Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Stjórarnir í báð­um privatu útvarps­ støð­unum í Føroyum, Jonhard Hammer og Preben Hansen, eru sannførdir um, at teir høvdu fingið­ meiri burturúr peninginum, ið­ Kringvarpið­ fær Miðlar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Preben Hansen og Jonhard Hammer, ið eru stjórar á ávikavist Lindini og Rás2, eru sannførdir um, at Kring­ varpið kundi fingið meiri burturúr sínum peningi. Í tíðargrein í blaðnum í dag, sigur Jonhard Hammer millum annað, at Kringvarp­ ið fær eitt ókeypis sendinet og yvir 60 milliónir krónur í inntøkum, meðan Rás2 klárar seg við 6,5 milliónum um árið. Tó er tað soleiðis, at Annika Mittún Jacobsen greiðir frá, at 20 milliónir í veruleikanum fara til út­ varpspartin. So munurin er ikki líka stórur. Lata pening til báðar rásir Preben Hansen metir eisini, at tað er harmiligt at kring­ varpið er eitt slag av almenn­ um stovni, samstundis sum tað eisini fungerar eitt sindur sum eitt partafelag. ­ Sum eg síggi tað, eru tveir ymiskir møguleikar. Antin skal kringvarpið vera fíggjað við almennum pengum, ella við lýsingum. Tað ber ikki til, at ein almennur stovnur skal hava so stórar fyrimunir í mun til tey privatu, so kanska skuldi Rás 2 eisini fingið pening frá landinum, greiðir Preben Hansen frá. Hann leggur tó áherðslu á, at Lindin ikki skal hava tílíkan pening, tí tað hevur skapt órógv aðrastaðni. Tøkniliga aftanfyri ­ Tøkniliga framgongdin í ólukkumát hevur ført djúpar rationaliseringar við sær kring allan heim. Snøgt sagt tí tær í dag ikki nýtist sama manpower til arbeiðið. Ella kanska er hesin parturin av tøkniligu menningini als ikki komin nær Sortudíki og at ein annar háttur kundi verið at útveitt uppgávur hjá stovn­ inum í fría kapping, sigur Jonhard Hammer. Preben Hansen, metir tó , at útvarpið kundi fingið nógv meira burturúr, um tey nýttu tøknina til fulnar, og ikki høvdu so nógvar millumleiðarar. Duga illa at stýra Jonhard Hammer metir eisini, at kringvarpsstjórin skal pakka saman, um hon ikki klárar seg við pening­ inum hon hevur. Hann held­ ur í hvussu so er ikki, at tað er gott, at hækka kring­ varpsgjaldið. ­ Legg ikki fleiri byrður á Føroya fólk. Tú fært yvir 60 milliónir í inntøkum og eitt ókeypis sendinet, meir kann ein ikki forlanga í 2009, sigur hann millum annað eisini í blaðnum. Eisini Preben Hansen tekur eitt sindur undir við hesum. ­ Eg veit ikki ordiliga pengarensli hjá Kringvarp­ inum, men eg eri vísur í, at tey kundu fingið meira burturúr, teimum pengunum tey fáa. Kringvarpið ikki gott nokk Mugu verja tey brekaðu Nógvar lógir skulu broytast, verður ST­sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu settur í gildi í Føroyum. Í dag stendur ongastaðni, at tað skal vera atkomiligt hjá fólki í koyristóli at koma inn á almenn støð. Tað sigur løgtingsins umboðsmaður sambært Kringvarpinum. Forkvinnan í Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, Laila Solmunde, hevur í fleiri ár stríðst fyri at bøta um korini hjá fólki við breki. Hon væntar, at ein hugburðsbroyting mótvegis brekaðum fer at fara fram millum fólk, um sáttmálin verður í gildi. Politikarar eru bjartskygdir, og vænta at ST­sáttmálin verður settur í gildi komandi ár, skrivar uf.fo. Carola kemur aftur við motorsúkkluni Carola Häggquist, ið vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, gjørdist bergtikin av føroysku náttúruni. ­ Eg finni næstan ikki orð fyri hesum ­ her er so friðarligt, segði hon við svenska blaðið Expressen, ið fylgdi við henni á einum fjalltúri leygardagin. ­ Higar vil eg koma aftur við míni Harley Davidson í summar og koyra runt á oyggjunum. Carola er kend fyri at dáma væl bilar og motorsúkklur. Hon koyrir oftani skjótt, og hevur mangan fingið bøtur, tá tað hevur gingið ov skjótt. Hon heldur nú á fram við síni konsertferð í Svøríki og skal í næstum til Finnlands at syngja. Preben Hansen og Jonhard Hammer meta, at Kringvarpið fær ov lítið burturúr sínum peningi, samstundis sum kringvarpsgjaldið er nóg høgt Rás2 húsast á loftinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni