týsdagur 2. desember 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 232 - 2. desember 2008
Fríggjadagin 28.
november vóru 30 ár
liðin, síðan fyritøkan
KJ Hydraulik varð
sett á stovn. Í hesum
sambandi varð skipað
fyri móttøku á Kambs
dali, har nógv fólk var
til steðar
Tað serliga við hesi móttøku
var, at samstundis varð løgd
fram ein bók um fyritøkuna
og stovnaran av henni Kári
Johannesen, sum doyði í
bestu árum í 2001.
Tað, sum var enn meira
serstakt var, at bókin var
skrivað av konu hansara
Lillian í Lambanum. Tey,
sum vóru til móttøkuna,
fingu eitt eintak heim við
sær. Hetta gav eisini móttøk
uni ein serliga dám. Bókin
er 248 síður, og hon er ein
sera góð lýsing av einum
manni og hansara lívsverk.
Stjórin Ólavur A. Olsen
bjóðaði fólki vælkomið.
Lillian greiddi frá lívinum
saman við Kára og um virk
ið, sum hann bygdi upp.
Menn, sum høvdu orðið,
vóru Mortan, hjá Andreas,
Johannesen, Jón Eliassen,
Absalon
Absalonsen
og
Osmundur Justinussen. Allir
lýstu teir Kára sum ein
merkismann, bæði sum fak
maður og sum menniskja.
Hann var ein rættur snilling
ur innan maskinur og tekn
ikk, og hann fekk stórt sæð
alt at bera til. Hann eisini
sera dámligur maður.
Kári var føddur 2. juli
1949, sonur Nicolinu og
Viggo Johannesen, ættaður
av Hædd í Klaksvík.
Tað var tíðliga, at Kári
fekk áhuga fyri teknikki.
Hann
skrúvaði
motorar
sundur og setti teir saman
og fekk mangt at rigga, sum
kravdi tol og hegni. Eisini
kom í barnaárunum hansara
leiðaraevni til sjóndar.
Thorben beiggi Kára sig
ur frá tí sama. Tá ið pápin
fekk ein fýrataksmotor í
fýramannafarið, dugdi Kári
betri enn pápin at fáa hann
at rigga.
Farin úr skúlanum fekk
Kári í 1963 lærupláss á
smiðjuni Meka, har Esmar
Simonsen
var
meistari.
Hann fekk bronsjumedalju
fyri sveinaroyndina. Kári
fekk annars tað skoðsmál,
at hann var ein framúr
dugnaligur lærlingur, og
tað tíðliga sást, at hann skar
aði framúr.
Hann fór á maskinskúla í
Havn og fekk “føroyska
maskinprógvið.” Hann fór
tá sum 2. meistari við
trolaranum Ólav Halga, har
Jákup Oluf á Lakjuni var
skipari. Túrin eftir gjørdist
hann 1. meistari bert 21 ára
gam. Tá var hann eisini við
sínum hegni við til at bjarga
Ólav Halga undan eini van
lukku.
Síðan fór Kári sum meist
ari við ídnaðarskipinum
Koralfisk.
Tann 17. marts 1973 gift
ust tey bæði Kári og Lillian.
Hon er dóttir Jacobinu og
Solberg í Lambanum. Í
1974 fór Kári við nýggja
Polarfisk hjá sama reiðarí.
Men fyrst var tann avbjóð
ing, at skipasmiðjan var far
in á húsagang. Reiðaríið
leigaði hana at gera skipið
liðugt. Kári fekk sum upp
gávu at gera hydraulisku
skipanina lidna. Hettta var
eitt nýtt øki, men hetta evn
aði hann eisini til fulnar.
Í 1975 fór Kári aftur í
skúla og fekk maskinmeist
araprógv í 1976. Hann fór
tá at arbeiða á Skála Skipa
smiðju.
Byrjar sjálvur í
kjallaranum
Nú koma vit til 1978. Kári
hevði altíð havt hug til at fáa
sær egið virki, og hetta verð
ur nú verunleiki. Kjallarin í
húsum teirra gjørdist verk
staður.
Fyrsta
uppgávan
gjørdist at taka sær av tí
tekniska á skipunum hjá
Osmundi Justinussen. Kári
fekk tá eisini eykaluta
goymslu og tænastur fyri
Rapp, sum er ein norsk verk
smiðja, sum selur hydraul
iska deksútgerð til fiski
skip.
Tað var skjótt, at Kári
fekk ov mikið at gera einsa
mallur. Fyrsta starvsfólkið
gjørdist Jón Eliasen úr Lor
vík, sum framvegis er í
starvi á deildini í Havn.
Lillian kom at taka sær
av bókhaldinum. Framvegis
var hetta strævið. Neyðugt
var altíð at vera tøkur, tá ið
brúk var fyri teimum. Hetta
var ofta eisini um næturnar.
Í 1981 varð aftur brúk fyri
at seta meira fólk. Eftir eina
tíð fór Kári at seta lærlingar,
og í 1983 gjørdist Birgir
Hugur og Hegni:
Virðiligt minni um ein merkismann
Her er Lillian saman við Max Weihe, manninum og Bergur,
yngsta soninum
Nógv fólk vóru komið saman
Til Noregs at arbeiða
Veksandi arbeiðsloysi í Svøríki hevur fingið nógvar sviar
at leita sær um norska markið eftir arbeiði. Svenska
arbeiðsloysið er 5,7 prosent, men í fleiri av teimum
minnu býunum er at kalla einki arbeiði til ungfólk, sum
ikki hava nakra fakliga útbúgving. Tað ger, at fleiri ungir
sviar eru farnir til Noregs at arbeiða, og sambært
Aftenposten stendur tað ikki á at fáa arbeiði har. Ein ung
kvinna sigur fyri blaðnum, at hon veit um 20 ungar sviar,
sum eru komnir til Oslo, og at øll hava fingið arbeiði har.
Virkið