Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 233 - 3. desember 2008 ] Huntelaar til Real Madrid 25 ára gamli Ajax- spælarin verður avloysarin hjá lang- tíðarskadda Ruud van Nistelrooy. Í januar skiftir hann til Real Madrid, sum má gjalda Ajax 200 milliónir krónur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skaðin hjá Nistelrooy hev­ ur ikki gjørt tilveruna lætt­ ari hjá kongaliga felagnum í Madrid, sum als ikki hev­ ur staðið arvafíggindunum úr Barcelona mát í ár. Nú er tó greitt, at ein annar hollendingur avloys­ ir van Nistelrooy, tí í jan­ uar mánaðir skiftir Klaas Jan Huntelaar úr Ajac til Real Madrid fyri 27 milliónir eurur, svarandi til 200 milliónir krónur. 25 ára gamli Huntelaar hevur leingi verið undir sjóneykuni hjá fleiri europiskum stórfeløgum, men púrasta óávirkaður hevur hann støðugt banka mál inn fyri Ajax. Í Ajax hevur hann í 224 dystum skotið ikki færri enn 167 mál. Og hóast hampuliga feskur í landsliðshøpi, so hevur hann her skotið 10 mál í 16 dystum. Tað hevur verið nóg mikið til at sannføra Real Madrid, sum við sáttmál­ anum hevur tryggjað sær spælaran fram til 2013. Huntelaar verður sætti hollendski spælarin í ver­ andi hópinum hjá Real Madrid. Hópurin telur undan hesum Ruud van Nistelrooy, Wesley Sneijd­ er, Rafael van der Vaart, Arjen Robben og Royston Drenthe. Venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum hevur tikið út sjey debutantar til EM- endaspælið, sum byrjar í morgin Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Danska kvinnulandsliðið, sum fór frá sigur til sigurs báðumegin aldarskiftið, hevur verið í aldudalinum seinastu árini. Jan Pytlick gavst, sum landsliðsvenjari í 2005, men nú stendur hann aftur á odda fyri donsku kvinnunum, sum skulu spæla ímóti Fraklandi í fyrsta dystinum í EM­ endaspælinum. Dysturin byrjar kl. 19.15 í annað­ kvøld. Hini liðini í innleið­ andi bólkinum eru Rumenia og Ungarn. Jan Pytlick stóð á odda fyri danska liðnum, sum vann olympiskt gull í Sidney í 2000, og í Athen í 2004. Pytlick vann eisini evropameistaraheitið við donsku kvinnunum í 2002. Harumframt vann Pytlick silvur til EM­endaspølini í 1998 og í 2004. Jan Pytlick hugsar ógvuliga langsiktað, tí hann hevur tikið út heilar sjey spælarar, sum ikki hava roynt seg í einum OL, HM ella EM­endaspælið fyri A­ landslið áður. Gitte Aaen, Lotte Grigel, Lærke Møller, Camilla Dalby, Maibritt Kviesgaard, Susan Thors­ gaard og Christina Pedersen koma allar at taka lut í sínum fyrsta endaspæli fyri A­landslið. Mest spennandi av hesum nýggju spælarunum er playmaker­duettin, Lotte Grigel og Lærke Møller, sum eru ávikavist 17 og 19 ára gamlar. ­ Eg kenni ikki nakað trýst á okkum. Vit hava jú Katrine Fruelund og Rikke Skov á vinstra bakki, sum kunnu stuðla okkum sigur LotteGrigel við danska TV 2. Pytlick hevði ikki rúm fyri tí rutineraðu Mette Sjøberg. Ikast­Brande spæl­ arin hevur havt trupuleikar við rygginum seinastu mánaðarnar. Russland er komið væl frá byrjan. Týskland vann á makedonsku vertunum Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í gjárakvøldið byrjaði EM­ endaspælið í kvinnuhond­ bólti í Makedonia. Svenska kvinnulandsliðið, sum hev­ ur livað í skugganum av norsku og donsku avrikun­ um seinastu 20 árini, fekk eina sera vánaliga byrjan uppá EM­endaspælið. Tað varð