Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 233 - 3. desember 2008 Hóast G! festivalurin fór á heysin í 2007, so skal hann koma sterkt aftur í 2009, sambært Jóni Tyril. Vikuskiftið 23. – 25. juli skal G! festivalurin nevniliga vera aftur í Syðrugøtu Festivalur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tá G! festivalurin seinast var, í 2007, vóru tað nógvar fyritøkur, ið mistu pening. Festivalurin fór á heysin, og ein meiri lunkað útgáva varð hildin í 2008. G! mini, sum tað kallaðist í 2008, bleiv ikki tann heilt stóra søgan. Veðrið var onki serligt, og tað vóru ikki nak­ að serliga nógv fólk á festi­ valinum, ið var seldur upp á, at nú skuldi peningur savnast fyri at fáa festivalin upp á beinini. Avlopið gjørd­ ist, sambært roknskapinum ­ ið ikki er grannskoðaður ­ einar 10.000 krónur. Men Jón Tyril ber ikki banga fyri festivalinum, ið nú skal verða. ­ Vit eru komin líka langt, sum vit plaga at vera komin um hesa tíðina. Vit fara ikki at kunngera nøkur nøvn enn, men fara at selja atgongumerkir frá næstu viku, har vit fara at hava líknandi tilboð sum í 2006 og 2007, sigur Jón Tyril, sum leggur afturat, at fíggj­ arliga útgangsstøðið er betri, enn tað fyrr hevur ver­ ið, tí nú byrja tey við pen­ ingi á kontoini. Hetta hevur ikki verið galdandi fyrr. Klárir at veita Jón Tyril greiðir eisini frá, at tað bert vóru fyritøkur og ikki privatpersónar, ið mistu pening í 2007. Hann roknar eisini við, at fyritøkurnar, ið hava mist, vilja veita teimum tænastur aftur. ­ Tað verður eitt sindur meira tað, at vit skulu gjalda frammanundan festi­ valinum, men eg haldi ikki, at nøkur fyritøka aftrar seg við, at veita okkum tænast­ ur, sigur Jón Tyril, sum legg­ ur afturat, at um fyritøkurnar skulu hava nakran møgu­ leika at vinna peningin aft­ ur, so mugu tær halda á fram við at virka. Ljótøkni, ið fyrr hevur veitt G! festivalinum tænast­ ur og misti pening í 2007, greiða frá, at tað er júst sum Jón Tyril sigur. ­ Vit eru sjálvandi harmir um at hava mist pening, men vit hava eisini mist pening til onnur tiltøk. Vit veittu teimum ikki nakra útgerð í fjør, uttan nøkur teppir. Eg haldi tað var tí, teir hildu, vit vóru óðir, men høvdu teir spurt okk­ um, so høvdu vit eisini veitt útgerð tá, greiðir Fróði V. Dam frá. Hann leggur tó afturat, at teir nú altíð hava trygd frá bankanum, um at fáa peningin aftur fyri veitta útgerð, soleiðis, at teir ikki enda í somu støðu í 2007. Sama dag sum Futt 25. juli, tá seinasti dagurin á G! festivalinum ætlandi skal vera, verður Futt í býin eisini. Hetta halda báðir partar vera óheppið, men hvørgin vil bakka. ­ Tað hevði verið betri fyri báðar partar, um teir fluttu seg til 27. juli. Tað hevði verið besta loysnin, men vit fara at tosa saman aftur. Tað er so ikki nakar klandur ella nakað, sigur Jón Tyril. Hann leggur aftur­ at, at 2009 verður eitt und­ antak, tí teir ikki vilja leggja seg á dagin hjá festivalinum í Kirkjubø, at teir hava gjørt avtalu við Gøtu kommunu og Víking um árið í 2009 og eisini greitt Tórshavnar kommunu frá støðuni, tí teir ikki vilja troka seg ov nær ólavsøkuni. Jóhannus á Rógvu Joen­ sen, ið er við til at skipa fyri Futt í býin, greiðir frá, at tey hava kannað møgu­ leikan at leggja konsertina 27. juli, men at hetta ikki ber til. Sum skilst vera hesi bæði tiltøk sama dag, men hetta skal broytast í 2010, tá ætl­ anin er at hava festival í Kirkjubø vikuskiftið 10. juli, G! um 17. juli og eitt stórt Futt í býin um 24 juli. Umframt Summarfestivalin eisini, ið liggur í augustmán­ aði. So um alt gongur sum ætlað, fáa festivalgangarar nóg mikið at gera, bæði í 2009 og 2010. Hóast G! festivalurin fór av knóranum í 2007, so er luftin ikki farin úr ballónini hjá Jóni Tyril. Ætlanin er nevniliga at hava ein stóran G! festival í 2009 Luftin ikki farin úr G! Jólatrø fyri milliardir Fíggjarkreppan tykist ikki ávirka teir donsku bøndurnar, sum útflyta jólatrø. Blaðið Børsen skrivar, at útlitini eru góð, og at danir fara at útflyta jólatrø fyri umleið hálva aðru milliard krónur í ár. Claus Jerram Christensen, sum er formaður hjá bøndrunum, sum dyrka jólatrø, sigur við blaðið, at útboðið er ikki so stórt í ár, men at eftirspurningurin er á leið tann sami sum onnur ár. Tað ger, at prísurin er góður, og Claus Christensen væntar tí, at útflutningurin kemur upp á 1,4 milliard krónur í ár ella 200 milliónir krónur meiri enn í fjør. Tað er serliga týskarar, fransmenn og bretar, sum keypa donsk jólatrø. Øðrvísi jólakalendari á Argjum Argja róðrarfelag ynskir eisini at gera vart við seg hesi jólini. Tí hevur felagið á heimasíðu sínari – ar.fo – ein jólakalendara, har góðir vinningar verða burturlutaðir hvønn dag fram ímóti jólum. Jólaaftan verður ein stórur eykavinningur drigin.