mikudagur 3. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 233 - 3. desember 2008
Øssur í Leikalund
Fríggjadagin kl. 16 letur listamaðurin, Øssur Mohr úr
Fuglafirði upp eina framsýning í Leikalund í Klaksvík. Á
framsýningini eru nýggir oljumálningar. Framsýningin er
opin allan desembur mánað.
Bretska húsavirðið rapar
Í Bretlandi er virðið á føstum ognum minkað ógvuliga nógv í seinastuni,
og bretskir fjølmiðlar siga, at í fleiri førum er virðið á sethúsum og
íbúðum fallið heili 60 prosent, síðani tað var í hæddini. Blaðið Evening
Standard skrivar um eina íbúð í Plumstead, sum bleiv virðismett til
225.000 pund í oktober í fjør, og sum nú er seld fyri 95.000 pund. Í einum
øðrum føri er ein íbúð í Brixton, sum kostaði 180.000 pund fyri einum ári
síðani, seld fyri 79.000 pund nú. Evening Standard skrivar, at eisini í
London er virðið á húsum og íbúðum fallið nógv.
- Vit vóru í Ruslandi
til onga sum helst
nyttu. Úrslitið av sam-
ráðingunum vendir
púrasta skeivan veg.
Hetta er ein katastrofa,
og eg eri púrasta sjokk-
eraður, sigur reiðarin,
Kristian Martin Ras-
mussen, sum fyrst í
komandi ári kemur
heim úr Chili við
nýbygningi fyri 240
miljónir krónur
Óvissa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinast í januar komandi ár
kemur nýggja Norðborg,
sum verður smíðað í Chili,
heim til Føroya. Hetta er ný
bygningur hjá Kristiani Mart
in Rasmussen og synum í
Klaksvík. Sáttmálaprísurin
er 240 miljónir krónur. Sam
bært upprunaliga byggisátt
málanum skuldi skipið latast
eigarunum 26. august í ár,
men ymiskar seinkingar hava
gjørt, at skipið verður latið
fimm mánaðar seinni enn
ætlað.
Í slíkum sáttmálum kem
ur byggiharrin at lata dag
bøtur, tá farið verður út um
sáttmálatíðina,
og
hetta
bøtir nakað um hjá reiðar
ínum.
Felagið í Klaksvík hevur
selt Christian í Grótinum úr
flotanum, og skipið er nú
statt í Panamaveitini.
Ein føroyingur er umborð,
nú skipið verður siglt til
nýggju eigararnar. Tað er
maskinmeistarin,
Esmar
Muller.
Ivasom útlit
Kristian Martin Rasmussen,
sum var við í samráðingar
nevndini í Ruslandi um
nógv umrødda fiskiveiðisátt
málan, sigur, at stóri niður
skurðurin í svartkjaftakvot
uni kemur ikki væl við hjá
føroysku nótaskipunum.
Vit vóru 12 fólk við í
Ruslandi, men fyri okkum
var hetta alt til onga nyttu.
At síggja til, var alt avgjørt
longu, áðrenn vit komu til
Ruslands.
Reiðarin sigur, at tvey
umboð vóru fyri Felagið
Nótaskip. Tað vóru hann
sjálvur og stjórin í felagnum,
Jógvan
Jespersen. Verk
smiðjuskipini
høvdu
trý
umboð við, reiðararnar Han
us Hansen og Mortan Jo
hannesen
og
skiparan,
Eyðun á Bergi.
Vit vóru við til onga
sum helst nyttu. Úrslitið
vendir púrasta skeivan veg.
Hetta er ein katastrofa, og
eg eri púrasta sjokkeraður.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur, at sjálvandi vóru
teir, sum umboða verk
smiðjuskipini, væl nøgdir,
men tað vóru nótamenninir
ikki.
Vit vóru til reiðar at taka
eina uppgerð við russar, har
kvotuvirðið landanna mill
um verður regulerað, nú
heildarkvotan av svartkjafti
er so nógv skorin, men her
kom eingin sum helst upp
gerð.
Reiðarin vísir á, at nú
royna so løgtingsmenn at
fáa
fiskiveiðisáttmálan
við Rusland fyri uttanlands
nevndina ella løgtingið,
men hann væntar ikki, at
úrslitið verður broytt.
Lutfallið broytast
Kristian Martin er sann
førdur um, at hetta var rætta
løtan at tikið uppgerðina
við Rusland og kvotubýtið.
Í sínari tíð bygdu sín
ámillum samráðingar um
fiskiveiðikvotur á toska
virði, men soleiðis er ikki í
dag. Virðið á ymisku fiska
sløgunum broytist, og so
leiðis lutfallið eisini.
Reiðarin sigur seg minn
ast, at tá Atli P. Dam, sáli, í
1977 gjørdi fyrsta fiskirætt
indarsáttmálan við Rusland,
var býtislutfallið 20.000
tons av toski fyri 60.000
tons av svartkjafti.
So stórt virðið hevði
svartkjafturin tá fyri russar.
Kristian Martin sigur, at
tey stívliga 40.000 tonsini,
sum tey sjey føroysku nóta
skipini nú eiga av svartkjafti
í 2009, er minni enn tað,
sum eitt nú Christian í Grót
inum einsamallur hevur
fiskað um árið.
Tey 11 árini, vit hava
havt skipið, hevur svart
kjaftaveiðan hjá Christiani
ligið millum 40.000 og
60.000 tons, og hetta hevur
soleiðis verið meira enn
helmingurin av grundarlag
num undir skipinum. Nú
skulu hesi 40.000 tonsini,
umframt kanska eitt lítið
avlop frá árinum í ár, býtast
millum sjey skip.
Hetta merkir, sigur reiðar
in, at svartkjafturin í kom
andi ári bert verður viðfán
ingur hjá hesum skipum.
Makrelurin
Í ár hava føroysku nótaskip
ini fiskað 185.000 tons av
svartkjafti. Enn er árið ikki
liðugt, og tí er ikki vist,
hvussu nógv – ella um nak
að – verður eftir av kvotuni
at flyta til komandi ár.
Kristian Martin ásannar,
at økta makrelkvotan kom
andi ár fer at merkja nakað
fyri nótaskipini, men ikki
nær til so nógv, sum mist
verður í svartkjaftinum.
Útrokningar vísa, at
nótaflotin við skerdu svart
kjaftakvotuni og avtaluni
við russar kemur at missa
landingarvirðir fyri einar
90 miljónir krónur, sam
stundis sum virðið av øktu
makrelkvotuni verður 16
miljónir krónur.
Hann vísir á, at netto land
ingarvirðið hjá nótaskipun
um í komandi ári helst verð
ur einar 73 miljónir krónur
minni enn í ár, og tá er
hædd
eisini
tikin
fyri
lækkaðum prísum.
Aftrat hesum kemur so
tað, sum í fyrsta lagi ídnað
arvirkið Havsbrún missir
og soleiðis føroyska samfel
agið annars, leggur Kristian
Martin Rasmussen aftrat.
Nýbygningur heim til óvissu
Seinast í januar kemur nýggja
Norðborg heim úr Chili,
men spurningurin er, um
grundarlag er fyri skipinum,
nú svartkjaftakvotan er
vorðin so nógv skerd
- Higartil í ár hevur
skipið virkað umleið
8.000 tons av flaki
og heilfrystum
til matna, sigur
reiðarin, Kristian
Martin Rasmussen
virking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nótaskipið Norðborg royn
ir í løtuni uppi við Lofoten,
har teir fiska norðhavssild,
sum verður virkað til
matna.
Reiðarin, Kristian Mart
in Rasmussen, sigur, at
fiskiskapurin seinastu dag
arnar hevur verið í lagi.
Veðrið hevur verið held
ur ólagaligt, men nú royn
ist veðrið betri.
Hann sigur, at 24 mans
eru við skipinum, og sildin
verður virkað til matna.
Hetta er tíggjundi túrur
in í ár, har veiðan hjá Norð
borg verður virkað til
matna. Samlaða matvøru
framleiðslan umborð táttar
í 8.000 tons í flaki og
nakað av heilfrystum.
Kristian Martin sigur, at
vøran, sum virkað verður
umborð á Norðborg, verð
ur seld í ymiskum londum.
Skipari við Norðborg
hendan túrin er bróðir
Kristian Martin, Páll Ras
mussen.
Reiðarin sigur, at Norð
borg higartil í ár hevur
virkað umleið 2.500 tons
av svartkjafti til matna, og
vøran er seld í eitt nú Nig
eria, Kina og Ruslandi.
Norðborg fiskar norð
havssild við Lofoten