Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 3. desember 2008 11 Lønardeildin í Fíggjar­ málaráðnum leggur í útkasti til “vegleiðing um løn undir sjúku” upp til, at almennir arbeiðsgev­ arar skulu siga varandi sjúkum úr starvi: Varð ikki sørt skelkað, tá eg las “útkast til vegleiðing um løn undir sjúku”, har lønardeildin hjá Fíggjar­ málaráðnum mælir til, at starvsfólk, ið verða mett ongantíð at gerast frísk aftur, eftir stutta sjúkrafrá­ veru, skulu sigast úr starvi. Í skrivi, dagfest hin 12. november 2008, hevur lønardeildin í Fíggjarmála­ ráðnum sent fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknað­ inum “útkast til vegleiðing um løn undir sjúku” til viðmerkingar. Í hesum útkasti leggur lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum upp til at varandi sjúk/kron­ iskt sjúk skulu koyrast av arbeiðsmarknaðinum. Und­ ir punkti 3.6 í útkasti til “vegleiðing um løn undir sjúku” verður m.a. sagt: “...Atlit verða t.d. tikin til, hvussu nógv sjúkan tyngir raksturin, hvussu langa starvstíð starvsmaðurin hevur og longdina á sjúkuni. Um starvsmaður verður mettur ongantíð at gerast frískur aftur, er hetta nóg mikið at grunda eina uppsøgn, hetta sjálvt um viðkomandi bara hevur havt stutt forfall.” Tað er heilt burturvið, at lønardeildin hjá Fíggjar­ málaráðnum kemur við tilráðing um at siga fólki við kroniskum, varandi sjúkum úr starvi (starvs­ menn, ið ongantíð gerast frískir aftur). Um tilráðing­ in hjá lønardeildini verður sett í verk, fer hetta óivað í næstum at hava við sær, at hópur av starvsfólkum, ið eru ella verða rakt av var­ andi kroniskari sjúku, verða søgd úr starvi og missa arbeiðið og harvið fíggjarliga tilverugrundar­ lagið. Starvsfólk, ið fáa kron­ iskar sjúkur so sum gikta­ sjúkur, krabbamein, sjúkur í nervalagið, diabetes, Parkinson sjúku og mangar aðrar kroniskar sjúkur, kunnu, um henda tilráðing hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum verður sett í verk, rokna við at verða uppsøgd og missa arbeiði. Lønardeildin leggur við síni tilráðing um uppsøgn av starvsfólki, ið hava ella verða rakt av varandi kroniskari sjúku, stein oman á byrðu hjá hes­ um sjúkuraktu starvsfólk­ um, ið ofta longu framman­ undan hava tað trupult bæði heilsuliga, sosialt og fíggjarliga. Tilráðingin hjá lønar­ deildini hjá Fíggjarmála­ ráðnum er ikki í tráð við tað, sum ABC samgongan sigur um rúmliga arbeiðs­ marknaðin, ella tað, sum Rósa Samuelsen, lands­ stýriskvinna í almanna­ málum, meldar út um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Í samgonguskjalinum hjá ABC samgonguni verður nevniliga boðað frá, at: “ Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari við at gera betri skipanir m.a. um vard størv og endurbúgv­ ing, so fólk við skerdum førleika fáa betri atgongd til at verða virkin á arbeiðs­ marknaðinum og í sam­ felagnum annars.” Somuleiðis verður í sam­ gonguskjalinum sagt um rúm­ liga arbeiðsmarknaðin, at: Almenni setanar­ og starvsfólkapolitikkurin skal eisini viðvirka til hetta, eins og almenn arbeiðspláss yvir ávísa stødd skulu binda seg til at taka fólk í vard størv.” Punkt 3.6 í útkasti til “veg­ leiðing um løn undir sjúku” gongur soleiðis beint ímóti tí, sum ABC samgongan fráboðar um rúmliga arbeiðsmarknaðin í sam­ gonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólka­ flokkin og Javnaðarflokkin. Rósa Samuelsen vísir í skrivi um rúmliga arbeiðs­ marknaðin á heimasíðuni hjá Almannamála­ráðnum, dagfest hin 20. oktober 2008, á, at: “Yvirskipaða málið við rúmliga arbeiðsmarknað­ inum er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarkn­ aðinum – eisini persónum við breki, sjúku ella sosial­ um trupulleikum.” Rósa Samuelsen vísir somuleiðis á, at fyribyrgj­ andi tiltøk eiga at vera sett í verk, soleiðis at starvs­ fólk, ið gerast sjúk, ikki missa tilknýtið til arbeiðs­ plássið ella arbeiðsmarkn­ aðin, og at arbeiðs­pláss í slíkum førum eiga at vísa serlig atlit, soleiðis at arbeiðsuppgávur vera til­ lagaðar til tann sjúkurakta, ella at almennar stuðuls­ skipanir verða nýttar í tann mun, tað er neyðugt. Vert er somuleiðis at bíta merki í, at Almanna­ og Heilsumálastýrið í 1999 gav út ST­ “Fyrimyndar­ reglur um at útvega javn­ líkar møguleikar fyri brekað fólk”. Hesar fyri­ myndarreglur vórðu í 2004 útgivnar av nýggjum av Almanna­ og heilsumála­ ráðnum, har Hans Pauli Strøm, fyrrverandi lands­ stýrismaður í Almanna­ og heilsumálum, í fororðum sínum sigur: “tað er upp­ gávan hjá politikarunum at skapa tær neyðugu ramm­ urnar fyri, at fyrimyndar­ reglurnar verða fylgdar. Tað er politiski myndug­ leikin, sum hevur møgu­ leika fyri og ábyrgd av at fremja fyrimyndarreglurnar í verki”. Á síðu 23 í 7. reglu um arbeiði í ST­fyri­ myndarreglunum er ásett, at “Lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mun á fullførum og brekaðum fólki, og mugu ikki forða teimum brekaðu at fáa arbeiði”. Tískil átti at verið púra greitt, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ikki eigur ella kann seta í verk punkt 3.6 í “vegleiðing um løn undir sjúku”, ið mælir til uppsøgn av varandi sjúkum starvsfólkum, men eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, ið varðar av lønardeildini, hinvegin at syrgja fyri, at lønardeildin setir í verk starvsfólkapoli­ tikk, ið vísir til, at arbeiðs­ pláss skulu vísa sosiala ábyrgd yvir fyri varandi sjúkum starvsfólkum. Starvsfólkapolitikk, sum tryggjar, at pláss eisini er fyri starvsfólkum, ið hava varandi og kroniskt sjúku, hetta soleiðis at hesi starvs­ fólk ikki verða uppsøgd grundað á sjúku, men hinvegin verða náturligur og sjálvsagdur partur av arbeiðsmarknaðinum. Fíggjarmálaráðið og »rúmligi arbeiðsmarknaðurin« fyrrverandi nevndarlimur í almennum fakfelag IngrId S. HenrIkSen “Vit fara eftir øllum”, rópti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum so hart, at tað hoyrdist til Ruslands. Og vit hava ov mikið av makreli at gjalda við, nú svartkjafturin minkar. So tit kunnu bara sjálvir áseta prísin. Vit taka av. Síðani tað kom fram, at Føroyar fóru at fáa 7000 tons meira av makreli í sín part, nú TAC`ið varð hækka, hevur landsstýris­ maðurin verið í fjølmiðl­ unum dag og dagliga við hesi fráboðan og nærmast goldið áðrenn vit fingu nakað afturfyri. Sera ótaktisk framferð. Eingin grund at órógva fólk við at fara til Archangelsk til sam­ ráðingar. Alt kundi verið gjørt sum eitt SMS. Og eg eri væl nøgdur, sigur landsstýrismaðurin. Hvør leggur í hvat íð hann er nøgdur? Var tað ikki bet­ ur um øll vinnan ella allar Føroyar vóru nøgd? Hans­ ara motivir til at vera nøgd­ ur kunnu vera so mong. Vit hava fingið 1600 t av toski og 200 t av hýsu afturat í Barentshavinum. Vit hava goldið við minus 20.000 t av svartkjafti + 4100 t av makreli. Tað er lítið at rósa sær av. Vit høvdu frammanund­ an ein sáttmála sum í ólukkumát var til russiskan fyrimun og sama okursprís hava vit nú aftur goldið fyri at fáa hesi tonsini afturat. Og tað til ein flota, sum ikki