Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 3. desember 2008 23 Umframt vanligar skutarar og motor­ súkklur er MC­ Sølan, sum nakað nýtt, farin at selja avlamisskutarar til tey sum eru illa gongd ella hava ein serligan tørv. Talan er um bæði bensin­ og elskutarar við trimum ella fýra hjólum MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo MC-Sølan í Slættanesgøtu í Havn hevur eitt stórt úrval av bæði motorsúkklum og skutarum av nógvum ymisk- um sløgum og støddum. Sum nakað nýtt eru nú eisini avlamisskutarar við í vøruskránni. Talan er t.d. um EasyGo Jupiter L4 og PGO TR3-50. EasyGo Jupiter L4 er ein væl útgjørdur el-skutari á fýra hjólum, sum er gjørdur til tey sum eru illa gongd og hava tørv á einum vogni, sum er góður at sita í og er behagiligur. Jupiter L4 hev- ur ein sergjørdan undirvogn við komfortablari fjaðra- skipan og bleytum dekkum, soleiðis at hann er góður at koyra, eisini har sum undir- lendið ikki er so slætt. Setr- ini eru sum á einum bili við nakkastúttum og armlenum á báðum síðum. Umframt standardútgerð- ina fæst Jupiter L4 við nógv- ari eykaútgerð og kann byggjast upp eftir egnum ynski. Hann kann kann t.d. innilokast og eisini hava ein anhangara upp á sleip. Jupit- er el-skutarar fáast í ymisk- um støddum og til ymiskar prísir. Tann sum MC-Sølan hevur á goymslu kostar umleið 34.000 krónur. PGO TR3-50 PGO TR3-50 er ein avanser- aður skutari á trimum hjól- um, ið er sera væl egnaður til tey sum hava ein serligan tørv og samstundis ynskja sær ein smartan modernaðan skutara. Hesin líkist einum vanligum skutara framman, men hann hevur tvey hjól aftan, so eingin vandi er fyri at detta. PGO TR3-50 kostar 44.500 krónur Í sambandi við at Rás2 saman við MC-Søluni skipar fyri eini sms kapping um at vinna ein PGO PMX skutara til eitt virði upp á 15.000 krónur ber til at senda sms og skriva: ras2 mcsolan og senda tað til 1940. Vinningurin verður drigin 9. januar. Skutararnir kunnu síggjast og roynast hjá MC- Søluni í Slættanesgøtu. Svenska stjórnin er í hesum døgum undir trýsti fyri at hjálpa teimum báðum kreppuraktu bilverksmiðj- unum Volvo og Saab. Ford, sum eigur Volvo persónbiladeildina, og General Motors, sum eigur Saab, eru í stórum fíggjarligum trupulleikum og hava tí spurt seg fyri hjá svensku stjórnini um antin at hjálpa ella at yvirtaka Volvo og Saab. Sambært eini meinings- kanning í Dagens Nyheter ynskja 68 prosent av svenska fólkinum at stjórn- in á ein ella annan hátt ger tað so at svensku bilmerk- ini verða verandi í landin- um, tí svenskarar er stoltir av Volvo og Saab, sum eru ímyndin av Svøríki. Svenskarar stoltir av Volvo og Saab MC-Sølan við avlamisskutarum EasyGo Jupiter er sera væl egnaður til tey sum hava ein serligan tørv EasyGo Jupiter L4 er ein væl útgjørdur el-skutari á fýra hjólum PGO TR3-50 er ein avanseraður skutari á trimum hjólum Anders Berg frá MC-Søluni við PGO PMX skutaranum, sum er vinningurin í sms-kapingini sum Rás2 og MC sølan skipa fyri nøvn