mikudagur 3. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 233 - 3. desember 2008
- Við fyrivarni í
teirri sannroynd, at
vit hava vantandi
skrásetingar, kunnu
vit siga, at vit hava
tamarhald á støðuni
viðvíkjandi MRSA
og mulitresistentum
bakterium, sigur
Torkil á Steig, medi-
sinskur yvirlækni,
ið sjálvur hevði
ein fyrilestur á
ráðstevnuni fyri
heilsufólk, sum
Almanna- og heilsu-
málaráðið saman
við MRSA bólkinum
skipaði fyri á Hotel
Føroyum fríggjadagin
RÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á stórari ráðstevnu á Hotel
Føroyum fríggjadagin við
gjørdu
fyrilestrarhaldarar
MRSA (Meticillin Resis
tentir
Staphylococcus
aureus) og multiresistentar
bakteriur. 150 luttakarar frá
heilsuverkinum luttóku á
ráðstevnuni.
Átta ymiskir fyrilestrar
haldarar, harav helmingurin
føroyingar, høvdu innlegg
um evnið, umframt Poul
Geert Hansen, aðalstjóra,
sum viðgjørdi fíggjarligu
avleiðingarnar – við ella
uttan fyribyrgjandi tiltøk.
MRSA og multiresistentar
bakteriur vórðu á hesari
ráðstevnuni viðgjørdar við
serligum atliti til Danmark,
Grønland og Føroyar.
Føroysku fyrilestrarhald
ararnir vóru William Smith,
reinføris sjúkrarøktarfrøð
ingur, Torkil á Steig, medi
sinskur yvirlækni, Sølvi
Winther Olsen, kommunu
lækni og Høgni Debes
Joensen, landslækni.
William Smith greiddi í
sínum fyrilestri frá, at tað í
Føroyum eru staðfestir 18
tilburðir av MRSA í tíðar
skeiðinum juni 2006 til
oktober 2008. Av teimum
vórðu 15 tilburðir staðfestir
í 2006.
10 av teimum 18 tilburð
unum vórðu staðfestir í
sambandi við bruna, meðan
hinir átta vórðu staðfestir í
sambandi við húsarhalds
screeningar.
SAD
Eins og mann innan bjarg
ing hevur SAR (Search And
Rescue) so hevur medisinski
heimurin sítt SAD (Search
And Destroy), tá tað kemur
til MRSA. Og tað er sami
háttur, ið nýttur verður í
Føroyum, sum tey nýta í
Region Nord í Danmark.
Hetta merkir, at limir í
einum húsarhaldi við ígjørd
um fólki, verða screenað.
Uttan mun til MRSA støðið
verða fólk í húsarhaldinum
sett í eina sonevnda eradika
tiónsviðgerð, sum er grund
að á 10 daga kropsvask við
serligari sápu saman við ser
ligum nasasmyrsli somu
leiðis í 10 dagar.
Hendan viðgerð verður
tó ikki sett í verk fyrr enn
tað er staðfest, at húðaígerð
kann útilokast.
William Smith segði í
sínum fyrilestri, at vanliga
fer screening av heilsu
starvsfólki ikki fram uttan
so, at talan er um fleri til
burðir innan sama øki.
Kortini fór ein slík screening
fram í 2007 av øllum starvs
fólkum og brúkarum á trim
um røktarheimum í Før
oyum, og tað førdi til fleiri
enn 1000 podingar. (Kannað
verður eftir MRSA við at
poda í eitt nú búldum, sár
um ella opum (nøs, enda
tarmi v.m.).
Ein annar ítøkiligur til
burður á Landssjúrkahúsi
num hevur ført til, at allir
sjúklingar heilt aftur til juni
2008, verða screenaðir fyri
MRSA. Verður ein tilburður
funnin, verða eisini starvs
fólkini screenað.
Tá ein tilburður verður
funnin, verða screeningar
framdar heilt upp til eitt ár
eftir, at tilburðurin varð
staðfestur, segði William
Smith í fyrilestri sínum.
Neyðuga útbúgving
Heilsuligar avleiðingar av
MRSA og multiresistentum
bakterium í føroyska heilsu
verkinum finnast ikki, ser
liga tí neyðugu upplýsing
arnir ikki eru til. Hetta kemst
av vantandi skráseting.
Tað staðfesti Torkil á
Steig í sínum fyrilestri á
ráðstevnuni fríggjadagin.
Hann sigur, at støðan í
Føroyum
langt
frá
er
álvarsom, um vit sammeta
við eitt nú sjúkrahús í USA.
Har tykist tað, sum
læknarnir »dekka seg inn«
við at geva ivaleyst av
antibiotika, og harvið gerast
bakteriurnar munandi lætt
ari resistentar, sigur Torkil
á Steig.
Hann sigur, at tá MRSA
verður staðfest, verður fylgt
upp og eftirlit havt við sjúk
lingunum. Øll í húsinum
verða screenað og verður
MRSA staðfest, verða tey
»sanerað«. Verða teir innlagd
ir, verða sjúklingar í vanda
bólkinum isoleraðir. Isola
tiónin verður so avtikin aftur,
tá negativ poding fyriliggur –
eftir tveimum døgum.
Rætningslinjur fyri fram
ferðarhættum finst á øllum
deildum.
Torkil á Steig sigur í
sínari niðurstøðu, at orsakað
av vantandi skráseting er
trupult at siga nakað enda
ligt, men við fyrivarni ber
til at siga, at tamarhald er á
støðuni
Útbúgving av starvsfólki
fer alla tíðina fram, og vit
eru alla tíðina varug við
møguligar vandar, sigur
Torkil á Steig.
Hann mælti í sínum
fyrilestri til, at syrgt verður
fyri slaviskari skráseting av
øllum
multiresistentum
bakterium, resistensviður
skiftum og útbúgving av
starvsfólki at vera um
smittaðar sjúklingar. Eisini
skulu allir læknar útbúgvast
í at nýta antibiotika við
skilskemi.
Vandamiklar bakteriur á skránni
Umleið 150 heilsustarvsfólk tóku lut á ráðstevnuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Torkil á Steig var millum fyrilestrarhaldararnar á ráðstevnuni um MRSA og multiresistentar
bakteriur á Hotel Føroyum fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Nissudagur heima á Sandi
Hósdagin í komandi viku bjóðar Kafé Virkið til nissudag.
Her verður gjørligt hjá fólki at leiga sær eitt borð, har tey
kunnu selja tað tey vilja, so sum gamalt jólaprýði, dekora
tiónir ella okkurt handaligt. Kafé Virkið bjóðar ymiskt til
matna og drekka. Eisini verða tvey spøl av barnabingo, har
tað er jólamaðurin sum rópar tølini. Neyðugt er at bíleggja
sær borð til nissudagin.
Ov nógv smásild
Teir seinastu dagarnar hava íslendsk sildaskip hava rættiligan
rokfiskiskap stutt úr landi uttan fyri Njarðvík og Keflavík á
Reykjanesi, og skip hava eisini fingið nógva sild við Vestmanna
oyggjarnar. Men nmú hevur havrannsóknarstovan steðgað fiski
skapinum. Orsøkin er, at skipini fingu ov nógva smásild, skrivar
Morgunblaðið. Kanningar umborð á einum skipi vístu, at í einum
kasti vóru 40 prosent smásild, og at í tí næsta kastinum var næst
an helvtin smásild. Tí hevur havrannsóknarstovan nú steðgað
fiskiskapinum í 14 dagar.