mikudagur 3. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 233 - 3. desember 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Christian Høgni er
nummar trý
Á yvirlitinum hjá AB yvir málskjúttar og spælarar, sum
hava lagt upp til málini hjá AB, teir fyrstu 15 dystirnar
í hesum kappingarárinum í næstbestu donsku fótbólts
deildini, er føroyski landsliðsspælarin nummar 3. Telur
ein bara málini við, so liggur Christian Høgni Jacobsen
á einum deildum 1. plássið saman við Poul Hübertz.
Poul Hübertz
6 mál 4 assist samanlagt 10
David Boysen
4
3
7
Christian Høgni
6
0
6
Klaus Lykke
2
4
6
Martin Heinze
0
6
6
Casper Andersen
4
1
5
Glenn Darlie
2
3
5
Henrik Lyngsø
2
0
2
Kenni Olsen
1
1
2
Anders Theilgaard
1
1
2
Thomas Asmussen
1
0
1
Niclas Rønne
1
0
1
Rasmus Nielsen
0
1
1
Kenneth Bjergsted
0
1
1
Thomas Jari
0
1
1
Andreas Sørensen
0
1
1
Mads Villadsen
0
1
1
Sjálvmál
1
1
-heris
Nú verður loksins
aftur kappast í
badminton í Klaksvík.
Kappingin komandi
leygardag verður ein
Grand Prix kapping.
Badminton
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Klaksvíkingar ætla nú at
gagnnýta, at teir hava fingið
optimalar umstøður, til at
spæla badminton, og fer tað
nú at síggjast aftur í virk
seminum hjá Klaksvíkar
Badmintonfelag. Komandi
leygardag
stendur
ein
Grand Prix badmintonkapp
ing á skránni. Henda Grand
Prix kappingin er liður í
eini størri, og meiri umfat
andi kapping, sum verður
avgjørd, tá kappingarárið
2008/2009 endar. Nógv
yngri fólk íðka badminton í
Klaksvík nú, og gevur tað
eitt gott grundarlag fyri
slíkum kappingum.
Grand Prix kappingin er
fyri børn og ung. Talan er
um tríggjar aldursbólkar.
Tey, sum eru undir 11 ár, 13
ár og 15 ár. Badmintonspæl
arar úr øllum landinum fara
at taka lut í kappingini.
Klaksvíkar Badmintonfelag
sigur í einum tíðindaskrivi,
at kappingin byrjar klokkan
10 leygardagin, við teimum
sum eru undir 11 ár. Kapp
ingin heldur síðani fram við
teimum sum eru undir 13 ár
klokkan 13, og endar við
luttakarunum,
sum
eru
undir 15 ár klokkan 15.
Grand Prix kapping hildin
í Klaksvík
FSF bjóðar fólki at
keypa atgongumerki
til heimadystirnar hjá
landsliðnum í 2009
fyri avsláttarprís.
Tilboðið er galdandi í
desember
FótBóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
FSF bjóðar nú fólki at
keypa atgongumerki til teir
tríggjar heimadystirnar í
HMundankappingini fyri
avsláttarprís. Fólk kunnu
keypa eitt gávukort at geva
øðrum ella sær sjálvum
til jóla. Við einum gávukorti
sleppur ein vaksin persónur
til allar tríggjar HMundan
kappingardystirnar hjá før
oyska Alandsliðnum fyri
ein samlaðan kostnað uppá
350 krónur. Eitt barn slepp
ur til allar tríggjar landsdyst
irnar
fyri
100
krónur.
Heimadystirnir hjá føroyska
Alandsliðnum, sum talan
er um, eru 10. juni móti
Serbia, 12. august móti
Fraklandi og 9. september
móti Litava.
Dystirnir
verða
allir
spældir á Tórsvølli, og í
góðari árstíð. Gávukortið
gevur tó ikki atgongd til ein
møguligan vinardyst, um
føroyska landsliðið spælir
ein slíkan á heimavølli í
2009. Við einum gávukorti
kann ein eisini tryggja sær
eitt gott pláss á Tórsvølli.
Her er talan um rættiliga
umfatandi avsláttur. Gjøgn
umsnittsprísurin plagar at
liggja um tær 200 krónurnar,
so fyri ein vaksnan persón
eru umleið 250 krónur at
spara. Og so slepst sjálvandi
eisini undan bíðurøðunum,
sum ofta eru, tá keypast
skal í seinastu løtu. Gávu
kortini kunnu bíleggjast
gjøgnum heimasíðuna hjá
FSF, www.football.fo, frá
nú og til jóla.
Atgongumerki til landsdystir
við avslátri
Í fjør funnust fólk at, at
atgongumerkini til landsdystir
hjá FSF vóru ov dýr. Nú ber
til at keypa samlaðan pakka
til tríggjar landsdystir fyri 350
krónur
Lesið Sosialin - so eru tit við