Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 232 - 2. desember 2008 lýsingar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Bioanalytikari Vegna barnsburðarfarloyvi søkir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eftir einum bioanalytikara at byrja 1. februar 2009 fram til 1. februar 2010. Full arbeiðsvika, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Førleikakrøv • bioanalytikaraútbúgving • teldukunnleika Við tað, at deildin hevur fleiri granskingarverkætlanir í gongd í senn, er ynskiligt, at umsøkjarin er fleksibul, soleiðis at hann kann laga seg til tær ymisku gransk- ingarætlanirnar. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum - og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 15 fólk. Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum Bio- analytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. desember kl. 12.00. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. nr. 316696 ella 216696 til Pál Weihe, yvirlækna, ella t-post pal@ health.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøtu 5 Postsmogu 14 · FO-110 Tórshavn Tfl.: 316696 · T-postur: dfaa@health.fo Læknaval Teir limir, ið ynskja at skifta lækna frá 1. januar 2009, skulu siga frá nú ella í seinasta lagi 19. des. 2008. NES SÓKNAR SJÚKRAKASSI FO-620 Runavík · Tæf- 448129 Eitt sindur hugnaligari... Hvat við at forkela teg sjálvan ella gleða onkran annan? Tær góðu umstøðurnar kunnu vit bjóða tær. Royn Luddastovu í Leynum ella Bakkastovu við Ljósá. BOOKING: lp@ognir.fo ella tlf. 21 73 00 www.ognir.fo Lærari til Venjingarskúlan Vit søkja eiftir einum lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara, sum fer frá vegna aldur. Starvið er frá 5. januar 2009 og skúlaárið út. Tað snýr seg fyrst og fremst um 21 tímar um vikuna: • 4 tímar í týskum í 8. fl. • 6 tímar í handverk og list í 6. og 7. fl. (handarbeiði og tilevning) • 4 tímar í kristni í 6. og 7. fl. • 7 tímar í serundirvísing Starvið kann verða snikkað til eftir førleika og ynski hjá umsøkjarum og kann fevna um fleiri tímar. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við CV, avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. desember 2008 klokkan 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á tlf. 301529 ella 213502. Lýsingin er eisini á heimasíðu skúlans www.skulin.fo/ven Í Venjingarskúlanum ganga 428 næmingar í 19. flokkum VENJINGARSKÚLIN handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO Lýst verður eftir fulltrúa til nýggja Almannamálaráðið skjótast til ber. Um starvið Sum fulltrúi luttekur tú í arbeiðinum at fyrireika lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á almanna- økinum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum, at svara fyrispurningum frá borgarum o.a. Ætlanin er í næstum at fara undir størri verkætlan at endurskoða galdandi føroysku sosiallóggávuna (forsorgarlógina), og kemur tú eisini at luttaka í hesum arbeiði. Hetta arbeiðið fevnir um at gera útgreiningararbeiði og analysur av ymiskum slagi. Um tú ert løgfrøðingur koma tínar uppgávur í størri mun at snúgva seg um løgfrøðiligu spurningarnar í hesum sambandi. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar, eitt nú leiðandi løgfrøðingin í ráðnum. Tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og fram- haldandi eftirútbúgving. Førleikakrøv Tú hevur samfelagsliga útbúgving frá hægri lærustovni sum eitt nú cand.scient.pol, cand.scient. adm. ella cand.jur. Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyri- munur. Harumframt hevur tú góð samstarvsevni og evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, settur aðalstjóri, ella Hallberu F. West, ráðgeva, telefon 30 40 50, ella t-post amr@amr.fo. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn. Umsóknarfreist Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2008, kl. 12.00. ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Hug til at arbeiða við sosialpolitikki? -so eru tit við! Lesið KEYP DUNNUR OG GÆS Dunnur uml. 2-3 kg. Gæs uml. 5-6 kg. AVMARKAÐ NØGD. ØYVIND LÜTZEN Tel. 311782 / 217882