Hinvegin
hevur
fiskiídnaðurin ein størri
tørv á innovativum loysnum
enn nakrantíð áður. Serstak
liga tá ið tað snýr seg um
umhvørvi, orkunýtslu og
burðardygd. Vit fara at
bjóða uppá fleiri fyrilestrar
um hesi evni á ráðstevnuni
sum verður hildin í samband
við framsýningina bæði
við føroyskum og útlendsk
um fyrilestrahaldarum, sig
ur Petur Mohr Reinert.
Beint nú verður arbeitt
við fullari ferð við at markn
aðarføra
framsýningina
uttanlands.
Skráin fyri framsýningina er løgd
27. mai 10:00
Framsýningin verður sett av
Heðini Mortensen, borgarstjóra
10:30
Framsýningin letur upp
13:00
VIP lounge letur upp
16:00
Ráðstevna
17:00
Framsýningin letur aftur
28. mai 09:00
Ráðstevna
10:00
Framsýningin letur upp
VIP lounge letur upp
16:00
Conference in Listaskálin.
17:00
Framsýningin letur aftur
19:00
Veitsla
29. mai 09:00
Ráðstevna
10:00
Framsýningin letur upp
VIP lounge letur upp
16:00
Framsýningin endar
Fish Expo Faroes er fyri evropeisku fiskivinnuna
Petur Mohr Reinert