Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Hóast Kringvarpið hevur hótt við at skerja Dag og Viku og aðrar sendingar, ið eru vørumerkini hjá Kringvarpinum, so noktar Annika Mittún Jacobsen, at tað er ein provokatión ímóti politikarunum Miðlar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár var kunnandi fundur í Sortudíki um fíggjarligu støð­una hjá Kringvarpinum. Har kom millum annað­ fram, at um Kringvarpið­ ikki fær fleiri inntøkur, so er møguleiki fyri, at tey skerja sendingar sum 3-2 og Dag og Viku burtur. - Eg vóni ikki, at tað­ verð­- ur uppfatað­ sum ein provo- katión. Tað­ er bara eitt av fleiri møguleikum, um vit ikki fáa meira pening at arbeið­a við­, men tað­ er ikki nakað­ vit, at vit skulu nýta Dag og Viku sum trumf fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sigur Annika Mittún Jacob- sen. Hon leggur afturat, at 3-2 og Dagur og Vika eru sendingarnar, ið­ kosta mest at gera, og tí er tað­ nær- liggjandi at hugsað­ um tær. Lønarhækkingar og inntøkustopp Annika Mittún Jacobsen vísir eisini á, at lønarhækk- ingar hava verið­ seinastu árini, samstundis sum lønar- útreið­slurnar bara eru hækk- að­ar. - Lønarútreið­slurnar hjá Kringvarpinum eru bara hækkað­ar seinastu árini, og tað­ er prísvøksturin í land- inum sum heild eisini. Í veruleikanum er Kring- varpsgjaldið­ lægri í dag, enn tað­ var fyri fýra árum síð­ani, tí alt annað­ er dýrkað­ eisini, fortelur kringvarps- stjórin. Mangla fimm milliónir Sambært Anniku Mittún Jacobsen, liggur inntøkan av kringvarpsgjaldinum um 40 milliónir, og tí metir hon tað­ vera nógvar pengar, ið­ resta í, tá fimm milliónir mangla. - Lønarútreið­slurnar hjá okkum liggja omanfyri 70 prosent av útreið­slunum. Tað­ er omanfyri tær 40 milliónirnar vit fáa í kring- varpsgjaldið­. Restin av inn- tøkunum koma frá lýsingum og inntøkunum frá eydnu- spølunum, og upphæddina av teimum vita vit ongantíð­ frammanundan. Tí er tað­ ikki so lætt hjá okkum at vita, hvussu nógvan pening vit hava, greið­ir stjórin í Kringvarpinum frá. Hava verið optimistar Hon greið­ir samstundis frá, at tey hava verið­ optimistar og tí hava tey víð­ka um virksemi, hóast tey vóru greið­ yvir, at tað­ fyrr hava verið­ trupulleikar við­ at fáa tað­ fíggjarliga hjá Kring- varpinum at hanga saman. - Tá eg byrjað­i sum stjóri, lá tað­ í kortunum, at kring- varpsgjaldið­ skuldi gjaldast yvir skattin, og tað­ var har vit vónað­u at ein loysn fór at finnast. Nú arbeið­a politikararnir eisini við­ onkrum so kanska vit kundu havt bíð­að­ við­ at kunnað­ starvsfólkini, men tað­ hava vit valt at gera, og tí koma tíð­indini sjálvandi út til almenningin, sigur kringvarpsstjórin. Hon metir eisini, at tað­ hevð­i ver- ið­ rættast at gjalda kring- varpsgjald yvir skattin, so- leið­is, at tey, ið­ vinna nógv- an pening gjalda ein størri part av kringvarpsgjaldin- um. Klára ikki public service Annika Mittún Jacobsen metir eisini, at tey sum er, ikki megna at uppfylla sínar public service skyldur. Men at tað­ er ein náttúrlig orsøk til tess. - Public service er so øgi- liga nógv. Vit skulu røkka so øgiliga nógv, um vit skulu klára at røkja okkara public service skyldur. Tað­ klára vit ikki við­ verandi fíggjarligum karmum. Skuldi mann samanborið­ við­ nakað­, so kundi tað­ ver- ið­ í Danmark, har DR fær umleið­ tríggjar milliardir krónur. Taka vit so ein fak- tor 100, so skuldu vit havt 300 milliónir, sigur