Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 234 - 4. desember 2008 Tveita tosk og upsa útaftur Kanningar hjá norska fiskiveiðieftirlitinum hava avdúkað, at skip úr ymsum ES-londum tveita tosk og upsa aftur í havið, tá tey royna í norska partinum av Norðsjónum. Í einari nýggjari frágreiðing hjá eftirlitinum stendur, at svensk skip tveita upsa útaftur, og at skip úr øðrum ES-londum tveita tosk útaftur. Sagt verður, at ES-skipini tveita 11 prosent av veiðini útaftur. Orsøkin er, at skipini fáa fleiri fiskasløg í sama háli, og at kvoturnar eru soleiðis settar saman, at skipini kunnu bara taka ein part av veiðini til lands, skrivar NTB. Messias í Fríðrikskirkjuni og Vesturkirkjuni Millum tey afturvendandi tónaverk, sum um hesa tíð fram móti jólum ljóma í kirkjum, samkomuhúsum og konserthøllum er oratoriið Messias, sum G. Fr. Händel festi á blað fyri meira enn hálvaritriðju øld síðan. Havnarkórið skipar fyri tiltakinum við stuðli frá øðrum kórsangarum í Havn, úr Klaksvík, Fuglafirði, av Eiði, úr Kvívík og úr Vestmanna, - tilsamans meira enn 70 úrvaldir sangarar. Musikkskúlalærarar og framkomnir musikkskúlanæmingar mynda 22-mannaða orkestrið, og teir fýra sangsolistarnir koma úr Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo og Wien. Konsertmeistari er Nikolas Kapnas, og dirigentur er Ólavur á Heygum Hátún. Framførslurnar verða í Fríðrikskirkjuni (myndin) leygardagin 13. desember kl. 16 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 14. desember kl. 16. nógv í sín part Russar ov nógv Formaðurin í Felagnum Nótaskip, Kristian Martin Rasmussen, heldur, at russ- ar fáa alt ov nógvan svart- kjaft fyri toskin í Barents- havinum næsta ár. - Vit halda, at russar í minsta lagi fáa 2.000 tons ov nógv av makreli og 20.000 tons ov nógv av svartkjafti. Formaðurin í felagnum og nótaskipareiðarin heldur, at Føroyar sjálvandi eiga at lata fyri at fáa kvotur í Barentshavinum, men hann heldur samstundis, at tað skal valdast, hvussu nógv vit lata afturfyri. - Seinastu fimm árini er Russland farið úr 34% av allari føroysku makrelkvot- uni upp í 46% næsta ár. Kristian Martin Rasmus- sen vísir á, at pelagiska vinnan hevur verið spurd – og hoyrd - men at hennara sjónarmið ikki vunnu frama. miðalár. Í dag halda vit, at toskurin eystanfyri er dýrt keyptur, sigur reiðarin og formaðurin í Felagnum Nótaskip. Nú viðfáningur Reiðarin sigur, at tá svart- kjafturin hevur verið meira enn 50% av grundarlagnum undir hesum skipi, er greitt, at stóri niðurskurðurin kem- ur at svíða. - Nú verður svartkjafturin bert viðfáningur, leggur Kristian Martin Rasmussen aftrat. Vit kunnu skoyta uppí, at Føroyar hava fingið lut í øktu makrelkvotuni, sum vænt- andi kemur at geva føroysku nótaskipunum eitt meirvirði upp á einar 16 miljónir krón- ur í komandi ári. - Føroysku svart- kjaftaskipini hava í ár fiskað 221.000 tons av svartkjafti, sum eru seld fyri 208 miljónir krónur. Tað er hetta, vit hava at halda okkum til. Vit kunnu ikki selja starar á tak- inum, sigur Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður í fiski- vinnumálum Fiskiveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum, Jacob Vester- gaard, var ikki sjálvur við til samráðingarnar millum Føroyar og Rusland, sum endaðu við sínámillum fiskiveiðiavtaluni, ið hev- ur verið til nógva umrøðu seinastu dagarnar – bæði í fjølmiðlum og á tingi. - Eg havi onga orsøk til ikki at hava álit á okkara embætisfólkum, sum hava verið við til slíkar samráð- ingar við russar gjøgnum mong ár. Landsstýrismaðurin sig- ur, at Andrass Kristiansen var eitt av umboðunum úr fiskimálaráðnum, og Kaj P. Mortensen var við fyri uttanríkisráðið. Aftrat hes- um vóru eisini onnur fólk við, umframt umboð fyri vinnuna. - Bæði Andrass og Kaj hava verið við til nógvar samráðingar, og teir hava soleiðis allar umstøður og førleikar at koma heimaft- ur við frægast møguliga úrslitinum. Undir slíkum samráðing- um, har landsstýrismaðurin sjálvur ikki er við, er tó neyvt samskifti millum samráðingarfólkini og landsstýrismannin. Løgtingsmenn hava sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum munligar fyrispurningar á tingi um sáttmálan við russar – og um hesin ikki átti at verið lagdur fyri uttanlands- nevndina og løgtingið. Jacob Vestergaard vísir á, at síðan vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg, hava sínámillum fiskiveiðisátt- málar ikki verið lagdir fyri løgtingið. - Vit kunnu altíð tosa um, hvørt vit kundu fingið meira burtur úr undir sam- ráðingunum við russar, men hetta verða altíð git- ingar. Landsstýrismaðurin sigur seg onga orsøk hava at ivast í sínum samráð- ingarfólkum. - Føroysku svartkjafta- skipini hava higartil í ár veitt 221.000 tons av svart- kjafti, sum eru seld fyri 208 miljónir krónur. Tað er hetta, vit hava at halda okkum til. Hvat vit annars kundu havt fingið fyri hesa nøgd av svartkjafti, um veiðan í størri mun varð viðgjørd umborð, verður altíð ein spurningur um metingar og gitingar. Jacob Vestergaard tekur til, at vit kunnu ikki “selja” stararnar á takinum, men bert teir, vit hava í hond- ini. - Vit kunnu illa undir slíkum samráðingum fyri- halda okkum til stararnar á takinum, leggur hann aftrat. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at sjálv fiski- veiðiavtalan við Rusland hevur nakað serligt við uttanríkispolitikk at gera. - Stóra skerjingin í svart- kjaftakvotuni er hin stóri trupulleikin. Spurningurin, hvussu vit býta tað, ið er at fiska millum okkara skipabólkar og skip, er ein spurningur, sum vit mugu finna út av her heima, sig- ur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin sigur, at fiskiveiðiavtalan við Rusland er endalig, og hann væntar ikki, at nakað meira fer at spyrjast burtur úr henni. Kunnu ikki selja starar á takinum - Stóra skerjingin í svartkjaftakvotuni er hin stóri trupulleikin. Spurningurin, hvussu vit býta tað, ið er at fiska millum okkara skipabólkar og skip, er ein spurningur, sum vit mugu finna út av her heima, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður