hósdagur 4. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 234 - 4. desember 2008
Smyril Line fær ein tungvektara í
danskari sjóvinnu sum nýggjan
nevndarformann.
Fyrrverandi
stjórin hjá Torm reiðarínum skal
standa á odda fyri nevndina hjá
Smyril Line. Mánadagin hevur
Smyril Line aðalfund, og tá
verður nýggj nevnd vald. Ein av
limunum, sum landsstýrið fer at
velja í nevndina, er fyrrverandi
stjórin í reiðaríinum Torm, Klaus
Kjærulff. Sum skilst skal hann
verða nevndarformaður í Smyril
Line. 56 ára gamli Klaus Kjærulff
verður roknaður sum ein profilur
í danskari sjóvinnu, og hann
hevur í 33 ár starvast hjá Torm.
Seinastu átta árini var hann stjóri,
men valdi eftir egnum ynski at
gevast fyri trimum mánaðum
síðani. Stjórin í Supply Service í
Lorvík, Jens Meinhard Rasmus
sen, verður eftir øllum at døma
eisini ein av nevndarlimunum.
Rás2 skilir, at landsstýrið arbeið
ir við at seta kvinnur í nevndina
eisini.
Jubileums- og jólakonsert
leygardagin
Kristiliga Sangkórið hevur í ár 55 ár á baki og hevur síðani tá verið
virkið. Nú leygardagin verður fer kórið at framføra eina sangskrá í
Kommunuskúlanum, sum verður partvís ein jubileumskonsert við
afturlítandi tilfari og ein jólakonsert við yngri og eldri jólaløgum.
Konsertin verður í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16.
Jólamarknaður umborð á Norrönu
Týsdagin og mikudagin í næstu verður skipað fyri einum hugnaligum jólamarknaði
umborð á Norrönu, meðan hon liggur við bryggju í Havn. Her verður ymiskt at fáa
til keyps, eins og kokkurin umborð fer at borðreiða við eini serstakari matskrá til tey
vitjandi. Nógvur tónleikur verður umborð, gyklari fer at vitja og børnini fáa andlit
síni málað. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri slíkum jólamarknaði umborð,
men óhugsandi er ikki at hetta fer at endurtaka seg. Tað er ókeypis atgongd.
Smyril Line fær danskan nevndarformann
Fakfelagið hjá
miðlafólkum í
Føroyum, Føroysk
Miðlafólk, undrast
yvir hóttanirnar
hjá Anniku Mittún
Jacobsen, stjóra í
Kringvarpinum.
–Útsagnirnar skap ein
ótryggleika, sum er
øgiliga óheppin fyri
okkara limir, sigur
Anna V. Ellingsgaard,
forkvinna í Føroysk
Miðlafólk
Miðlar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein stórur partur av starvs
fólkunum
í
Kringvarpi
Føroya eru limir í felagnum
Føroysk Miðlafólk. Felagið,
ið
varðar
av
flestu
fólkunum, ið verða ávirkaði
av hóttanini hjá kringvarps
stjóranum Anniku Mittún
Jacobsen, undrast stórliga
yvir tær útsagnirnar, ið
kringvarpsstjórin er komin
við.
Tað verða nú neyvan
okkara limir, ið verða upp
sagdir, verða Dagur & Vika,
32
og
gudstænasturnar
niðurlagdar.
Men
verða
hesar deildirnar niðurlagdar,
skulu hesi fólkini umroker
ast inni í Kringvarpinum,
og bara tann ótryggleikin,
at tú ikki veit hvar tú skal
arbeiða, tá tú kemur til
arbeiðis, er øgiliga óheppin,
sigur Anna V. Ellingsgaard,
forkvinna
í
felagnum
Føroysk Miðlafólk.
Eru á varðhaldi
Fyribils ger felagið einki
við støðuna, men tey fylgja
gongdini neyvt. Áhugamálið
hjá felagnum er at limirnir
hava so optimalar arbeiðs
umstøður sum gjørligt, og
tí fara tey neyvan at sita
tigandi og hyggja at, so
leingi teirra limir ongan
hóming hava av, hvar teir
flóta.
Vit eru sjálvandi til
reiðar at taka neyðugu stig
ini, gerst tað neyðugt, men
nú mugu vit fyrst fáa at
síggja hvat hendir víðari.
