hósdagur 4. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 234 - 4. desember 2008
Sosialurin
Haldbetri støði
undir sáttmála
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið Mik.
kl. 10 Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Tað er einki óvanligt, at partar av fiskivinnuni eru
misnøgdir við ein fiskiveiðisáttmála. Soleiðis hevur
ofta verið – serstakliga í teirri tíðini, tá fjarleiðirnar
høvdu nógv størri týdning. Bylgjurnar gingu mangan
høgt og politikkarar brúktu mangan nógva orku til
at royna at sissa partarnar. Soleiðis sæð er einki nýtt í
tí misnøgd, sum nú kemur fyri dagin í sambandi við
sáttmálan við Rusland, sum skal galda fyri 2009.
Hinvegin má ásannast, at atfinningarnar móti
Fiskimálaráðnum í sambandi við nevnda sáttmála
við Rusland eru óvanliga hvassar og óvanliga
ítøkiligar. Sagt verður, at her vendur alt skeivan veg.
Sáttmálin verður skýrdur at vera er ein katastrofa,
og avarðandi vinnulívsmenn eru skelkaðir. Teir
halda, at tíðin er komin at taka eina uppgerð við
russar, har kvotuvirðið landanna millum verður
regulerað, nú heildarkvotan av svartkjafti er so nógv
skorin. Lutfallið eigur at broytast, siga umboðini fyri
nótaflotan og funnist verður at Fiskimálaráðnum fyri
ikki at hava nýtt júst hetta høvið at taka uppgerðina
við Rusland. Hesin parturin umboðandi nótaflotan
ger vart við, at samráðingar um fiskiveiðikvotur í
sínari tíð vóru grundaðar á toskavirði. Ført verður
fram, at virðið á ymisku fiskasløgunum er so nógv
broytt síðan fyrsta fiskirættindarsáttmálan við
Rusland og víst verður soleiðis á, at fortreytirnar
sostatt eru so nógv broyttar, at øll skipanin eigur at
verða endurskoðað.
Sum longu nevnt hevur mangan leikað á eftir fiski-
veiðisáttmálar við onnur lond ella við ES samveldi,
men bylgjurnar hava altíð lagt seg sum fráleið. Hin-
vegin tykist støðan hesuferð at vera grundleggjandi
øðrvísi enn undanfarin ár. Atfinningarnar eru heilt
óvanliga hvassar og koma frá so nógvum ymsum
síðum, sum annars ikki áður hava lagt seg út í hesi
viðurskifti. Eisini á politisku síðuni er órógv og ting-
menn fýlast á, at sáttmálin ikki hevur verið fyri í
uttanlandanevndini og harmast um, at hetta stóra
mál er avgreitt uttanum løgtingið.
Hóast eingin beinleiðis politiskur vandi tyksist vera
fyri fiskimálaráðharran, so má handfaringin av hesum
máli geva samgonguni og serstakliga løgmanni
nakað at hugsa um. Fiskimálaráðharrin er komin í
tupulleikar av hesum máli, sum ikki ser so løgið, tí í
hesum máli bresta sera stór búskaparlig áhugamál
saman. Her eru nógvir ósvarðaðir spurningar, og her
er torført at vita, hvørjum ein skal trúgva. Sáttmálin
er farin fyri komandi ár, men fiskimálaráðharrin
kann ikki lata samráðingarnar fyri 2010 fara fram
undir líknandi umstøðum. Hann má taka stig til eina
óhefta meting av allari sáttmálaskipanini, soleiðis
at komandi samráðingar byggja á eitt sakliga og
fakliga haldgott støði sum gjørligt. Tað verður neyv-
an full semja millum vinnulívsmenn um eitt so trupult
mál, men er støðið undir slíkum sáttmála fakliga
forsvarligt, so eiga vit at kunna rokna við at ein
komandi sáttmáli við Rusland eisini er politiskt og
búskaparliga forsvarligur.
