Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2001 17 Jákup Mikkelsen skal aftur stríðast fyri at endurvinna sessin í Molde, meðan tað sær ljósari út hjá fleiri av hinum útisetunum Eftir at landskappingarnar kring Europa hava hildið frí í meiri enn eina viku, verður í vikuskiftinum av álvara farið undir aftur kappingarnar. Summa staðni – eitt nú í Danmark, Hollandi og Onglandi – eru teir ikki meiri enn farnir undir eitt nýtt kappingarár, meðan tað aðra staðni av álvara er farið at nærkast endaspurtunum. Her verður t. d. hugsað um Noreg. Felags fyri allar lands- liðsspælararnar er, at teim- um líkar sera væl at vera saman við landsliðsfeløg- unum. Teir hittust fyrra- partin hósdagin í síðstu viku, og teir skiltust miku- kvøldið. Sjey av spælar- unum fóru av aftur land- inum í fótbólts ørindum hósdagin. Tveir av lands- liðsmonnunum fara ikki at vera saman við landsliðs- feløgunum, tá leiðin um ein mánað gongur niður til Slovenia. Talan er um Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen, sum báðir fingu gult kort mikukvøld- ið og tískil eru leikbann- aðir. Aftur í eldin Í vikuskiftinum skulu feløgini hjá útisetunum aftur spæla landskapp- ingardystir. Liðfelagarnir hava í smáar tvær vikur havt frí frá dystum. Tað vil siga, at teir eru ómóðir. Tað sigur seg sjálvt, at lands- liðsspælararnir eru moyrir, eftir at teir hava spælt tveir strævnar dystir í fýra dagar og hava búð saman við fleiri enn tjúgu øðrum í eina viku. Spurningurin er, um hetta fer at ávirka møguleikan hjá útisetunum at spæla. Eingin ivi er í, at Óli Johannesen verður aftastur, tá Hvidovre í morgin fær vitjan av gamla stórfelag- num í Odense, B1909. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru í tunga endanum á næstbestu deildini. Óli Johannesen er fullur í sjálvsáliti. Liðformaðurin á landsliðnum spældi miku- kvøldið 54. landsdystin. Harvið legði hann seg upp á síðuna á Allan Mørkøre, sum hevði dystarmetið einsamallur. Øssur Hansen hevur verið fastur maður hjá B93. Síðst skoraði hann, og hann legði upp til tvey onnur mál í 7–1 sigrinum á júst B1909. Í morgin fær B93 vitjan av Randers Freja, sum Atli Gregersen er sáttmálabundin at. Julian Johnsson hevur staðið seg sera væl í Hull. Kappingin um plássini har er ógvuliga stór, men tað man vera ivasamt, um tað ávirkar møguleikarnar hjá honum skeiva vegin, at hann hevur verið heima í landsliðsørindum. Í Ong- landi síggja feløgini ógvu- liga stórt í, at tey eiga landsliðsspælarar. Súni Olsen er farin aftur til Hollands. Hann er við at arbeiða seg inn á liðið í Zwolle. Higartil hevur hann spælt eitt sindur í øllum dystunum, og ivaleyst verð- ur hann eisini í viku- skiftinum á beinkinum fyrstu løtuna, men eingin ivast í, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn 20 ára gamli maðurin fer at vinna sær fast pláss á liðnum. Aftur á beinkin Johan B. Hansen hevur ikki spælt við besta liðnum hjá OB í ár, og útlitini eru ikki nakað serlig. Teir eru fleiri spælarar, sum kappast um trý pláss. Tíðliga í vár var Johan ímillum teir fyrst- valdu, men stutt undan fyrsta umfarinum í lands- kappingini varð hann skaddur, og síðani tá hevur hann verið í skugganum. Tað eru eingi útlit fyri, at hann verður á OB liðnum, sum í morgin fer at spæla í Parkini ímóti FCK. Todi Jónsson hevur ikki havt tað strevið seinastu vikurnar. Í vikuskiftinum høvdu teir í FCK frí, og vit hava skilt, at nú er Todi púra sloppin av við skaðan, sum hevur plágað. Eingin ivi tykist vera um, at Todi verður í FCK álopinum í morgin. Christian Høgni Jacob- sen er aftur í Esbjerg. Sambært Dimmalætting í vikuni, so er orsøkin til, at hann ikki er komin á besta liðið, at spæliloyvið fram- vegis er hjá NSÍ, sum vil hava pengar fyri at lata tað frá sær. Í Sosialinum varð fyrr í summar sagt, at NSÍ ongan góðkendar sáttmála hevði við Christian Høgna. Søgan er eitt sindur fløkt, men kanska venda vit aftur til hana. Niðurteljingin Hjá Jákupi Mikkelsen tyk- ist tað sum um steðgurin í Molde ikki verður langur. Sáttmálaskeiðið verður liðugt síðst í oktober. Jákup skal spæla á besta liðnum fyri at hava møguleika at vísa, at tað er dugur í hon- um. Tað hevur hann ikki gjørt tær seinastu vikurnar. Hann misti plássið, tá hann kom aftur av landsliðsferð í Jugoslavia. Tí eru tað kanska ikki serliga góðar vánir fyri, at hann fer at fáa plássið aftur, tá Molde í morgin í 21. umfarinum fær vitjan av Odd Green- land. Síðsta vikuskifti spældi Molde venjingardyst ímóti KIL, sum er í 3. deild. Molde var á útivølli, og teir vunnu 4–0. