Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Fyrrverandi hand­ ils­maðurin, s­um í s­íðs­tu viku s­tóð ákærdur í Føroya Rætti fyri at hava s­nýtt s­kattavaldið fyri 1.278.498 krónur, fekk dómin í gjár. Hann ljóðaði upp á eitt ára fongs­ul og eina ís­koytis­bót á 1,2 milliónir krónur SKATTASVIK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað skuldi ikki løna seg hjá einum nú fyrrverandi hand­ ilsmanni í Havn, at føra kreativt bókhald við gávum frá mammuni sum eina høv­ uðsinntøkukeldu. Tí hesum trúði hvørki skattavaldið ella ákæruvaldið upp á. Málið var fyri í Føroya Rætti seinasta mikudag, og har vóru fýra vitnir avhoyrd. Fyrst og fremst handilsmað­ urin, ið stóð sum einasti ábyrgdarhavari av fyritøkuni – inntil hann fór av knóran­ um miðskeiðis í 90­unum, og fyritøkan varð endurreist í navninum hjá konuni. Tó framvegis við manninum sum ábyrgdarhavara. Men eisini kona hansara og bókhaldarin eins væl og grannskoðarin greiddu frá í rættinum. Málið byrjaði í 1998, tá hin ákærdi – sambært egn­ ari frágreiðing – byrjar at fáa gávur frá mammu síni. Hon var tá vorðin so óhjálpin, at hon ikki kláraði seg sjálva og tí flutti inn hjá soninum og hansara fam­ ilju. Ákærdi greiddi frá, at mamman hevði stórar upp­ hæddir í reiðum peningi, sum vórðu lagdir í peninga­ skápið hjá handlinum, tá mamman flutti inn. Ákærdi segði seg ongantíð hava greiði á, hvussu nógvan pening tað snúði seg um. Heldur ikki fylti peningurin undrunnarvert nógv í pen­ ingaskápinum. Nógvur peningur Nú kann tað vera trupult hjá einum leikmanni at meta um, hvussu nógv peningur reint fysiskt fyllir, tað veldst vælsaktans eisini um, hvussu stórir seðlarnir eru. Men havandi í huga, at talan var um rættiliga nógvan pening – heilt nágreiniliga 4.032.194 krónur – so burdi tað fylt nakað, eisini um talan var um eitt serliga stórt peningaskáp, metti ákærin. Nakað annað, sum undr­ aði ákæruvaldið – sum í hesum førinum hevði valt at kalla Lene Kraglund, sum í fjør summar skrivaði ákæruritið, heim at føra sakina – var, hvar mamman hevði allan henda nógva pening, og so haraftrat í reiðum peningi. Hesum megnaði hin ákærdi ikki at svara. Hvørki hvaðani peningurin stavaði, ella hví hann var í reiðum peningi. Hann loyvdi sær kortini at gita, at mamman hevði arvað peningin frá nøkrum av systrum hennara, sum vóru gamlar gentur og barnleysar. Men hví talan var um kontantir, fekst ongantíð greiði á í rættinum. Tað, sum hin ákærdi so hongdi sín hatt á, var egnar frágreiðingar um gávurnar frá mammuni, umframt eina váttan frá mammuni um, at talan var um hennara egnu pengar og at hon lat soninum teir sum gávu. Trupulleikin var kortini, at pengarnir ikki kundu sporast, og at ongar ábend­ ingar vóru um, hvaðani teir skuldu verða komnir frá. Yvir langt áramál Sum nevnt byrjaðu pengar­ nir at sýnast í roknskapinum fyri 1998, og árini eftir var gávur frá mammuni fastur táttur í roknskapunum. Inn­ gjøld vórðu javnan gjørd á peningakonti hjá handlinum, har viðmerkt var við hond av ákærda, at talan var um gávu frá mammuni. Í summum førum vórðu pengarnir kortini goldnir inn á konto hjá mammuni í peningastovni, og síðani fluttir á konto hjá handl­ inum. Hesar gávurnar strektu seg yvir eitt longri áramál, og nakað, sum vakti serligan áhuga hjá bæði skattavaldi og ákæruvaldi, var, at brutto­ vinningurin tóktist umvent proportionalur við støddina á gávunum frá mammuni. Árið við vánaligasta bruttovinninginum fall sam­ an við árinum, tá gávurnar frá mammuni vóru nógv størstar. Sambært ákæru­ valdinum lá bruttovinning­ urin hetta árið heilt niðri á 8%, meðan hann undan 1998 hevði ligið millum 25% og 30%. Og tað tulkaði ákæruvaldið soleiðis, at peningurin varð tikin úr fyritøkuni uttan um vanligu skipanina og goldin inn á kontoina hjá handlinum sum gáva frá mammuni. Harðan dóm Óvanliga stóru gávurnar frá mammuni, illgrunasamt lági og sveiggjandi brutto­ vinningurin í handlinum, og tann sannroynd, at einki sum helst kundi skjalprógv­ ast um, hvar mamman skuldi havt fingið savnað meiri enn fýra milliónir krónur, tá ársinntøkan lá undir 150.000 krónur, førdi til, at fútin valdi at ákæra fyrrverandi handilsmannin fyri skattasvik. Málið var sum nevnt fyri í Føroya Rætti seinasta mikudag, og dómurin fall so í gjár á miðdegi. Og ikki kann sigast, at ákærdi slapp snikkaleysur frá hesum møtinum við ákæruvaldið. Thi kendes for ret... fongsulsrevsing í eitt ár og eina ískoytisbót á 1,2 milliónir krónur. Tó skal ákærdi ikki inn at sita fongs­ ulsrevsingina, um hann í eini royndartíð á eitt ár ikki ger nakað revsivert. Ískoytisbótin kann hava eina umskiftisrevsing við sær, sum er hefti í 60 dagar. Hetta merkir í stuttum, at um ákærdi ikki rindar bótina á 1,2 milliónir, ger ákæru­ valdið útlegg í møguligum ognum og koyrir tær á tvings­ ulssølu. Eru ongar ognir at fara eftir, kann ákæruvaldið so krevja ákærda inn at sita í 60 dagar. Umframt fongsul og bót skal ákærdi eisini gjalda sakarmálskostnaðin. Enn hevur hin ákærdi ikki fingið dómin fráboðað­ an, og frá tí degi hevur við­ komandi 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt. Eitt ára fongsul og milliónbót fyri svik Hanagleiv fyri 79 kr. Nú ber til at keypa teknirøðina »Børkur Hanagleiv«. Í heftinum eru tær bestu søgurnar savnaðar í einum hefti fyri 79 kr. stykkið. Henda teknirøðin, sum sá dagsins ljós í 1985, hevur staðið í Dimmalætting síðani í 2000 og í Barnablaðnum. Dreymajól við The Dreams 22. desember skipar Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri jólakonsert við The Dreams í Hoyvíkshøllini. The Dreams fara millum annað at spæla sangir av nýggjastu fløguni ”Den nye by”. Konsertin er ætlað sum eitt trivnaðarátak millum børn og ung í Hoyvík. Tiltakið verður hildið í rúsfríum karmum, og verður peningaligt avlop, fer ágóðin til ungdómsarbeiðið hjá Tórshavnar kommunu í Hoyvík. Atgongdin er avmarkað, tí einans 1070 atgongumerki verða seld. Lene ikki praktik- antur Tá vit umrøddu sakar­ málið um skattasvik móti fyrrverandi handils­ manninum í blaðnum fríggjadagin, søgdu vit, at Lene Kraglund var í Føroyum í fjør summar sum praktikantur, og at hon í tí sambandi skriv­ aði ákæruna móti fyrr­ verandi handilsmannin­ um. Men hetta er sjálv­ andi ikki rætt. Lene Kraglund hevði skrivað ákæruna, og hon var komin til Før­ oya at føra sakina fyri ákæruvaldið, men tað var ikki sum praktik­ antur. Lene Kraglund er ein royndur fulltrúi hjá Ríkisadvokatinum, og tá hon var í Føroyum í fjør var tað ikki sum praktikantur. Hon var hinvegin útlánt til Før­ oya, ti vit høvdu nógv at gera, og at talan var um feriutíð, sigur Linda Hesselberg. Hon sigur, at Lene Kraglund hevur við før­ oysk mál at gera hjá Ríkisadvokatinum í Danmark, og at hon tí eisini nýtti tíðina í Før­ oyum at seta seg inn í Føroysk viðurskifti. Vit biðja orsaka mis­ takið. (-leo) Fyrrverandi handilsmaður er í Føroya Rætti dømdur fyri at hava ført meiri enn fýra milliónir krónur uttan um vanligu gjaldsskipanina og sett peningin inn á konto hjá handlinum sum gávur frá mammuni Modellmynd: Jens Kristian Vang