hevur brúk fyri teimum. Ella kanska er tað ikki teir, sum skulu hava vøksturin í kvotuni? Áðrenn farið var til Ruslands til samráðingar, varð sum vanligt kallað til forfund í Fiskimálaráðnum fyri at vinnan kundi siga landsstýrismanninum sína hugsan. Tíðindi frá hesum fundi vilja vera við, at landsstýrismaðurin lítið legði í at lurta eftir teimum vinnuumboðunum, sum royndu at siga nakað. Alt tyktist at liggja fast longu tá. Fregnast varð frá um­ sitingini eftir nøkrum hag­ tølum fyri virðisøking ella virði á kvotum. Hetta hevur Fiskimálaráðið havt 10 – 15 ár til at finna fram. Bæði Havsbrún og Felagið Nótaskip hava gjøgnum árini framleitt nógv tilfar um hetta og sent landsstýri­ num. Eisini Fiskirannsókn­ arstovan gjørdi í síni tíð eitt yvirlit yvir kvotavirðir. Alt er gjørt. Tað er bara at fara eftir tí. Smb. lógina um vinnu­ ligan fiskiskap, so eri eg medeigari av hesum virð­ um, sum landsstýrismað­ urin í fiskivinnumálum so fyrilitarleyst jonglerar við og eg ivist í um hann klárar at møta lógini um ábyrgd landsstýrismanna í hesum málinum. Eingin náttúrulóg sigur, at fyri tí at toskakvot­ an fer upp í Barentshavin­ um, so skulu vit tøma bók­ ina fyri at keypa meira av hesum. Ella er landsstýris­ maðurin kanska við hesum í ferð við at leggja upp til at lata 1 ella 2 loyvir afturat í Barentshavinum? Tað hevði verið at ført politikk. Kanska átti Løgtingið aftur at kravt sáttmálarnar til góðkenningar í Tingi­ num. Har er í minsta lagi ein nevnd íð eigur at hava eftirlit vit landsstýrismonn­ unum, men sáttmálar um fiskirættindir er helst ikki tann mest spennandi lesnaðurin. Sáttmálin við russar - ein skandaløs katastrofa Gøtu AtlI HAnSen Tíðindaskriv Í sambandi við at føroysk­ ur dansur er komin á eti­ kettina á nýggjum rús­ drekka, loyvir Sláið Ring sær at koma við nøkrum viðmerkingum. Sláið Ring dámar sera væl, tá ið føroyskur dansur verður brúktur í sambandi við tað, ið føroyskt er. Kemur ein orðabók, skúla­ bók, sangbók, fløga, ferða­ vinnubók og líknandi út við dansinum á, frøast vit almikið. Tað er so upplagt, at føroyski dansurin og kvæðamentanin verða brúkt at vísa eitt sereyð­ kenni úr landi okkara. Hinvegin síggja vit als ikki sambandið millum rúsdrekka og føroyskan dans, annað enn at í vert­ skapi eru bæði umboðað. Limafeløgini í Sláið Ring eru 16 í tali. Flestu teirra dansa hvørja viku frá heystinum og til føstulávint. Ongastaðni er rúsdrekka partur av dansinum. Hava feløg veitslur, tað verið seg fótbólts­, hond­ bólts­, kappróðrar­ og dansifeløg, er øðrvísi. Tá kann rúsdrekka vera við sum partur av veitsluni. Hetta er galdandi fyri flestu feløg og tí ikki serstakt fyri dansifeløg. Í meir enn hálva øld hava dansifeløgini hildið rús­ drekka burtur frá dansinum í feløgunum. Sláið Ring vil taka frástøðu frá, at fólk við peningaligum áhugamálum royna at tvinna dansin og rúsdrekka saman. Føroyskur dansur er nógv bestur við edrúum fólki. Tað skuldi verið hvørs manns vitan. At hetta verður misskilt av fólki, vísir betur enn nógv annað, hvussu ósjónligur dansurin er millum manna, og hvussu lítla vitan nógv hava um føroyska dansin. Sláið Ring vil við hesum heita á okkum øll, ikki minst Kringvarpið og aðrar miðlar, dansifeløg og Mentamálaráðið: Latið okkum varpa ljós á ser­ mentan okkara. Tað er ósømiligt, at kvæðament­ anin í hesum upplýsingar­ tíðum skal verða so mistulkað. Sláið Ring - landsfelag føroyskum dansi at frama Als ikki samband millum rúsdrekka og føroyskan dans viðmerkingar