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Knut Lillebakk vardi málið hjá Molde. jh Aftur í gerandisdagin Avgerandi løta fyri báðar partar Í morgin verður dyst- ir í Hvalba í .3 deild sum verður rættiliga avgerandi fyri, hvør vinnur rættin at spæla í 2. deild kom- andi kappingarár 3. DEILD Áki Bertholdsen Landskappingin í fótbólti er farin at halla og nú eru eisini tær avgerandi løtur- nar fyri upp- og niðurflyt- ing ímillum tær ymsu deildirnar farnar at nærk- ast. Í triðju deild verður ein dystur í Hvalba í morgin, sum verður rættiliga avger- andi fyri, hvør vinnur rættin til at spæla í 2. deild komandi kappingarár Tað verður, tá ið tey bæði oddaliðini í 3. deild, Royn og VB, hittast á grasinum í Hvalba í morgin klokkan 14.30. Í løtuni er VB á odda í 3. deild við 39 stigum, men beint í hølunum á teimum er Royn við 38 stigum. Hetta eru try bæði ein- astu liðini, sum hava møgu- leika at gera seg galdandi í uppflytingarstríðnum í ár, tí tey næstu liðini liggja langt aftanfyri. Akkurát, hvussu langt aftanfyri tey eru, er ikki til at siga, tí tað vísur seg at vera ómetaliga trupult at fáa hagtøl til vega fyri 3. deild. Men tað er greitt, at liðið, sum er nummar trý, er minst 10 stig aftanfyri Royn. Dysturin í morgin er tann triðseinasti í kappingini og vinnur VB, verða teir so- statt fýra stig frammanfyri Royn, tá ið bara tveir dystir verða eftir og tað skal tí rættiliga nógv til, skal uppflytingin gleppa teim- um av hondum. Aftaná dystin í morgin hevur VB tveir heimadystir eftir. Vinnur Roynd hinvegin, eru teir tvey stig framman- fyri VB áðrenn teir báðar seinastu dystirnar, men Royn hevur teir truplaru dystirnar eftir, tí báðir eru teir útidystir. Men í øllum førum ber til at siga, at so hava teir lagnuna í egnum hondum og tað ber neyvan til at kæra seg um tað. Tað skilst, at Royn vænt- ar nógv fólk at hyggja at dystinum. Teir fara eisini at gera okkurt serligt burturúr, m.a. fara teir at burturluta ein veðr, nátungar og soda- vatnskassa. Eisini verður kakutombila í Roynhøllini. Súni Olsen er farin aftur til Hollands. Hann er við at arbeiða seg inn á liðið í Zwolle Todi Jónsson hevur ikki havt tað strevið seinastu vikurnar. Nú verður spennandi, um hann fer at skora 17 16 Nr. 173 - 8. september 2001 Men tað verður torført ímóti EB/Streymi, sum í vikuskiftinum vann sannførandi á GÍ Klaksvíkingar fara í morgin norður á Mølina á Eiði. Har bíðar EB/Streymur, sum so dyggiliga forpurraði fót- bóltshýrin á norðoyar- stevnu. Ta ferðina tapti KÍ 4–0. Jón Sigurð Gleðis- heygg skoraði tvær ferðir og Soran Anghel og Eyð- finn Joensen skoraðu hvør sítt. Tá varð sagt, at útiliðið hevði fleiri møguleikar at fáa okkurt málið afturat, heldur enn at KÍ hevði møguleika at minka um munin, sjálvt um klaksvík- ingarnir høvdu bóltin nógv. Hjá EB/Streymi stendur væl til. Hesa ferð er kortini unglingaspælarin Jóhan á Stongunum, sum hevur ver- ið eitt sindur við á besta liðnum, leikbannaður. Ann- ars hava teir bara havt tvey leikbann í ár – Sorin Anghel og Knút Vesturtún. Burtursæð frá unga manninum, so eru allir spælararnir tøkir hjá EB/ Streymi, og so verður spennandi at síggja, um Gunnar á Steig og Andrzey Pacek enn eina ferð fara at megna at halda tætt ímóti klaksvíkingum. At EB/Streymur er væl fyri, sást m. a., tá teir á heimavølli megnaðu 1–1 í landskappingardysti ímóti GÍ. Fríggjakvøldið í síðstu viku var EB/Streymur í Gøtu og spældi venjingar- dyst, og teir fóru norður aftur við 4–0 sigri í við- førinum. Hvørki av lið- unum hevði allar teir føstu spælararnar við tað kvøld- ið, men tað er ikki