hósdagur 4. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 234 - 4. desember 2008
Nógv færri partrolarar
undir Føroyum
Djúpvatnstrolararnir fiska upsa og verða vantandi inni
gjøgnum alla vikuna. Partrolararnir fáa minni av fiski nú,
men onkur av teimum letur tó væl at. Tað sær gott út í
sjónum. Frá hálvum september og allan oktober mánað varð
ikki roynandi fyri illveður. Tað er nógv minni av partrolarum
ið royna undir Føroyum nú. Tað liggja ikki minni enn 10
trolarar í løtuni. Teir smærru trolbátarnir fiska havtasku á
Skeivabanka og eystanfyri. Hesir trolararnir fingu lítið av
fiski í summar.
Frits í Listaglugganum
Leygardagin kl. 15 letur listamaðurin, Frits Johannesen
úr Fuglafirði upp eina framsýning í Listaglugganum í
Havn. Á sýningini hevur hann bæði málningar og
tekningar.
Landsstýrið ætlar nú
at geva løgregluni í
Føroyum slóðbrótandi
amboð at uppklára
brotsverk við, næstu
framtíð skal DNA
roynd goymast av øll
um, sum verða dømd
fyri álvarslig brotsverk
LøgregLa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað at verða munandi
tórførari hjá lógbrótarum at
goyma seg fyri løgregluni.
Tað ætlar Annika Olsen,
landsstýriskvinna, sær at
syrgja fyri.
Hon sigur, at hon nú fer
at arbeiða fyri, at lógin verð
ur broytt, so at tað eisini
skal bera til hjá løgregluni í
Føroyum
at
gera
eina
goymslu, har DNA roynd
av øllum lógarbrótarum,
sum hava framt grov lógar
brot, skulu skrásetast.
Í løgtinginum í gjár vildi
Bergtóra Høgnadóttir Joen
sen, løgtingskvinna, hava
av vita frá landsstýriskvinn
uni, um nakað røkist fyri, at
løgreglan í Føroyum eisini
sleppur
at
gera
eina
goymslu, har DNA royndir
verða skrásettar av øllum,
sum verða dømd sek í álv
arsligum brotsverkum.
Í hesi skrásetingini verða
DNA roynd bara goymd av
teimum, sum fáa minst
hjálvtannað árs fongsul.
Talan er sostatt ikki at um
at goyma DNA av hvørjum
bilførara, sum koyrir við
kenning, ella av hvørjum
innbrotstjóvi, har talan er
um smáttarí.
At taka DNA roynd av
fólki hevur púra onki upp á
seg, tí tað er krevst ikki
meiri enn at taka ein dropa
av spýtti upp á ein vattpinn.
Hon vísti á, at í øðrum
londum er DNA skrásetingin
eitt ómetaliga hent amboð í
royndunum hjá løgregluni at
loysa tórfør brotsverk, eisini
brotsverk, sum annars aldrin
høvdu verðið uppklárað.
Tekur málið upp
Annika Olsen, landsstýris
kvinna, sigur, at orsøkin til,
at tað ikki ber til, at gera
eina DNA goymslu í Føroy
um, er at rættargangslógin
ikki er dagførd.
Og eftir rættargangslógini,
sum nú er í gildi fyri Føroy
ar, er ikki loyvi at skipa
eina DNA goymslu.
Annika Olsen vísti annars
á, at longu í 2005 vildi fútin
hava landsstýrið at taka støðu
til um løgreglan í Føroyum
eisini skuldi fáa møguleikan
at skráseta DNA royndir og
leggja tær á goymslu, men
tað datt niðurfyri, tí rættar
gangslógin forðaði tí.
Rættargangslógin
er
donsk og tískil er tað fólka
tingið, sum skal samtykkja
broytingar hana.
Arbeitt verður við at
dagføra rættargangslógina
fyri Føroyar, men hóast
áheitanina frá fútanum, er
tann parturin, sum heimilar
løgregluni at skipa eina
DNA goymsla, ikki við í
teimum broytingunum.
Og hon ivast í um tað ber
til at fáa hendan partin við í
hesum umfarinum
Annika Olsen vísti annars
á, at longu í 2005 vildi fútin
hava landsstýrið at taka
støðu til um løgreglan í Før
oyum eisini skuldi fáa
møguleikan at gera eina
DNA goymslu, men tað
datt niðurfyri, tí rættargangs
lógin forðaði tí.
Men Annika Olsen stað
festi eisini, at hon er hugað
fyri at geva løgregluni í Før
oyum hendan møguleikan
og tí fer hon seinni at heita
á donsku ríkismyndugleik
arnar um at gera neyðugu
broytingarnar í rættargangs
lógini.
