mikudagur 3. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 233 - 3. desember 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan
við
Trinu
Jacobsen, Sandavágur,
fer av Landssjúkrahú
skapellinum mikudagin
kl. 14. Jarðarferðin verð
ur frá Filadelfia í Mið
vági hósdagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast
Trinu kunnu lata eina
gávu til Filadelfia Vág
ar, konta í peninga
stovnunum.
Karstein
Lydersen,
Skálavík, vanliga nevnd
ur Karstein á Klovalið,
andaðist mánadagin á
Áargarði, 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Skálavíkar kirkju hós
dagin klokkan 13. Sung
ið verður úr sálmabókini.
Tey ið vilja minnast Kar
stein kunnu lata eina
gávu til Áargarð á
Sandi.
Klæmint Nónklett, ætt
aður úr Lamba, búsit
andi á Glyvrum, andað
ist á Landssjúkrahúsin
um mánadagin, 78 ára
gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapelli
num mikudagin klokkan
16 í Elim í Søldarfirði.
Jarðarferðin verður úr
Elim hósdagin klokkan
13. Tey, ið vilja minnast
Klæmint, kunnu lata
eina gávu til Bátafelagið
á Bakka, konta í Eik og
Føroya Banka.
Marie Desiree Joell
Parada, Skála, andaðist
sunnudagin á Lands
sjúkrahúsinum, 35 ára
gomul. Bønarhald verð
ur í Landssjúkrahús
kapellinum mikudagin
klokkan 18. Tey ið
ynskja at minnast Mariu
kunnu lata eina peninga
gávu á konto nr. 6460
180.367.2
í
Føroya
Banka.
Kári Jørgensen, Signa
bø, andaðist mánadagin
á Landsjúkrahúsinum,
54 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Sjúrður Skála í Havn í Havn
andaðist 27. november 96 ár. Hetta
var kanska ikki heilt óvæntað.
Hann var blivin gamal, og sporini
vóru blivin tyngri. Okkurt hóttafall
hevur eisini verið, men hvørja ferð
er hann komin fyri seg aftur. Hann
var eisini í býnum eina viku áðrenn
hann doyði, men nú var so hansara
tíð farin.
Sjúrður var sonur Amaliu, ættað
úr Hesti, og Nikláa Skála, sum sam
an við beiggja sínum Tom Nicolaj
sen var kendur sum fergumaður í
Havn í teirri tíðini, tá skip ikki
kundu leggja at. Tað er nógv
skrivað um hesa tíðina og serliga
um teir báðar, sum vóru so ymiskir
og kortini so góðir við hvønn ann
an.
Niklái var í Brøðrasamkomunu,
meðan Amalia var kirkjufólk. Hetta
kundi havt skapt tvístøðu millum
hjúnini um dóp av børnunum. Men
ikki hjá teimum báðum. Tey gjørdu
ta semju, at tey lótu annaðhvørt
barn doypa! Meira diplomatiskt
kundi tað ikki vera
Systkini hjá Sjúrði, sum komu
til, vóru Óla Kristian, Nanna, Arn
grím og Tóra, kallað Lítla. Nú eru
bert systrarnar eftir.
Sjúrður var ein býarmynd í Havn
og tí kendur av mongum. Hann
prátaði við nógv, men ikki við øll.
Hann hevði síni útvaldu evni at
tosa um við hvønn einstakan. Hann
tosaði við ein um eitt evni hvørja
ferð, og við ein annan um eitt annað
evni. Talt saman vóru áhugaøkini
mong hjá honum.
Sjálvur kom eg at kenna Sjúrð
sera væl. Hetta kemur av, at hann
kemur
úr
umhvørvinum
hjá
mammu míni í Havn. Tey vóru javn
gomul. Sjúrður kom nógv inn á
verkstaðið hjá abba mínum, Pola
skómakaranum, sum búði í Kon
radsbrekku. Her kundu teir sita og
práta um alt millum himmal og
jørð. Tað er so hent hjá skómakar
um, at teir kunnu práta, meðan teir
arbeiða.
Teir gjørdust so mikið væl, at
abbi lovaði Sjúrði, at hann skuldu
sleppa at bera hann, tá ið hann eina
ferð skuldi fara til gravar. Tá hann
doyði í 1957 møtti Sjúrður eisini
upp at gera vart við hesa tilsøgn.
Nei, “tíverri vóru berararnir longu
bidnir,” fekk hann til svar.
Sjúrður var eisini væl við
mammubeiggja mín Niels Juel Há
berg, og tað vóru ikki smávegis søg
ur, sum Niels Juel kundi fortelja
frá Sjúrði. Tað mundi vera av hes
um skyldskapi, at vit vit báðir
komu at kennast. Vit hittast ikki
uttan at fáa eitt prát, og tað var ofta.
Sjúrður var sera vitandi maður, og
tað sigst, at hann hevur sett mangan
“góðan” mannin fastan við síni
vitan.
Tað er ikki nakað dulsmál, at
Sjúrður var ikki vanligur. Hann
varð sendur niður aftaná kríggið, tí
hildið var, at honum tørvaðu sálar
liga viðgerð. Hann kom til samrøðu
við
serfrøðingar,
sum
skuldu
staðfesta, hvussu galið tað var við
honum. Men hann setti teir allar
fastar. Tá ið hann varð spurdur um
okkurt, kom hann við mótspurning
um, sum hesir “klóku” ikki kundu
svara uppá. Tað segðist, at ein
spurningur var, um hann visti dagin
fyri “Danmarks Befrielse” í 1945.
Jú, tað var dagin eftir “Staunings
dødsdag”. Teir so at hyggja og
finna fram til, at Stauning doyði 3.
mai, tað var í 1942. Fráboðanin um
at Danmark var frælst kom 4.
mai.
Tað var skjótt, at funnið varð
fram til, at Sjúrði bilaði einki, og
tað sigst, at pápi hansara fekk eitt
fjarrit, sum segði: “Deres søn er
ikke sindsyg!” Sjúrður hevði enntá
hevur pappír uppá tað. Tað er meira
enn flest onnur hava. Sjúrður kom
so heim aftur, og tað er Havnin ikki
blivin keðiligari av!
Væl kendur í gamla
kirkjugarði
Vit báðir høvdu ein serligan felags
áhuga. Tað var gamli kirkjugarður í
Havn. Her var Sjúrður granni eins
og eg sjálvur. Hann kendi heilt
nógvar av gravunum, har nøvnini
ikki kundu síggjast á gravsteinunum
ella eingir steinar vóru. Men sum
ofta er, tað verður ov seint byrjað at
spyrja. Men okkurt gott íkast er
komið frá honum í samband við
kirkjugarðin og røðina “Hendur ið
Sleptu.”
Sjúrður hevði eisini ein sera stór
an áhuga fyri samfelagsviðurskift
um og hevði eina greiða hugsan
um “dagsins mál”. Hetta gjørdi, at
hann ofta sat í tinginum sum áhoyr
ari, men Sjúrður helt ofta lítið um
orðalagið hjá tingmonnum.
Viðhvørt stóð so nógv á Sjúrði, at
hann fekk ikki bara sær og mátti
svara til. Tað hevur hent seg, at hann
fekk átalu frá løgtingsformanninum!
Men tað helt honum ikki aftur at
gera vart við seg næstu ferð.
Sjúrður las eisini nógv. Tað var
neyvan dagur, at hann ikki var inni
á býarbókasavninum, har hann
fyrst og fremst las bløðini.
Sjúrður hevði sum yngri fyrifall
andi arbeiði. Í bókini hjá Hans
Paula Johannesen er mynd av salt
fiskalanding, har hann koyrir trillu
børu.
Sjúrður gjørdi ikki so nógv burt
ur úr sær sjálvum. Tá hann hevði
rundar føðingardagar, rýmdi hann
til Reykjavíkar, har hann búði hjá
Frelsunarherinum, har hann var ein
vælkomin gestur. Seinast hann
annars var “sæddur alment” var á
sjónvarpsmøti í Evangeliihúsinum,
har hann plagdi at koma.
Sjúrður búði saman við systru
num á Dalavegnum. Hann plagdi at
fara ørindi fyri tær. Fyri kortum
spurdi Sjúrður ein bróðurson, um
hann ikki mundi vera Føroya elsti
ørindadrongur. Jú, tað var einki at
ivast í! Tað dámdi honum væl.
Hann var ein einari, og tað vildi
hann eisini vera.
Sjúrður fór til gravar týsdagin frá
kirkjugarðskapellinum, har Heri
Joensen helt eina vakra talu um
Sjúrð. Nokk so fitt av fólki fylgdi
honum. Sjúrður var nakað serstakt.
Kanska seinasti originalur í Havn í
positivari merking. Tað verður
saknur í honum. Hann verður ein,
sum fólk koma at minnast.
ó.
Dagurin
3. desember. Sveinur. Teir vita einki um halgimenni við hesum navni. Norrønt navn ið merkir ungur maður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Klæmint Nónklett
ættaður úr Lamba
búsitandi á Glyvrum
andaðist á Landssjúkrahúsinum 1. desember,
78 ára gamal
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin 3. des. kl. 16 í Elim í Søldarfirði.
Jarðarferðin verður hósdagin 4. des. kl. 13.00 úr Elim.
Dinna og Pauli
Tey, ið vilja minnast Klæmint, kunnu lata eina gávu til
Datafelagið á Bakka, konta í Eik og Føroya Banka
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
mintust til mín á 70 ára degnum 21. nov.
Heilsan
Kristina Magnussen
Sjúrður Skála
– ein býarmynd farin
Sjúrður vitjaði javnan á býarbókasavninum. Her á sínum 95 ára føðingardegi