Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 173 - 8. september 2001 Nr. 173 - 8. september 2001 21 Um vikuskiftið undirheldur danskur plátu- vendari gestunum á Platform. Talan er um Bad Wulf, sum fer serliga spælir tónleik úr áttatiárunum TÓNLEIKUR Pop.fo Aftur hetta vikuskiftið hevur dansistaðið Plat- form í Havn vitjan úr Danmark. Hesaferð er ikki talan um fólk úr nakrari sjón- varpsrøð, men hinvegin um Flemming Wuff, sum hevur drúgvar royndir sum plátuvend- ari. Tá hann er til arbeiðis á diskotekum, kallar hann seg Bad Wulf. Hann hevur vent plátur í 15 ár, og í 10 hevur hann verið professio- nellur. Í løtuni arbeiðir hann hjá felag, sum umboðar eina ørgrynnu av kendum tónleikarum og øðrum undirhalds- fólki. Bad Wulf leggur serligan dent á at spæla tónleik úr áttatiárunum. Hann var á Platform fríggjakvøldið og verð- ur aftur leygarkvøldið. Umstøðurnar í danska Lundgaard Studio eru betri, enn Clickhaze dugdi at ímynda sær framm- anundan. Dugnaligur bretskur produsari stendur á odda fyri upptøkunum hjá bólkinum TÓNLEIKUR Pop.fo Clickhaze hevur farnu vikuna notið gott av høvuðsvinninginum í Prix Føroyar tónleikakapping- ini. Bólkurin er sloppin í tað væl útgjørda Lundgaard Studio í Danmark, og har liggur væl fyri. - Umstøðurnar her eru nógv betri, enn vit høvdu ímyndað okkum. Studio er væl útgjørt, og vit hava ein sera dugnaligan tøkning. Hann er lærdur upp av sjálvum Alan Parson, so hann dugir tíni ting, sigur Jón Tyril úr Lundgaard Studio. Tøkningurin er breti og kallast David Hyatt. Clickhaze hevur tikið tveir sangir upp higartil. Tað eru Frozen Lullabye og Daylight. - Enn er ikki greitt, hvussu nógvar sangir aftur- at vit taka upp, tí tað veldst um, hvørt vit gera sangir- nar heilt lidnar her, ella taka grundina upp, og so gera teir lidnar í øðrum studio. Tað hava vit ikki gjørt av enn, sigur Jón Tyr- il, gittarspælari í Clickhaze. Stórtrívast Tað eru Mentamálastýrið og Norðurlandahúsið, sum hava syrgt fyri ferðini hjá Clickhaze til Danmarkar. - Eg vil takka Norður- landahúsinum og Fróða Vestergaard fyri ótrúliga góða hjálp í sambandi við ferðina hjá okkum, sigur Jón Tyril. Føroyingar eru ikki heilt ókendir í Lundgaard Stud- io. Taxi var millum annað í hesum studio og tók upp stakfløguna, sum kom út við einum fótbóltsblaði hjá Sosialinum fyri tveimum árum síðani. Clickhaze fór til Dan- mark fyrst í vikuni. Alt uppihaldið í Lundgaard Studio er goldið, og í hesum eru eisini roknaðar 3 máltíðir dagliga, meðan upptøkurnar fara fram. Umframt at taka upp í Lundgaard Studio, eru eisini umstøður, so bólkur- in kann búgva har. - Vit stórtrívast her, sigur ein væl nøgdur Jón Tyril. Gospelrockbólkurin er fjórðu vikuna á rað ovast á 15 teimum bestu. Clickhaze reyk út eftir einari viku við teirra nýggja sangi á listanum TÓNLEIKUR Pop.fo I AM hevur aftur hesa vikuna verið nummar1 á 15 teimum bestu, sum er hitlistin hjá Útvarpinum. Vakri sangurin, Friðsæla stund, er nú fjórðu vikuna á rað ovast á listanum, og í annaðkvøld skal sangurin so aftur standa sína roynd. Týr var 10 vikur á rað ovast við teirra Ormi langa, men nú er rockkvæði dottið niður á 8. pláss og tykist verða á veg út av listanum. All