kring- varpsstjórin. Sum vónar, at ein loysn verð­ur funnin, soleið­is at kringvarpið­ kann vera ein savnandi mið­il fyri føroyingar í tíð­unum, ið­ nú standa fyri framman. Søkja eftir journalisti Samstundis sum Kringvarp- ið­ greið­ir frá, at teimum mangla fimm milliónir, fyri at fáa tað­ fíggjarliga at hanga saman, so søkja tey eftir journalisti til Dag og Viku, sum tey hava hótt við­ at spara burtur. Her er Ann- ika Mittún Jacobsen eisini optimist. - Vit fara ikki at steð­ga øllum arbeið­ið­, tí tað­ ikki sær so gott út fíggjarliga. Vit liva enn í vónini um, at ein loysn verð­ur funnin, og tað­ manglar ein journalistur, so vit fara at seta ein jour- nalist afturat, greið­ir kring- varpsstjórin frá. Hava rationaliserað - Í dag hava vit seks deild- arleið­arar, í mun til átta áð­renn. Tað­ hevur givið­ okkum eitt sindur av spar- ingum, við­ tað­, at bert tríggir av gomlu deildarleið­- arunum enn eru í Kring- varpinum, og teir, ið­ eru eftir, hava fingið­ eitt lønar- stopp, samstundis sum leið­- aratilleggið­ er tikið­ frá teimum, greið­ir Annika Mittún Jacobsen frá. Hon leggur afturat, at tey í dag eru munandi færri fólk, enn tey hava verið­. Góð­ 90 fólk í mun til eini 110 framman- undan. - Men mann má eisini minnast til, at tað­ tekur tíð­, áð­renn rationaliseringarnar veruliga síggjast, tí tað­ er ein stórur stovnur, og tað­ tekur tíð­, áð­renn veruligur munur sæst, greið­ir kring- varpsstjórin frá. Kanning vælkomin Preben Jensen, stjóri á útvarpsstøð­ini, Lindin, met- ir, at ein uttanhýsis kanning skuldi verið­ gjørd av Kring- varpinum fyri at kanna, um Kringvarpið­ veruliga ar- beið­ir so effektivt, sum tey kunnu. Hesari kanning býð­ir Annika Mittún Jacob- sen vælkomnari. - Vit sóu, hvat hendi við­ Landssjúkrahúsinum. Úr- slitið­ vísir helst, at vit hava alt ov lítið­ av peningi, so tann kanningin er meira enn vælkomin, sigur kring- varpsstjórin. Sum harvið­, er vís í, at kringvarpið­ í veruleikanum hevur tørv á nógv meiri peningi, um mann ynskir ein almennan public service mið­il. Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, metir, at Kringvarpið hevur tørv á nógv fleiri pengum fyri nakrantíð at kunna røkja sínar public service skyldur Jólagudstænasta í London Eftir umbøn frá Føroyafelagnum í London, hevur føroyska Fólkakirkjan skipað­ soleið­is fyri, at Henning Bøgesvang (myndin) prestur, heldur jólagudstænastu í donsku kirkjuni í London 14. desember kl 15. Undan kirkjugongdini verð­ur døgurð­i kl.13. Danska Kirkjan í London liggur á 4 St Katharine’s Precinct, Regent’s Park, London NW1 4HH. Ætlanin er framyvir, at ein prestur kemur úr Føroyum til London at halda gudstænastu tvær ferð­ir um árið­. Sleppa ikki enn í barnagarðin Børn heima á Sandi sleppa í fyrsta lagi aftur í barnagarð­ um 14 dagar, skrivar heimasíð­an hjá Kringvarpinum. Fyribils kanningar hava stað­fest, at blámusoppur er í barnagarð­inum, og nú verð­a gjøllari kanningar gjørdar. Børn og starvsfólk hava húsast í Sion og í Virkinum heima á Sandi, síð­ani blámusoppurin varð­ stað­festur fyrst í farna mánað­i. Í løtuni verð­ur bíð­að­ eftir úrslitum í kanning, HMP Consult og Dansk Bygningsanalyse standa fyri. Leið­arin fyri barnagarð­inum á Teiginum, Petrina Nolsøe, sigur við­ útvarpið­, at farið­ verð­ur ikki aftur í barnagarð­in, fyrr enn øll kanningarúrslit fyriliggja, og myndugleikarnir geva grønt ljós fyri hesum. Vil ikki provokera politikarar