Annars vísti hon á, at í
næstu framtíð skal hon á
fund við danska ráðharran,
Brian Mikkelsen og hon
heldur, at hetta hevði verið
eitt gylt høvi at tikið spurn
ingin upp.
Hetta er sera týdningar
mikið og tað er uttan iva
skilagott at fáa eina DNA
skráseting í Føroyum.
Høvdu vit sloppið at
gjørt eina DNA skrá
seting í Føroyum,
hevði tað havt ómeta
liga stóran týdning
fyri okkum, sigur Berg
leif Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini hjá
løgregluni
LøgregLa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevði fingið ein
ómetalig stóran týdning
fyri okkara arbeiði at upp
klára brotsverk.
Bergleif Brimvík, leiðari
á kriminaldeildini hjá løg
regluni í Føroyum, sigur,
at tað heilt avgjørt stendur
ógvuliga ovarliga á ynski
listanum hjá løgregluni at
fáa loyvi til at gera eina
DNA skráseting í Føroy
um, har DNA royndir av
álvarsligum brotsverkum
verða goymdar.
Vit hava dúvað upp á
fingramerki í fleiri mans
aldrar, men tá ið DNA
royndirnar komu fram, varð
tað eitt satt gjøgnumbrot í
arbeiðnum hjá løgregluni.
Vit vóna sostatt eisini,
at vit fáa hendan møguleik
an í Føroyum, tí tað gevur
okkum heilt aðrar møgu
leikar at eyðmerkja lóg
brótarar.
Hann sigur, at sum støð
an er nú, hevur løgreglan
heimild at taka DNA
royndir, men trupulleikin
er, at lógin forðar fyri, at
tær verða skrásettar og
goymdar.
Bergleif Brimvík sigur,
at í Danmark hevur DNA
skrásetingin hjálpt løgregl
uni til at uppklára eitt hav
av brotsverkum.
Hann nevnir eitt dømi
um ein mann, sum fyri
kortum varð tikin fyri eitt
lítisvert brotsverk.
DNA roynd varð tikin
av honum og tá kom
løgreglan eftir, at royndin
samsvaraði við eina DNA
roynd, sum varð tikin í ein
um álvarsligum bankaráni
fyri átta árum síðani.
Í bankaráninum hevði
løgreglan tryggjað sær DNA
roynd av brotsmanninum og
hon varð goymd í skráseting
ini og tað feldi altso brots
mannin átta ár seinni.
Ein slíkan møguleika hev
ur løgreglan í Føroyum ikki.
Tað er ein stór forðing
fyri okkara arbeiði at upp
klára brotsverk og eg ivist
ikki í, at tað eru brotsverk,
sum ongantíð verða upp
klárað av tí sama, sigur
leiðarin á kriminaldeildini
hjá løgregluni.
DNA royndir verða bara
goymdar í sambandi við
lutfalsliga álvarslig brots
verk, har revsingin hevði
verið minst hálvtannað árs
fongsul.
Tað vil siga í sambandi
við álvarsligan harðskap,
morð, neyðtøku og annað
slíkt.
Bergleif Brimvík sigur, at
í donsku DNA skrásetingini
eru 35000 fólk skrásett og
eini
10.00015000
fólk
verða skrásett um árið.
Í 2004 vóru førdi danska
DNA skrásetingin til, at 475
brotsverk vórðu uppklárað,
í 2005 var talið 604 , í 2006
var talan um 833 brotsverk
og í fjør vóru 2040 brotsverk
uppklárað við støði í donsku
DNA skrásetingini.
Av teimum var í 10 før
um talan um rættiliga grov
brotsverk.
Sostatt er talið á brots
verkum í Danmark, sum
eru uppklárað við hjálp av
DNA skrásetingini, fimm
faldað seinastu fýra árini.
Okkara tilmæli er av
gjørt, at vit eisini fáa hend
an møguleikan í Føroyum,
samstundis sum rættargangs
lógin eisini verður dagførd,
tí hon er so dyggiliga afturút
sigld, sigur Bergleif Brim
vík.
Hetta hevur avgjørt
nakað við rættarkensluna at
gera, leggur hann afturat.
Løgreglan
vil hava
DNA
Nógv truplari at vera
lógbrótari í Føroyum
Løgreglan í Føroyum kann nú vænta sær eitt rættiligt gjøgnumbrot í møguleikunum at uppklára neyðtøkur, bankarán, morð og
onnur álvarslig brotsverk