Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Jólakonsertir við Mpiri Jólahýrurin verður í hæddini, tá vokalbólkurin Mpiri komandi tíðina hevur jólakonsertir í Keypmannahavn. Føroyskur, russiskur og franskur jólasangur er á skránni, sum millum annað hevur verk eftir Trónd Bogason, Per Nørgaard, Pjotr Tjajkovskij og Francis Poulenc á. Mpiri fer eisini at syngja satsir frá vælumtóktu føroysku jólafløguni, sum vokalbókurin gav út í fjør. Konsertirnar verða 7. desember kl. 16 í Bellahøj Kirke í Brønshøj, 10. desember kl. 20 í Fredens Hus í Keypmannahavn Ø og 13. desember kl. 17 í Helligaands Kirke á Strøgnum. Jólakonsertir í Havn og Gøtu Sunnudagin verða jólakonsertir í Gøtu kirkju og Vesturkirkjuni. Tað eru kórini Eystanljóð og Tórshavnar Mannskór sum skipa fyri konsertunum, har bæði kórini luttaka. Við á konsertini verður Eivør Pállsdóttir, bæði sum solistur og einstaklingur. Eisini luttaka tónleikarar við fylgispæli. Hetta er aðru ferð at Eystanljóð (tá Felagskórið Gøta/Leirvík) og Tórshavnar Mannskór hava felags jólakonsert. Teir 25 sangararnir í Eystanljóð verða stjórnaðir av Petur Martin Johannesen, meðan fløguaktuella Tórshavnar Mannskór við sínum 40 sangarum verður stjórnað av Bjarna Restorff. Konsertirnar verða í Gøtu kirkju kl. 16 og í Vesturkirkjuni kl. 20. – Eitt er, at vit hava latið so nógv av okkara skerdu svartkjakvotu til russar. Annað er, at tað er sera trongligt og órógvandi í før­ oyskum sjógvi, tá uppi í 28 stórir russiskir trolarar hava fiskað her í senn – við fleiri enn 2.000 fiskimonnum umborð, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari og formaður í Felagnum Nótaskip Fiskiveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir nýggju sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Rusland, sum hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, kunnu tilsamans 20 russisk svart­ kjaftaskip í komandi ári fiska í føroyskum sjógvi í senn. Kristian Martin Rasmus­ sen, reiðari, sum var við til samráðingarnar, sigur, at tað hesaferð eydnaðist at minka um talið av russiskum skipum, sum kunnu fiska í føroyskum sjógvi í senn. ­ Tað hevur stundum ver­ ið rættiliga trongligt og órógvandi við so nógvum og stórum russiskum skip­ um í føroyskum sjógvi í senn. Reiðarin vísir á, at onk­ untíð hevur talið av russisk­ um trolarum verið heilt upp í 28. ­ Í nýggju avtaluni ynsktu russar at sleppa at fiska við upp til 25 skipum í senn, men hetta gekk føroyska samráðingarnevndin ikki við til. Tí er talið av russ­ iskum skipum, sum kunnu fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi samstundis, nú av­ markað til 20. Órógvandi Kristian Martin sigur, at meðan føroyingar hava havt fýra verksmiðjuskip í russ­ iskum sjógvi í senn, hava stundum út við 2.000 russ­ iskir fiskimenn fiskað í før­ oyskum sjógvi. ­ Talið av fiskimonnum umborð á russisku skipu­ num liggur millum 60 og 100 mans, og hetta merkir, at samstundis, sum einir 1.800­2.000 russiskir fiski­ menn hava kunnað fiskað í føroyskum sjógvi, hevur tal­ ið av føroyskum fiskimonn­ um í russiskum sjógvi verið einir 120­130. Reiðarin sigur, at stóra talið av russiskum skipum stundum hevur verið rætti­ liga órógvandi. ­ Jú, hesin stóri aktivitetur hevur ikki bara órógvað før­ oysku svartkjaftaskipini, men eisini okkara garna­ bátar og djúpvatnstrolarar. Kristian Martin Rasmus­ sen sigur seg væl skilja, at føroyingar lótu russum nógvan svartkjaft, tá nóg mikið var hjá øllum at fara eftir, samstundis sum vit tá kundu fáa sum frægast burt­ ur úr av toski í Barents­ havinum. ­ Stóri trupulleikin í dag er veldugi niðurskururin í svartkjaftakvotuni. Samlaða føroyska kvotan av svart­ kjafti komandi ár verður minni til sjey skip, enn eitt nú Christian í Grótinum einsamallur fiskaði eitt 2.000 russar í føroyskum sjógvi í senn ­ Seinastu fimm árini er Russland farið úr 34% av allari føroysku makrelkvotuni upp í 46% næsta ár, sigur Kristian Martin Rasmussen, formaður í Felagnum Nótaskip Fiskiveiðirættindi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sambært nýggju avtaluni millum Føroyar og Rusland sleppa føroysk skip at fiska meiri tosk í Barentshavinum næsta ár, og russar fáa meiri makrel frá føroyingum. Semjan millum londini ber í sær, at Rusland fær 100.000 tons av svartkjafti frá Føroyum næsta ár, og hetta er 20.000 tons minni enn í ár. Hinvegin fáa føroy­ ingar 1.600 tons av toski og 200 tons av hýsu aftrat í Barentshavinum. Afturfyri niðurskurðin í svartkjaftinum, sum í fyrsta lagi stendst av stóra niður­ skurðinum í heildarkvotuni av svartkjafti, fær Russland 4.100 tons aftrat av makreli í 2009. Føroyska makrelkvotan verður 12.800 tons næsta ár, toskakvotan eystanfyri 11.900 tons og hýsukvotan 1540 tons. Kvotan av flat­ fiski er 900 tons og óbroytt, og rækjukvotan verður eis­ ini hin sama, 1000 tons. Reiðari: Russar fingu ov - Russar fingu ov nógv í mun til, hvat vit fingu hjá teimum, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari - Stóri aktivitetur hjá russiskum svartkjaftatrolarum í føroyskum sjógvi hevur ikki bara órógvað føroysku svartkjaftaskipini, men eisini okkara garnabátar og djúpvatnstrolarar, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari