Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Allar konsertirnar við ORKA og Budam á franska festivalinum, Transmusicales, eru útseldar Tónleikur Pól Esper H. Hansen polh@sosialurin.fo Frakland, Rennes: Frá 2. til 6. desember er TRANS­ MUSICALES festivalurin á breddanum í Rennes í Fraklandi. Vanliga koma umleið 40.000 áhoyrarar at lurta eftir tí nýggjasta, rútmiski tónleikaheimurin hevur at bjóða. Størstan týdningin hevur tó stóra tal­ ið av umboðum úr tónleika­ og miðlavinnuni, sum van­ liga luttaka á festivalinum. TRANSMUSICALES hevur sett føroyskan tónleik við ORKA og Budam í brennidepilin á festivalin­ um. Føroysku tónleikabólk­ arnir koma sum teir einastu, at spæla hvørt kvøld á festi­ valinum. Harumframt skal kendi franski tónleikarin, Yann Tiersen, sum hevur gjørt tónleikin til kendu filmarnar “Amelie” og “Goodbye Lennin” spæla saman við ORKA. Talan er um stórhending í føroyskari tónleikasøgu. Allar konsertirnar útseldar Longu áðrenn fyrstu kon­ sertina týskvøldið, vóru øll atgongumerkini útseld til konsertirnar. Tilsamans vera tað eini 1500 áhoyrarar, har av eini 300 fólk frá tónleika­ og miðlavinnuni, ið fara, at hoyra ORKA og Budam. Talan verður ikki bert um fólk frá tónleika­og miðla­ vinnuni úr Fraklandi, men úr 14 ymiskum londum. Tónleika- og miðlaheimurin Áhugin fyri framførslunum hjá ORKA og Budam er sera stórur. Stórar miðla­ fyritøkur hava gjørt ella fara at gera sendingar og greinar um ORKA og Budam. Eitt nú kann nevn­ ast, at stóra franska tíð­ indablaðið, Le Monde, hev­ ur skrivað eina langa grein um ORKA. Dømi um miðl­ ar annars eru The Guardian, Observer, AFP, France 3, Libération, L’Express, TF1 og Canal B. Týðandi fyritøkur sum t.d. EMI, Rolling Stone Magazine og Glastonbury Festival hava tryggjað sær pláss til framførslurnar hjá ORKA og Budam. Harumframt eru fýra sjónvarpsrásir, sum senda frá framførslunum hjá ORKA og Budam. Franska sjónvarpsrásin France 3 ger ein film um Yann Tiersen, har upptøkurnar frá kon­ sertini hjá ORKA verða nýttar. Herlé Jouon, projekt­ leiðari viðvíkjandi filmin­ um, ummælti fyrstu fram­ førsluna hjá ORKA sum eitt satt upplivilsið. Í samrøðu við Herlé Jounon lýsti hann søguna og tónleikin hjá ORKA sum nakað heilt serstakt. At uppliva fram­ førsluna hjá ORKA var sum sita á rossabaki í fjøllinum, meðan vindur blæsur í and­ liti. Eitt serstakt upplivilsið. Heimspressan varpar ljós á ORKA og Budam ORKA á palli í Renne í Fraklandi: Stórar miðlafyritøkur hava gjørt ella fara at gera sendingar og greinar um ORKA og Budam. Stóra franska tíðindablaðið, Le Monde, hevur skrivað eina langa grein um ORKA. Annars eru eitt nú The Guardian, Observer, AFP, France 3, Libération, L’Express, TF1 og Canal B við á konsertunum og sýna føroyingunum stóran áhuga Mynd: Dominique Vrignaud 80 prosent uppsøgd Húsa­ og íbúðarsølan í Íslandi er at kalla steðgað upp orsakað av fíggjarkreppuni, og tað sæst eisini aftur á skrivstovunum hjá fyritøkunum, sum fáast ella kanska rættari sagt fingust við at selja fastar ognir. Morgunblaðið skrivar, at umleið 80 prosent av starvsfólkunum á fastognarsølunum eru saøgd úr starvi í hesum árinum. Ein talsmaður fyri áhugafelagið hjá fastognarsølunum sigur við blaðið, at kemur ikki vend í teir næstu mánaðirnar, má roknast við, at fleiri av fastognarsølunum fara at lata aftur. Sigldu Útnyrðingsleiðina Fyri fyrstu ferð hevur eitt handilsskip siglt ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina, sum er siglingarleiðin norðan fyri Kanada millum Atlantshavið og Kyrrahavið. Kanadiska sjóverjan sigur við sjónvarpið CBC News, at eitt skipið MV Camilla Desgagnés hjá reiðarínum Desgagnés Transactic hevur siglt Útnyrðingsleiðina, og at skipið lossaði farm í fleiri plássum fram við norðurkanadisku strondini. Kanadiska sjóverjan sendi ein ísbrótara at fylgja skipinum, men tað fekk ikki brúk fyri hansara hjálp, sigur CBC.