Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 173 - 8. september 2001 Nr. 173 - 8. september 2001 19 C M Y K Hávaræðslan hevur aftur rakt Amerika. Fjølmiðlarnir hava sett kikaran á hávarnar aftan á fleiri meldingar um háva- álop á menniskju seinastu vikurnar. Tað er serliga í Florida, at fólk vera álopin. 50 álop er skrásett síðani januar 2000 Niclas Johannesen Seinasta søgan, sum rættiliga festi eld í hávaræðsluna eru tíðindina um átta ára gamla Jessie Arbogast frá Florida, sum var álopin meðan hann svam í sjónum nær inn at strondini (les meira um tað aðrastaðni). Í kjalarvørrinum á Jessie komu søgur um hávaálop - ella tað, sum fólk hildu vera hávaálop - fram í hópatali í USA. 15. Juli var ein surfari bitin í beinið av einum hávi - eftir øllum at døma ikki so langt av leiðini, har Jessie var bitin. Dagin eftir var ein annar surfari álopin í San Diego. Í New York var ein lívvakt álopin av hávi og á Hawaii jagstraði ein fýra metur stórur hávur lokalar spjótfiskarar. CNN og aðrar sjónvarpsrásir sendu tíðindalið út til strendurnar, har teir sendu »live« frá sólgyltu feriustøð- unum. Serfrøðing- arnir mæla fólki til at sláa kalt vatn í blóðið. Teir vísa á at í ár 2000 vóru bert tíggju fólk dripin av hávaálopum. Teir geva eisini ráð til fólk ikki at svimja í skýming, tí tað er tá, at hávarnir leita eftir føði. Fleiri álop Álop frá hávum á menniskju eru økt seinastu árini. Men hóast alla ræðsluna, sum søgur um hávaálop geva, so eru tølini framvegis mikroskopisk, samanborin við aðrar vandar. Í fjør vóru úó óprovokerað álop, samanboriðið við 58 í 1999 og 54 árið fyri. Hesi tølini eru fyri allan heimin. Men kortini henda nógv tann størsti parturin - tveir triðingar - av álopunum í USA. Time Magasin staðfestir, at orsøkin helst er tann einafalda, at onga aðrastaðni í heiminum dusa so nógv fólk sær í sjónum sum í USA, serliga Florida. Milliónir av ferðafólki vitja, og strendurnar eru enda- leysar. Og so eru tað tey, sum vísa á, at mennsikju er nógv vandafullari fyri hávar, sum ofta enda sum fiskasúpan ella heilivágur. Har- aftrat doyggja á hvørjum ári hundrað milliónir hávar í gørnum. Í California er bert eitt hávaálop fyri hvørja millión av surf-døgum. Vandin fyri at verða raktur av snarljósinum er 30 ferðirnar størri enn at vera álopin av einum hávi. Sambært nakrar australskar granskarar so krevja illa leidd, elektrisk, jólatrøð fleiri mannalív enn hávar. Og besti vinur menniskjanna - hundurin - býta fleiri túsund ferðirnar fleiri menniskju enn hávar gera. Sannleikin er, at hávar dáma slettis ikki menniskju. Sum føði, altso. Meldingar siga, at teir vanligvís spýta útaftur, tá teirr smakka mannakjøt. Sostatt eru álopini, sum oftast ein misskiljing, har hávurin helt, at tað, sum svam í nánd var ein leskiligur kópur ella onkur størri fiskur. Trupulleikin er, sjálvsagt, at eitt bit kemur frá einum kjafti, sum er upp til ein metur til víddar og er fyltur við hundraðvís av knívskørpum tonnum. Ræðslusøgur Men mytan um hávar livir framvegis sterk. Tí teir lúra í tí stóra, myrka dýpinum, og tá tað snýr seg um útsjónd, so síggja teir ikki akkurát vinsælir út. Bókin hjá rithøvundanum Peter Benchley - Jaws - gjørdist ein heimsumfatandi stórfilmur við filmskaparanum Steven Spielberg aftan fyri upptøkutólini. Í farnu viku staðfesti Peter Benchley við Time Magazin, at nú á døgum hevði hann slettis ikki kunna skrivað hesa ræðslu- søguna. Nú veit hann meira um hávar. Niðurstøðan er, at hávar eru ikki so demoniskir, sum fólk hava gjørt teir til. »Eg plagdi at trúgva, at stóru hvítu hávarnir tilætlað løgdu á menniskju. Nú vita vit, at álop á menniskju í næstan øllum førum eru misttøk« Lívfrøðimaðurin Dr. Robert Lea sigur við Time, at hann fyrr plagdi at kalla tað fyri »hávaálop«. »Nú kalli eg tað tilburðir«, sigur hann. Granskarar hava eisini í fleiri ár roynt at finna fram til atferðir hjá hávunum. Við fylgisveinaútgerð eru granskarar vorðnir klókari. Nú vita teir, at tann stóri hvíti hávurin syrgir fyri at hava heitari blóð enn hitin er í sjónum, har hann ferðast. Teir vita eisini, at tigarahávar venda ikki aftur til eitt stað, har teir ávur hava funnið sá føði. Og tað er eisini greitt, at »bulls-hávar« innihalda størstu mongdina av testerone, sum er máld í nøkrum skapningi, tað veri seg á landi ella sjógvi. Allir eta ymiskt, hava ymiska atferð og loypa á á ymsar hættir. Millum heimsins elstu Kanningar vísa eisini, at hávar, sum vera mettir at vera millum heimsins elstu djór, kunnu føla elektriskar broytingar heilt niður í nakað so vitleysa smábýtt sum fimm milliardintapartar av einum volti. Teir brúka hesi evnini til at veiða eftir føði undir sandinum, og teir navigera eftir magnetisku feltunum í jørðini. The great white gerst onkuntíðina longri enn seks metrar og kann viga upp til 1,íøø kilo. Hávarnir,sum serliga ferðast í einum trýkantsøki á 1ýø kilometrar út fyri California kallað The Red Triangle er serliga grammir eftir kópi. Teira livrakapasitetur metstórur og teir kunnu goyma upp á orku, soleiðis at teimum ikki nýtist at eta í mánaðavís. Enn hevur ongin sæð the great white parast, men nakrir lívfrøðingar hugsa seg fram til, at hávarnir søkja niður í dýpið at parast - aftan á at teir hava etið dúgliga niðurfyri. Hóast loynidómar enn eru tengdir at hávunum so hava granskarar við hjálp av fylgisveinaútgerð funnið fram til, at hávar kunnu ferðast túsundvís av kilometrum upp um árið. Ein merktur hávur í Avstralia var skrásettur at hava ferðast 3000 kilometrar framvið strondunum har á leið. Fyri menniskju er the great white tann mest vandamikli av øllum hávum. Síðani 1íúý skrásett tilsamans 254 óprovokeraði álop á menniskju. ýú teirra vóru drepandi. Sum oftast býta teir bara einaferð. Gransk- arar eru ikki heilt vísir, men teir flestu halda, at hávarnir skjótt sansa, at teir ikki hava bitið í ein spikríkan kóp, sum teimum dáma so væl, so teir spýta út áftur alt fyri eitt, um tað er eitt menniskjað. Eygleiðarar, sum hava fylgt við the great white við Farallons Oyggjunum vestan fyri San Francisco halda seg vita, hví hávar mistaka menniskju fyri at vera kópar. Tað vísir seg nevniliga, at ein stórur meiriluti av hávum, sum loypa á menniskju er í støddini 245 til 3ý5 cim - tað vil siga, lítið royndir unglingar, sum eru í ferð við at broyta matvanar frá fiski til kóp. »Teir læra seg ein nýggjan veiðihátt og kunnu mistaka surfarar fyri kópar«, sigur biologurin Peter Pyle. Størri og meira royndir hávarnir gerast, betri eru teir eisini í stand til at kenna mun a kópi og menn- iskja. Tað gjørdist ein av høvuðssøgunum í USA, tá átta ára gamli Jessie Arbogast bleiv álopin av hávi - bert fimm metrar úr landi 6. juli Niclas Johannesen Tað var í skýmingini tann 6. Juli