mett, sum sjálvsagt, at Svøríki fór at vinna á Hvíta­ russlandi, sum varð mett at fara at verða botnproppur í bólki C. Aftaná 1. hálvleik førdu svensku kvinnurnar 13­7, men í 2. hálvleiki datt tað svenska spælið saman, og tað eydnaðist hvítarus­ sisku kvinnunum at stríða seg til ein 21­21 javnleik, og varð fagnaðurin stórur hjá Hvítarusslandi, tá stigið varð komið í hús. Svenskir miðlar samanbera kiksarin í kvøld við kiksaran hjá svenska íshokkilandsliðn­ um, á olympisku vetrarleik­ unum í Salt Lake City í 2002, tá Svøríki tapti fjórðingsfinaluna ímóti júst Hvítarusslandi. Russland væl í gongd Í sama bólki vann Russland ein tryggan 31­22 sigur á Eysturríki. Hálvleiksstøðan varð 13­10 til Russland. Tær russisku kvinnurnar vóru serliga sterkar í kontra­ spælinum, har tær settu nógvar bóltar inn. 2000 áskoðarar møttu í Skopje til grannauppgerðina millum Kroatia og Serbia. Kroatia vann 30­26. Í 1. hálvleiki rann Kroatia Ser­ bia um koll. Hálvleiksstøðan varð heili 17­8 til Kroatia. Serbia kom frægari inn í dystin í 2. hálvleiki, uttan tó at hótta Kroatia. Týskland vann 25­22 á vertstjóðini, Makedonia. Týskland varð á odda 11­10 í hálvleikinum. Danmark og Noreg skulu í eldin í annaðkvøld. Í bólki A spælir Danmark ímóti Fraklandi kl. 19.15. Í sama bólki spæla Ungarn og Rumenia kl. 17.15. Í bólki B spælir Noreg ímóti Spania kl. 18.15. Kl 16.15 spæla Portugal og Ukraina. Pytlick satsar uppá ungu spælarnar Katrine Fruelund er ein av spælarunum, sum skal bera nógv, nú danir seta nýtt fólk við á kvinnulandsliðnum Mynd: Polfoto Svøríki snávaði ímóti Hvítarusslandi Fleiri europisk stórfeløg hava ligið fram við eftir undirskriftini hjá Klaas Jan Huntelaar seinnu árini. Nú verður tað so í Real Madrid, at hann skal royna seg Valencia í fíggjarneyð Spanska stórfelagið, Valencia, er um at fara á húsagang. Spanskir miðlar skriva, at felagið í løtuni samráðist við peningastovnar um at endurfíggja part av skuldini hjá felagnum. Júst í løtuni er hetta tó lættari sagt enn gjørt, og tí er ítøkiligur vandi fyri, at felagið skal rinda 375 milliónir undan ársskiftinum. Teir pengarnar hevur felagið ikki tøkar, og tí kann endin verða, at felagið verður kravt á húsagang. Í summar segði leiðslan í felagnum annars, at fíggjarliga støðan var sterk. Og hóast Real Madrid var til reiðar at rinda ovurhonds stóra upphædd fyri David Villa, segði felagið nei­takk. Svartur november hjá Sivic November mánaður var einki serligur fyri fyrrverandi VB­, B36­ og KÍ­venjaran, Tomislav Sivic, sum nú er venjari hjá Kecskemét í bestu ungversku fótbóltsdeildini. Kecskemét hevur annars tikið øll á bóli við eini framúr byrjan, men í november eydnaðist bert at fáa tvey stig burtur úr trimum dystum. Tomislav og hansara menn liggja tó framvegis væl fyri í stríðnum um europisk atgongumerki. Teir hava 21 stig eftir 15 dystir, og tað eru bara trý færri enn Haladás, sum er á fjórða plássinum í deildini. Málverjar: Karin Mortensen, Christina Pedersen Vinstri vongur: Henriette Mikkelsen og Gitte Aaen Vinstri bakkur: Rikke Skov, Trine Troelsen og Katrine Fruelund Playmaker: Lotte Grigel og Lærke Møller Høgri bakkur: Louise Mortensen og Camilla Dalby Høgri vongur: Josephine Touray og Maibritt Kviesgaard Strikuspælari: Lene Lund Nielsen, Kamilla Kristensen og Susan Thorsgaard Danski hópurin