týsdagur 2. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2008
35
Stutt Sagt
Spanska
bilasølan
uppsteðgað
Í Spania hevur fíggjar
kreppan sett síni týðiligu
spor, og har eins og aðra
staðni eru tað millum
annað bilasølurnar, sum
fáa sviðan at kenna fyrst.
Felagið hjá sponsku bila
sølunum
kunngjørdi
í
gjár, at bilasølurnar seldu
50 prosent færri bilar í
november enn í sama
mánaði í fjør, og hetta er
tað næststørsta fallið í
landinum nakrantíð.
Broytingin kemur kort
ini ikki óvart á sponsku
fjølmiðlarnar. Teir vísa á,
at Spania er millum tey
londini, sum eru meinast
rakt av fíggjarkreppuni.
Fyrst minkaði virksemið í
byggivinnuni burtur í at
kalla einki, og nú er tað
bilasølan, sum steðgar
upp.
Spaniumenn
keyptu
63.000 bilar í síðsta mán
að ímóti 125.000 í novem
ber í fjør, so afturgongdin
er heili 49,6 prosent. Bila
sølurnar siga, at tað er
vorðið rættiliga trupult
hjá fólki at fáa fígging til
at keypa bil, og tá 80 pros
ent av øllum bilum verða
seldir við útgjaldi og
avdráttarskipan, fær tað
beinan vegin stóra ávirk
an, um fíggingarmøguleik
arnir versna.
Fleiri av teimum stóru
bilverksmiðjunum
hava
deildir í Spania, og Ford,
General Motors og Volks
wagen hava boðað frá, at
tey fara at lata deildir í
Spania aftur og at senda
fólk til hús.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Eg gleði meg til at fáa lut í hesum avbjóðandi,
men samstundis eisini spennandi ævintýrinum
(Hillary Clinton)
útlond
Spanska bilasølan er
minkað niður í helvt
(Mynd: AFP)
Teilendski forsætis
ráðharrin, Somchai
Wongsawat, skal
halda seg burturi frá
politikki tey næstu
fimm árini. Avgerðin
hevur økt spenningin
í Teilandi
Ovasti dómstólurin í Tei
landi, grundlógardómstólur
in, kunngjørdi í nátt, at teir
tríggir flokkarnir í stjórnar
samgonguni skulu upploys
ast, og tað ber so í sær, at
sjálv stjórnin fær somu
lagnu. Grundgevingin fyri
avgerðini er, at sambært
dómstólinum framdu flokk
arnir svik á seinasta tjóðar
tingsvali.
Úrskurðurin skal leggja
lunnar undir tað politiska
støðið, segði formaðurin í
grundlógardómstólinum,
Chat Chalavorn, tá hann
hevði kunngjørt niðurstøð
una.
Úrskurðurin ber í sær, at
36 leiðandi limir í landsins
politisku leiðslu og teirra
millum Somchai, forsætis
ráðharri, verða útilokaðir
frá teilendskum politikki í
fimm ár. Tað samsvarar væl
við kravið frá mótstøðu
rørsluni PAD, sum hevur
kravt stjórnina frá, og at for
sætisráðharrin
verður
ákærdur fyri svik.
Somchai hevur alla tíðina
havnað kravinum um, at
hann og stjórnin skulu
leggja frá sær, og hansara
grundgeving er, at stjórnin
er lógliga og demokratiskt
vald.
Undir øðrum navni
Teirm limirnir í stjórnar
flokkinum, sum framvegis
kunnu virka politiskt, hava
longu boðað frá, at teir fara
at stovna ein nýggjan flokk,
og at Teiland fær nýggjan
forsætisráðharra í næstu
viku. Ein talsmaður hjá
stjórnarflokkinum segði í
morgun, at samgongan verð
ur sitandi, men undir øðrum
navni enn higartil.
Politiskir eygleiðarar í
Teilandi siga, at úrskurðurin
hjá grundlógardómstólin
um økir vandan fyri saman
brestum millum mótmælis
fólk og viðhaldsfólk hjá
Somchais. Ta seinastu tíð
ina hava fleiri túsund mót
mælisfólk skipað fyri fleiri
tilktøkum ímóti stjórnini,
men í morgun vóru fleiri
túsund
viðhaldsfólk
hjá
stjórnini í gøtunum í Bang
kok, skrivar Reuters.
Tá hevði grundlógardóm
stólurin
kunngjørt
sín
úrskurð, og væl mannað
trygdarlið stóðu á varðhaldi
uttan fyri dómhúsið.
Tann væl umtókti
frítíðarbýurin
stendur undir í vatni
og vil tí ikki hava fólk
á vitjan nú
Tey, sum hava hugsað um at
fara til Venezia at ferðast,
eiga at hugsa seg um eina
ferð afturat, tí fyri fyrstu
ferð í mong ár vil ferða
vinnan í tí kenda frítíðar
býnum ikki hava fremmand
ferðafólk.
Orsøkin er, at Venezia
stendur undir í vatni, og at
vandi er fyri teirri ringastu
vatnflóðini í meiri enn 20
ár. Tí hevur stjórin fyri
ferðavinnuni í býnum nú
mælt fremmandafólki frá at
koma á vitjan, sigur BBC.
Tað er ein samanrenning
av óhepnum umstøðum,
sum hava lagt Venezia undir
í vatni. Í fyrralagið hevur
tað regnað illa, og í øðrum
lagi hevur vindurin ligið
inn á land við tí úrslitið, at
nógvur sjógvur er trýstur
inn ímóti býnum.
Tí ganga frólk nú upp
undir knæ í vatni, og á tí
kenda
Markusartorginum
stendur vatnið ein metur
oman fyri sjálvt torgið.
Gjáramorgunin vístu mát
ingar, at í støðum stóð vatn
ið meiri enn hálvan annan
metur oman fyri tað van
liga.
Venezia er eitt av støðun
um á varðveitingarlistanum
hjá UNESCO, og italsku
myndugleikarnir hava roynt
ymisk tiltøk fyri at verja
býin ímóti vatnflóð. Men
enn er tað so ikki nóg mik
ið.
Forsætisráðharrin útihýstur
frá politikki
Venezia stendur undir í vatni
og vil ikki hava ferðafólk
Fólk vaða upp til kníggja í vatni í gøtunum í Venezia
(Mynd: AP)
Somchai Wongsawat
skal halda seg burtur frá
politiskum arbeiði tey næstu
fimm árini
(Mynd: Reuters)