á hvørj- um ári, at gøtumenn tapa so nógv á heimavølli. Ikki nógv ferð Hjá KÍ hevur venjingin ikki verið heilt reglulig seinastu dagarnar. Tríggir spælarar hava verið burturfrá. Kurt Mørkøre og Hjalgrím Elttør hava verið á landsliðnum, og Alexander Djordjevic hevur verið heima í Jugoslavia. Hann skuldi koma aftur í dag. Mikukvøldið vóru ung- lingarnir í Gundadali og spældu ímóti HB, sum vann heili 5–0. Harley Bertholdsen var burturstaddur seinast. Hann spældi í vikuskiftinum við 2. deild, og hann verður við á Eiði. Tað verður Jan Andreasen ikki, tí hann er leikbannaður. Allan Joensen hevur vant eitt sindur, men teir vistu ikki at siga í gjár, um hann verður í ferðalagnum um Leirvíksfjørð í morgin. jh Tveir av gøtumonnunum koma úr Danmark fyri at vera við í stríðnum at varðveita FM møguleikan Gøtumenn skulu til Mið- vágs í morgin. Eingin nýtist at siga teimum, at tað verður torført. Hagtølini siga, at teir hava altíð havt trupult at fáa fulla úrtøku vestanfyri, og FS Vágar vísti ímóti B36, at teir eru førir fyri at spæla upp ímóti teimum bestu. Felags fyri teir í GÍ og FS Vágum er tað, at teir iðra seg um, at FSV ikki megnaði at fáa stig burturúr ímóti FSV. Flúgvandi Hjá GÍ tykist tað vera greitt, at Sámal Joensen ikki fer at spæla nakað serligt afturat í ár. Tað er ein ógvuliga dyggur smeit- ur. Áslakur R. Petersen var leikbannaður seinast. Hann er tøkur aftur og verður við í Vágum. GÍ hevur onkuntíð átt einar fýra landsliðsspæl- arar. Í løtuni eiga teir ongan. Men kortini hava teir saknað tveir spælarar seinastu vikurnar. Poul Ennigarð er framvegis á skúla í Danmark, og tvær tær seinastu vikurnar hevur Henning Jarnskor eisini verið í Danmark. Felags fyri teir báðar er, at teir koma heim at hjálpa til í Vágum í morgin. Alt fólkið tókt Í Vágum eru teir so væl fyri við fólki, sum teir kunnu vera. Kim Poulsen er komin fyri seg aftur, men tað er ivasamt, um hann fer at spæla. Jack Johansen var skaddur seinast. Hann verður við aftur í morgin. Í gjár vistu teir ikki at siga, um Torkil Nielsen, sum ikki venur nakað serligt, enn eina ferð verður á beinkinum. Í Vágum vilja teir fegnir hava næstbesta liðið upp í 3. deild. Teir eru komnir í hálvfinaluna í 4. deild, og har kann Torkil gera stóra nyttu. Og so er spurningurin, um 19 ára gamli Jákup Joensen aftur hesa ferð skal hava týdningarmiklan leik- lut. Ímóti B36 hevði hann heilt stutt tjóður á John Petersen. Um ungi maðurin og tjóðrið skulu brúkast í morgin, so verður tað ivaleyst Magni Jarnskor, sum fer at standa fyri skotunum, men tað vildu teir í Vágum einki siga um. jh KÍ skal seta byrðina av sær Vágamenn aftur upp á spæl Hjalgrím Eltør er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum hjá KÍ Um gøtumenn skulu gera sær nakra vón um at vinna meistaraheitið í ár, skulu teir vinna á FS-Vágum C M Y K 16 Kemilux industri P/F, sum varð stovnað í 1965, er ein fyritøka í menning.Fyritøkan framleiðir sápuúrdráttir og umboðar harum- framt ymiska reingerðarútgerð og kemisk evnir og hevur 11 fólk í starvi. Felagið, ið selir vørur innanlanda og uttanlanda, arbeiðir í løtuni við at menna søluna á heimamarknaðinum og søkir í tí sambandi eftir Sølufólki at byrja 1. oktober 2001. Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður fyribils sett fyri eitt hálvt ár, ið verður at roknað sum ein roynd- artíð. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og snýr seg í høvuðsheitum at selja okkara vørur til heima- marknaðin t.v.s. skip, bátar, virkir og stovnar runt um í landinum. Tú kemur saman við sølustjóranum og øðrum sølu- fólki at leggja arbeiði til rættis, soleiðis at okkara vælvirkandi søludeild kann mennast. Førleikakrøv: Vit vænta at tú hevur royndir innan søluarbeiði og at tú dugir at nýta tey mest vanligu telduforritini. Sum persónur vænta vit at tú ert ágrýtin og dugur at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú hevur góð sam- starvsevnir. Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 24. september 2001, og verða at senda til: Mykinesgøta 1 Box 1231 FO 110 Tórshavn