That Rain halda eisini fast um sítt pláss og hevur hesa vikuna aftur verið nummar 4 við teirra Happy When You’re Gone. Clickhaze kom í farnu viku inn á listan við Notes From The Underground, men hesin sangurin er longu farin av listanum. Hann fekk bert eina viku í hitanum. Kári Annand Berg gevst nú sum plátu- vendari, og leygar- kvøldið takkar hann fyri seg í Badmin- tonhøllini í Havn TÓNLEIKUR Pop.fo DJ 2001 hevur nú gjørt av, at hann gevst at venda plátum. Kári Annand Berg, sum gongur undir navn- inum DJ Estevez, hevur verið plátuvendari í nógv ár, men leygarkvøldið fer hann at venda plátum fyri seinastu ferð. - Eg havi valt at gevast sum profesionellur DJ, tí eg havi rokkið øll teim- um málum, sum einhvør føroyskur DJ droymir um. Krúnan á verkinum var at blíva Ársins DJ 2001, sigur Kári Annand Berg. - Tað krevur nógva tíð, orku og ikki minst pen- ing at verða ein rættur DJ í Føroyum, og tá tað ikki kann verða eitt fulltíðar- yrki, havi eg valt at brúka tíð mína uppá gerandis- yrki mítt. Samstundis slepst ikki undan, at tað at vera DJ krevur nógv av teimum nærmastu. So eg havi valt damuna og arbeiði fram um tón- leikin, sigur hann. Kári Annand Berg verður tó framvegis at hoyra í Útvarp Føroya, har hann hevur havt sínar regluligu sendingar í fleiri ár. Leygarkvøldið 8. Sept. verður endabresturin hjá DJ Estevez, tá skipað verður fyri einum stórum DJ-showi í Badminton- høllini í Havn. Vinnararnir av stóru tónleikakappingini Hithunters eru funn- ir. Einsamalli føroy- ingurin í eksklusiva selskapinum var ikki millum vinnararnar TÓNLEIKUR Pop.fo Nú eru vinnararnir í stóru donsku Hithunters-kapp- ingini, sum plátufelagið BMG, Jubii og Turborg skipaðu fyri, funnir. Ein føroyingur náddi í finaluna, har samanlagt 10 luttakarar vóru, men hann vann ikki. Róin Siggertson vann eitt av teimum átta innleiðandi umførunum í kappingini og var sostatt ein, sum náddi gjøgnum nálareygað. Í finaluni mátti hann tó lúta fyri Keelian, Flair og Sofa. Tann seinasti var vinnarin av kappingini, og hesin luttakarin fór við høvuðsvinninginum, sum var ein plátusáttmáli við BMG. Róin Siggertsson hevur tó við luttøkuni í hesi kapp- ingini víst, at hann dugir at smíða fangandi løg, og hann er eisini frálíkur tónleikari og sangari og framleiðir sín egna tónleik. Róin arbeiðir nógv við tónleik í føroyskum studio í Herlev, har eisini fólk sum James Olsen og Terji Rasmussen hava sína dag- ligu gongd. Danskur DJ vitjar Platform Seinasta kvøldið við DJ Estevez Clickhaze stórtrívist í donskum studio - Umstøðurnar her eru nógv betri, enn vit høvdu ímyndað okkum. Studio er væl útgjørt, og vit hava ein sera dugna- ligan tøkning. Hann er lærd- ur upp av sjálvum Alan Par- son, so hann dugir tíni ting, sigur Jón Tyril úr Lundgaard Studio. I AM heldur fast I AM er undan 15 teimum bestu í ÚF í kvøld á odda á listanum við teirra Friðsæla stund Róin vann ikki plátusáttmálan C M Y K 21 20 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Tórbjørn Jacobsen: Trøllanesskjalið varð dult við vilja síða 3 Nr 172 fríggjadagur • 7. september 2001 • 75. árgangur • Kr. 12,00 síða 31 Havnar Bio: Shrek Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn