Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2008 3 tíðindi Nú freistin er úti, eru 44 stuttsøgur komnar inn til stutt­ søgukappingina, sum Bókadeildin fór undir í heyst StuttSøgukapping Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Stórur áhugi hevur verið fyri stuttsøgukappingini, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags lýsti við fyrst í september í ár. Heili 44 stuttsøgur eru komnar inn, og eru er tær bæði úr Før­ oyum og útlondum, so nógv eru, sum vilja royna seg í kynstrinum at skriva stutt­ søgu fyri ungdóm. Kemur væl við Niels Jákup Thomsen, leið­ ari á Bókadeildini, fegnast um áhugan og sigur, at hetta kemur væl við, av tí at tað hevur verið soltið við skrivaðum søgum, sum er egnaðar til nútímans føroyskan ungdóm. Nú verða søgurnar allar latnar bókmentaligu nevnd­ ini hjá forlagnum, og síðan skulu tey velja eina ella tvær vinnarasøgur. Tey, ið vinna kappingina, fáa 12.000 kr hvør, sum Eik Banki letur, umframt at tey sleppa á ráðstevnu saman við fólki á forløgum í Føroy­ um og Norðurlondum, við drúgvum royndum í rit­ stjórnararbeiði. Harum­ framt verður kendur bók­ mentagranskari við, sum skal halda fyrilestur og annars geva frá sær góð ráð um at skriva. Hetta verður eisini gylt høvi hjá teimum báðum føroysku vinnarunum at sleppa at vera saman við øðrum bæði royndum og óroyndum rithøvundum úr teimum seks londunum úr norði. Ráðstevnan, sum Kultur­ kontakt Nord stuðlar, er sett at vera í februar komandi ár, men longu undan jólum fáa luttakararnir í skrivi­ kappingini boð um, hvør hevur vunnið spennandi kappingina. Fyri kilo 6990 Fyri kilo 4950 Fyri hvønn 6995 3,2 kilo fyri 12795 3 kilo fyri 11995 Fyri hvørja 11995 Fyri pakkan 2795 Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! 1,1 til 1,3 kilo um 2,6 til 3,0 kilo uml 70 g Íslendsk lambskrov Íslendsk lambstjógv Íslendskir lambsbøgir Enskar dunnur Nakkasteikir Turrur fiskur, íslendskur Glyvrar Klaksvík Tórshavn Tlf.447399 Tlf.455320 Tlf.355300 Spennandi jólagávuhugskot Upp til og við stødd 38: Kr. 300,- Frá stødd 39 og uppeftir: Kr. 350,- Hvítir Manchester skógvar Reyðir Manchester skógvar Liverpool skógvar Nýggj føroysk søgn Søgnin um sigur­ steinin hjá ravn­ inum hevur givið íblástur til nýggja barnabók, sum Bergur Rasmussen hevur skrivað bókaútgáva Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bergur Rasmussen dugir annað enn at týða Harry Potter. Eftir mong ár sum fastur týðari hjá Bóka­ deildini roynir hann seg nú sjálvur sum rithøvund­ ur við bókini Sigur­ steinurin. Við sær hevur hann unga myndprýðaran Sil­ ju Strøm, sum gongur á listaskúla í Skotlandi og hevur lagt stórt arbeiði í at gera øðrvísi, spennandi myndir til bókina. Grundað á gamla søgn Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Erla hoyrir okkurt skav aftan fyri seg og vendir sær á: ”Har stóð eitt grátt skepilsi á gólvinum framman fyri skápinum. Erla hvein. Gráa skepils­ ið stakk uppfrá og vendi sær kvikliga…” Sópikinn er úti í týð­ andi ørindum, og Erla er ein meinbogi á vegnum, so hann má taka eina skjóta avgerð, hvat gerast skal við gentuna. Nógv stuttligt og spenn­ andi spyrst burturúr sam­ bandinum millum vættur­ in og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Bókin er eisini sera væl egnað sum upp­ lestrarbók í hesum myrku, hugnaligu tíðum frammanundan jólum. Sigursteinurin er 148 bls., myndprýðingarnar eru í litum. Við bókini "Sigur­stein­ ur­in" r­oynir­ vir­kni Potter­­týðar­in Ber­gur­ Rasmussen seg nú sjálvur­ sum r­ithøvundur­ Yvir 40 kappast um bestu stuttsøguna Bókmentaliga nevndi hjá Bókadeildini fer­ nú at velja eina ella tvær­ vinnar­asøgur­ úr­ r­úgvuni av søgum, sum er­u komnar­ inn