Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 233 - 3. desember 2008 – Tað pínir meg, at eg skal verða noyddur at mæla føroyingum frá at eta grind, men ósakligar atfinningar frá politikarum rína ikki við meg. Hinvegin kenni eg ein sting í hjartanum av, at støðið í okkara fólkavalda Løgtingi ikki er hægri enn so, sigur Pál Weihe, nógv umrøddur granskari Grindatilmæli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Ósakligar atfinningar rína als ikki við. Pál Weihe, illa umstríddur granskari, er púra avklárað­ ur um atfinningarnar, sum hava regnað niður yvir hann, síðani hann í farnu viku almannakunngjørdi tað minniligu fráboðanina saman við Landslæknanum, at grind er ikki longur egn­ að sum mannaføði, tí hon er so illa dálkað. Síðani hava bæði leik og lærd heglað hann niður og eisini av sjálvum Løgting­ sins røðarapalli hava polit­ ikarar roynt av øllum alvi at tileinkisgera granskingina, sum tilmælið um at gevast at eta grind, byggir á. Hann viðgongur, at hetta er eitt tilmæli, sum gongur føroyingum ógvuliga nær og tí skilir hann, at kenslur koma upp í. Men ósakligar atfinningar nerva ikki granskaran stór­ vegis. Hinvegin viðgongur hann, at hann tekur meiri synd í okkara fremsta fólka­ ræðiliga stovni, Løgtingin­ um, at tað ikki skal vera á einum hægri støði enn so. Tað var enntá onkur polit­ ikari, sum meinti, at vit hava ikki brúk fyri gransk­ arum í Føroyum, sum mæla okkum frá at eta grind? – Hatta er óskiljandi tos. Meiri fái eg ikki sagt um tað, sigur Pál Weihe. Politikarar hildu eisini, at tað var syrgiligt, at gransk­ arar nú skulu leggjast á grindina, sum hevur hildið lív í okkum í øldir ? – Tað er púra rætt, at tað er syrgiligt, at tað er neyð­ ugt. Hetta ein partur av okk­ ara samleika, okkara siða­ arvi og ein gamal sigur og tí føla bæði Landslæknin og eg ein sting í hjartað av at ásanna, at hetta er neyð­ ugt. Hinvegin Spyr Pál Weihe, hvat tey høvdu sagt, vissi teir løgdust á boðini og høvdu tagt bara fyri ikki at ganga okkara mentan ov nær. – Hvat hevði hent, skuldi tað nú víst seg um eini 20­ 30 ár, at dálkingarevni í tvøsti og spiki elva til upp­ aftur álvarsligari skaðar, enn vit hava nú hava víst á. – Tá kundu løgtingslimir og onnur av røttum briksla okkum, at vit høvdu bland­ að okkara tjóðskaparkenslu og okkara vísindaliga skyldu saman, sigur Pál Weihe. Almenn fígging Hann er eisini púra róligur, tá ið bæði politikarar og læknar alment hava roynt at sáa iva um trúvirðið í granskingini við at sáa ill­ gruna um, um hon var púra óheft av teimum, sum hava fíggjað hana og um tað sostatt er eitt heilt álítandi grundarlag, sum tilmælið byggir á, – Tað er ikki so nógv at siga til tað, men sum føroy­ ingur verðið eg eitt sindur keddur av at hoyra slíkar skuldsetingar. Skulu vit hava eitt høgt ment fólka­ ræði, hevur tignin í okkara fólkavalda tingið stóran týdning. Men hann heldur ikki, at sumt av tí, sum er sagt um grindatilmælið, ber á tann bógvin. – Okkara fíggjarligu keld­ ur eru púra greiðar og her er talan um almennar stovn­ ar, sum stuðla gransking. Talan er um granskingarráð­ ini í Føroyum og Danmark og ein av høvuðsstuðlunum hevur verið danska um­ hvørvisstýrið. – Annars hava vit fingið fígging frá fleiri ES­grunn­ um, sum stuðla gransking, umframt at vit hava fingið fígging frá almennum stovn­ um í USA. Umvegis