týsdagur 2. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 232 - 2. desember 2008
Tað tók Eik Banka
(Føroya Sparikassa)
174 ár at fáa sær deild
í Klaksvík, men klaks
víkingar hava tikið
væl ímóti tí gamla
peningastovninum
Nýggjur
bygNiNgur
Jan Müller/Árni Joensen
Tað var tann tíð, tá teir trígg
ir
sparikassarnir
høvdu
hvør sín part av landinum,
og tá bankar og sparikassar
høvdu at kalla hvør sítt virk
isøki. Men soleiðis er ikki í
dag. Nú kann eitt viðskifta
fólk fara í ein og hvønn pen
ingastovn,
sama
hvørji
ørindini eru, segði Bjarni
Olsen, stjóri í Eik Bankaá
samkomu í nýggju hølun
um, sum bankin flutti í
Klaksvík í gjár.
Bjarni Olsen helt, at tað
kann tykjast løgið, at tað
gingu næstan 174 ár, frá tí
at Eik Banki bleiv stovnaður
sum Færøe Amts Sparekasse
í 1832, til hann lat sína
fyrstu deild upp í Klaksvík
í 2006. Tað var júst 50 ár
eftir, at sparikassin hevði
latið upp deild í Vestmanna
sum ta fyrstu uttan fyri høv
uðsstaðin. 10 ár seinni kom
tann í Runavík, og tey
næstu árini ein rúgva aftur
at. Men Klaksvík var ikki á
skránni.Men tá so politikar
arnir gjørdu av at gera und
irsjóvartunnil um Leirvíks
fjørð, kom vend í. Semja
var um at lata deild upp í
Klaksvík um tað mundið, tá
tunnilin bleiv tikin í nýtslu,
og tann 20. februar í 2006
byrjaði Eik Banki í leigað
um hølum í Klaksvík. Góð
ar tveir mánaðir seinni bleiv
tunnilin
latin
upp
fyri
almenninginum.
Klaksvíkingar hava havt
sín egna sparikassa í mong
ár, og Bjarni Olsen nam eis
ini við virksemið hjá spari
køssunum. Hann segði, at
kappingin millum sparikass
arnar var sera lítil. Føroya
Sparikassi, Norðoya Spari
kassi og Suðuroyar Spari
kassi høvdu hvør sín part av
landinum. Hetta mynstur
varð ikki brotið, fyrr enn
Suðuroyar Sparikassi lat upp
deild í gongugøtuni í Havn,
og seinni fekk Norðoya Spari
kassi sær deildir í Havn og í
Runavík. Men hetta merkir
eisini, at nú er kappingin frí,
segði Eikstjórin.
So nú er ongin góð
mamma, tí vit kappast fult
út, kundunum bæði í Havn,
Saltangará, Klaksvík og ann
ars í øllum Føroyum at
gagni. Sjálvt um onkur í hes
um fíggjarligu døpru tíðum
fyri heimin setir spurnartek
in við, hvussu sunn fría
kappingin er, so ivist eg ikki
í, at kapping skal til fyri, at
vit sum borgarar og kundar
skulu fáa tær bestu og bílig
astu vørurnar og tænastur
nar, segði Bjarni Olsen.
Á røttum stað
Hóast Eik Banki ikki fekk
sær deild í Klaksvík fyrr
enn fyri hálvum øðrum ári
síðani, hevði stovnurin við
skiftafólk í Klaksvík og
Norðoyggjum, og sambært
Bjarna Olsen hevur Eik
Banki fingið fleiri nýggj
viðskiftafólk hesa stuttu tíð
ina í Klaksvík, enn roknað
varð við.
Tann fyrsti leiðarin hjá
Eik Banka í Klaksvík var
klaksvíkingurin
Eyðun
Mørkøre, og eftir tilmæli
frá honum bleiv avgjørt at
keypa bygningin, sum í síni
tíð hýsti bakarínum hjá
Haldor Holm. Tað var tó
ikki sjálvur bygningurin,
sum hevði áhuga, men held
ur staðið, sum hann stóð á.
Tí bleiv tað gamla bakaríið
brotið niður, og í gjár flutti
starvsfólkið hjá Eik Banka
so í ein spildurnýggjan og
sera snotiligan bygning í
sjálvum hjartanum í Klaks
vík. Bjarni Olsen ásannaði
í røðu síni, at onkuir ivaleyst
heldur, at tað var skeivt at
bróita tann gamla bygningin
niður, men hann hel t, at
tann nýggi bygningurin er
eitt prýði í Klaksvík.
Eyðun Mørkøre arbeiðir
ikki í Eik Banka longur, og
leiðari á nýggju deildini í
Klaksvík er Hilmar Sam
Lamhauge av Glyvrum. Aft
urat sær hevur hann seks
kvinnur. Sambært stjóranum
Undirsjóvartunnilin gjørdi hol í sjógvin
Góður túrur
Íslendski frystitrolarin Guðmundur í Nesi, sum er skrásett
ur í Reykjavík, hevur gjørt ein góðan túr. Morgunblaðið
skrivar, at trolarin hevur landað 400 tons av einum túri,
sum vardi 24 dagar. Guðmundur í Nesi hevði roynt á einari
leið millum Ísland og Grønland, og meginparturin av last
ini var svartkalvi, sum er seld til ymsar marknaðir í Asia.
Sambært Morgunblaðnum landaði trolarin fyri 237 milli
ónir íslendskar krónur, sum svarar til á leið 12 milliónir
krónur í okkara pengum.
Reiðaríið Brim eigur trolaran Guðmund í Nesi
Mynd. Morgunblaðið
Eitt prýði fyri Klaksvíkina,
segði Steinbjørn Jacobsen
Mynd: Dávur Winther
Høvdingar hittast. Stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, ynskir Bjarna Olsen, Eik-stjóra, tillukku við nýggja bygninginum
Mynd: Jan Müller