í ár, at átta ára gamli Jessie Ar- bogast stuttleikaði sær óført á strondini í Pensacola, Florida. Ald- urnar vóru lítlar, ikki hægri enn ein hálvan metur. Systir hansara og vinmaðurin vóru farin nógv longur út í sjógvin enn Jessie og hansara beiggjar, sum hildu seg heilt inn í móti strondini - bert fimm metrar úr landi. Brádliga føldi tann eini beiggin okkurt móti beininum, og Jessie sá skarpu finnurnar frá einum bull-hávi koma í móti sær. Hávurin høgdi eftir arminum hjá Jessie við sínum kjafti og beyt í somu vend eitt petti av lærinum. »Hann hevur meg!«, rópti Jessie. »Fá hann av mær! Fá hann av mær!« Móðurbróðurin Vance Flosenzier vendi sær móti skríggjandi børn- unum á sá ein rættlittan sjógv. Saman við einum øðrum manni rann hann til beins, har børnini vóru.Teir fingu fatur í hávinum - hann 235 cm langur og vigaði óø-kg - sum framvegis hevði tennirnar í arminum hjá Jessie. Teir royndu at hála, men hávurin vildi ikki sleppa. Vance, royndi síðani at hála hávin inn á land. Hetta eydnaðist eftir tógvið stríð hjá mammubeiggj- anum. Tey løgdu illa løstaða Jessie á sandin. »Hávur! Beiggi mín er bitin av einum hávi!«, rópti tann eini drongurin meðan hann rann oman eftir strondini. Fólk flokkaðust kring Jessie, sum lá líkbleikur á sandinum. Hann hevði mist nógv blóð, varr- arnar vóru hvítari enn andlitið og kroppurin. Eyguni vóru opin, men bara tað hvíta sást. Vance ringdi til alla ambulansutænastuna og bað um at fáa eina tyrlu eftir Jessie: »Høgri armur og høgra bein eru farin…púrasta…Hann hevur mist eina rúgvu av blóði…hann hevði ongan puls fyri einum minutti síðani…« Úr luftini sá mann- ingin umborð á ambu- lansu-tyrluni hávin liggja á sandinum. So skjótt teir komu fram sóu teir, at næstan alt blóðið var runnið úr kroppinum á Jessie - tað ringasta, sum kann henda undir sovorðnum trauma. Í slíkum førum yvirliva færri enn 1 prosent av offrunum. Ongin heilivágur kann hjálpa hjartanum. Meðan teir at kalla uttan vón framvegis royndu at fáa lív í Jessie, spurdi onkur hvar arm- urin var. Fólk fóru at leita, og funnu armin inni í kjaftinum á háv- inum. Men ikki fyrr enn hávurin hevði fingið fýra deyðilig revolvara- skot í seg, bar til at fara eftir arminum. Tá tyrlan lendi á sjúkrahúsinum við Jessie, var ein hálvur tími gingin, uttan blóð ella ilt til Jessie. Aftan á ein hálvan tíja við intensum arbeiðið frá stórum læknaliðið byrjaði hjarta aftur at sláa av sær sjálvum. Læknarnir skuldu nú taka støðu til, um rætt var at royna at fáa armin á aftur. Eftir at hava tingast aftur og fram í eina tíma, var gjørt av at royna. Royndin eydnað- ist. Men tað stóð fram- vegis um lív hjá Jessie. Og soleiðis var dagarnar aftan á álopið. Trettan dagar aftan á álopið, koyrdu foreldrini Jessie í ein rullustól og trillaðu við honum á intensivu deild. Jessie reagerar upp á pínustimulans og hansara eygu eru opin. Men hansara foreldur eru ikki vís í, at hann sær tey. Hóast tekin hava verið um smá framstig, so er tað ivasamt um Jessie nakrantíð vaknar upp at geva sína versjón av tí ferðini, tá ein smádrongur og ein hávur komu skeivt inn á hvønn annan. Kelda: Time, CNN Hávar í Florida: Álop á fólk vekja gamlan ótta Søgan um hávbitna Jessie Arbogast Sannleikin er, at hávar dáma slettis ikki menniskju. Sum føði, altso. Meldingar siga, at teir vanligvís spýta útaftur, tá teir smakka mannakjøt. C M Y K 19 18