tann stovnin, hava vit somuleiðis fingið fígging frá universi­ tetinum í Boston og Har­ vard. – Minnist meg rætt, er einasta privata fígging, vit hava fingið, einar 100.000 krónur, sum vit fingu til for­ kanningar mitt í áttatiáru­ num frá einum, ið nevndist Højgaardgrunninum. Góða samvitsku Pál Weihe vísir á, at hann nú hevur arbeitt við hesum kanningum í 23 ár og hann er sannførdur um, at gransk­ ingin byggir á haldgott støði. – Vit hava gjørt okkara besta og vit hava ongan sum helst iva um, at úrslitið kann leggjast fram við góð­ ari samvitsku og tískil rína ósakligar atfinningar ikki við. Men vegna fólkaræðið Føroyar harmast hann um, at politikarar føra slík við­ urskifti fram á tingsins røðarapalli, ið nógv hava uppfatað, sum rættiliga niðurgerandi. Hann vísir eisini á, at í øllum førum tey, sum hava eitt fakligt bakstøði, eiga at vita, at í vísindafólk koma ikki við treytaleysum niður­ støðum. – Góður vísindaligur sið­ ur er at koma við varligum niðurstøðum, serliga í kann­ ingum av hesum slagi, har vit hava kannað um bein­ leiðis samband er ímillum ymisk viðurskifti. Ætlanin er ikki at trútta nakað niður í nakran, men hetta er okkara besta sann­ føring, eftir teirri vitan, vit nú hava. – Og er tað onkur í Løg­ tinginum, sum liggur inni við upplýsingum, vit ikki hava, frætti eg hjartans feg­ in frá teimum, leggur hann afturat. – Hinvegin hava vit ikki sagt, at nýggjar granskingar kunnu koma til eina aðra niðurstøðu og tað er heilt grundleggjandi í vísindum, at vit byggja hvør á annan – Skulu vit beinleiðis prógva at dálkingarevni í grind eru orsøkin til ávísar heilsuskaðar hjá fólki, skulu vit gera beinleiðis royndir, har vit býta fólk í tveir bólkar, har annar part­ urin fær eina nøgd av ávís­ um evnum í longri tíð og hin parturin onki fær og so verða úrslitini mátað eftir eina tíð. – Men á hesum øki ber jú ikki til at gera slíkar royndir við menniskjur á hesum. Pál Weihe staðfestir eis­ ini, at granskingarúrslitini hjá teimum hava verið al­ mannakunngjørd í fleiri vísindaligum tíðarritum, sum eru høgt í metum. – Okkara gransking hevur stórar fíggjarligar avleið­ ingar á summum økjum, at úrslitini eru eftirkannað ferð eftir ferð, men har hev­ ur onki verið at seta fingurin á. Pál fekk sting í hjartað - Tað er kanska við grindini, sum við eini góðari sigar. Ongin forgongur av at roykja eina góða sigar á nýggjárinum. Men tað skal ikki vera nýggjár ov ofta, sigur Pál Weihe, granskari. Hann heldur at summar av atfinningunum ímóti tilmælinum um at gevast at eta grind, er óskiljandi tos Durita Dam framsýning í Smiðjuni Fríggjadagin 5. desember kl. 14 verður fernisering við málningum hjá Duritu Dam í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er fyrstu ferð, at Durita Dam sýnir fram einsamøll. Myndirnar, sum eru akrylmálningar, hevur hon málað seinastu tvey árini. Durita Dam er 55 ár og hevur altíð fingist við at skapa myndir; bæði við at tekna, mála, seyma og klippa. Hon hevur áður havt myndir við á Ólavssøkuframsýningini og saman við øðrum. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin í fimm dagar, frá fríggjadegnum 5. til og við týsdagin 9. desember. Opið er hvønn dag frá kl. 10­18, tó sunnudagin frá kl. 14­18. Durita Dam hevur framsýning av málningum í Smiðjuni í Lítluvík frá 5. til 9. desember Mynd: Jens Kristian Vang