Tað snýr seg í veruleikanum
um respektina fyri faklig
heitini hjá fólkunum. Mann
kann ikki bara vænta, at
mann púra óproblematiskt
kann flyta fólk runt á
deildunum
í
Kring
varpinum, vísir Anna V.
Ellingsgaard á.
Ógjørligt at
kvetta tíðindini
Sambært Annu V. Ellings
gaard er tað ein sera
óheppin útsøgn at koma
við, at tað eru tíðindini, ið
skulu skerjast burtur.
Tað undrar meg at
knívurin
opinbart
skal
setast júst har. Tað er óhepp
ið í allar mátar í mun til
tann leiklut, ið ein so
sterkur stovnur sum Kring
varp Føroya hevur sum
vaktarhundur hjá fólka
ræðinum, og sum spælir ein
so týðandi leiklut í okkara
fólkaræði. Tað er sera vanda
mikið at skerja í fólka
ræðisligu skylduni, sum ein
slíkur miðil hevur, greiðir
Anna V. Ellingsgaard, for
kvinna í Føroysk Miðlafólk,
frá.
Í roynd og veru ber tað
ikki til hjá Kringvarpinum
at niðurleggja Dag & Viku,
tá hetta er ein av teimum
ovastu
public
service
skyldunum
hjá
Kring
varpinum, saman við barna
sendingum og føroyskum
tilfari yvirhøvir.
Kringvarpið hevur eina
public service skyldu, og
saman við eini umráðandi
málsligari skyldu, eru hesi
kjarnuviði í public service
skylduni
hjá
Kring
varpinum, sigur Anna V.
Ellingsgaard.
Undarligt
politiskt spæl
Eitt tað, ið undrar for
kvinnuna í Føroysk Miðla
fólk mest, er at Mentamála
ráðið alla tíðina spælir
bóltin yvir aftur í banan hjá
Kringvarpinum.
Í stóran mun er public
service
hugtakið
eitt
politiskt
ideal
og
eitt
politiskt krav um upplýsing
til fólkið. Tá man setur eitt
politiskt krav, eigur man
eisini at kunna fíggja tað.
Tað undrar meg at eingin
hevur gjørt sær ein tanka
um, hvønn leiklut hasin
stovnurin hevur, og eg meti
at man eigur at gera sær
nakrar álvarlsigar tankar
um tað. Eg gangi eisini bara
út frá at mentamálaráð
harrin hevur gjørt sær
nakrar tankar um, hvat
eigur at standa í nýggju
public service avtaluni, sum
verður gjørd við Kringvarp
Føroya, sigur Anna V.
Ellingsgaard, forkvinna í
felagnum Føroysk Miðla
fólk.
Kringvarpsstjóri
harmast eisini
Stjórin í Kringvarp Føroya,
Annika Mittún Jacobsen,
harmast
um
íkomnu
støðuna.
Hví brúka tit m.a. Dag og
Viku sum hóttan, tá Public
Service skyldan ger, at tit
ikki hava loyvi at niður
leggja sendingina?
Um tað er tilfeldið, so
mugu vit fyrihalda okkum
til tað. Tað eru nógv ting í
kringvarpslógini, sum vit
ikki kunnu, og tað eri eg
kedd av at vit ikki klára.
Men hinvegin fært tú ikki
fólk at arbeiða uttan løn,
leggur Annika Mittún Jacob
sen dent á.
Sambært henni var hatta
bert ein kunning til fíggja
rnevndina
Átti tú ikki at vita tað,
áðrenn tú lagnaði út við
hasum útsagnunum?
Tað at tað verður blást
upp, er nakað, ið miðlarnir
gera. Hvat hevði tú gjørt,
um tú ikki hevði havt ráð at
fylgja lógini? Vit vilja sjálv
andi gera alt fyri at halda
lógina, staðfestir Annika
Mittún Jacobsen, stjóri í
Kringvarp Føroya.
- Tað undrar meg, at knívurin opinbart skal setast júst har. Tað
er óheppið í allar mátar í mun til tann leiklut, ið ein so sterkur
stovnur sum Kringvarp Føroya hevur sum vaktarhundur hjá
fólkaræðinum, og sum spælir ein so týðandi leiklut í okkara
fólkaræði
Fjølmiðlafólk undrast hóttanir
hjá kringvarpsstjóra