Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 233 - 3. desember 2008 Ein av nýggjheitunum á Paris Motor Show í oktober var Seat Exeo, ið er ein sedan, sum er bygdur yvir ein Audi A4 plattform. Bilurin kemur á marknaðin í 2009 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Leingi hevur ljóðað at Seat fóru at koma við einum nýggjum bili í størra miðal­ klassanum. Fleiri tekningar hava verið vístar í ymiskum bilbløðum við nøvnum sum t.d. Seat Bolero og Seat Proteto. Men endaliga úrslitið er hesin nýggi Seat Exeo, sum varð presenter­ aður á Paris Motor Show i oktober. Seat Exeo líkist nógv Audi A4 bæði uttan og innan, men við sínum egna identiteti. Bilurin verður gjørdur á Seat verksmiðjuni í Martorell, nærhendis Barcelona. Í fyrstu atløgu verða seks ymiskir motorar at velja ímillum, sum allir lúka teir strongu Euro­5 normarnir fyri CO2 útlát. Tíggir bensinmotorar frá 102 til 200 hk, og tríggir diesel­ motorar frá 120 til 170 hk. Roknað verður við, at Seat Exeo verður bíligari enn Audi A4. Seat EXEO kemur á spanska marknaðin á vári í 2009 og síðan eisini til rest­ ina av evropeiska marknað­ inum. Exeo - Seat útgáva av Audi Nýggi Exeo er ein væl útgjørdur sedan við Audi designi, men eyðkendum Seat stíli framman Eisini aftan hevur Exeo sín egna Seat indentitet Exeo líkist rættuliga nógv Audi A4 innan bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05, fríggjadag kl. 8.00 og leygardag kl. 13.