Fyrsta úrslitið av lands
royndunum er nú kunn
gjørt, og næmingar, lærarar
og skúlaleiðslur hava fingið
nøkur heilt ítøkilig úrslit at
arbeiða við í lærugreinun
um føroyskum, støddfrøði
og náttúru og tøkni.
Næmingurin sær júst,
hvørja uppgávu hon ella
hann megnaði og ikki
megnaði, og kann tí saman
við lærara og foreldrum
meta um, hví so var. Kan
ska hevði flokkurin arbeitt
serliga nógv við júst tí,
sum spurt var um, og tí var
førleikin fingin. Møguliga
var førleikin ikki fingin, tí
at flokkurin ikki hevði
arbeitt við tí undan lands
royndini – og tað kunnu
vera so ómetaliga nógvar
aðrar grundir til, at úrslitið
var, sum tað var. Avgerandi
er, at hvør einstakur og
eisini foreldrini geva sær
stundir til at arbeiða við
úrslitunum í stórum álvara.
Eisini Mentamálaráðið og
eg sjálv sum landsstýris
kvinna í mentamálum hava
fingið eitt álvarsmál á borð
ið at eftirmeta. Sjálvsagt
vildu vit ynskt, at lands
miðaltalið var betri. Hin
vegin eri eg sannførd um, at
júst tað, at úrslitini áttu at
verið nógv betri, kemur at
gagna sakini, um vit ansa
eftir ikki at peika onkran
einstakan syndabukk út.
Mín niðurstøða er í
fyrstu atløgu, at ein miðvís
íløga skal gerast í at eftir
útbúgva lærarar til byrjanar
undirvísing. Vit vita, at
børn læra á so ymiskan
hátt, summi gjøgnum
eygað, onnur gjøgnum
oyrað, og uppaftur fleiri
frábrigdi eru. At lofta hes
ari avbjóðing krevur før
leika, útbúgving og amboð,
og tí mugu hesi trý setast á
dagsskrá beinanvegin.
Tað er prógvað og stað
fest, at er tann grundleggj
andi lesi og rokniførleikin
ikki fingin í fjórða flokki,
ella helst fyrr, so er trupult
at bøta um hetta seinni. Hó
ast tað kann vera trupult at
fáa neyðugar játtanir til enda
málið í hesum døgum, so
skulu vit finna loysnir, sum
bøta um førleika, eftirútbúgv
ing og undirvísingarmiðlar.
Í øðrum lagi er mín
niðurstøða, at vit í uppaftur
størri mun mugu fáa for
eldrini á banan. Fáa for
eldrini at spæla ein virknan
leiklut í arbeiði skúlans at
skapa eitt trygt og livandi
skúlaumhvørvi, arbeiðsfrið
og trivnað, og til tess at
fyribyrgja tí ráki, ið sæst í
kanningini, at motivatiónin
at læra minkar, eldri børn
ini vera. Til tess er neyðugt
at fáa tey nývaldu skúla
stýrini at virka væl.
Alt hetta kemur ikki av
sær sjálvum og er ein
týdningarmikil avbjóðing.
Ætli longu fyrst í komandi
ári at bjóða øllum teimum
nývaldu skúlastýrunum til
eina ráðstevnu, at lurta
eftir teimum og at svara
spurningum, og har vit í
felag seta eina kós út í
kortið, ið er tann besta fyri
okkara børn og okkara
fólkaskúla.
Sæð í hesum ljósi eiga
vit at fegnast um bæði
landsroyndina og um
skúlastýrisvalið.
Um tað er rætt, at fjórði
hvør næmingur hevur ein
grundleggjandi trupulleika
at lesa og at rokna, so hava
vit ikki stundir til at bíða.
landsstýriskvinna í
skúlamálum
HELENA DAM Á
NEyStABø
Vit hava ikki stundir at bíða
Fyri fáum vikum síðani
fingu vit at vita at brenni
vínshúsið Dism, var komið
við nýggjum rúsløgi, sum
framleiðararnir geva heitið
Lívsins Vatn. Tá vísti eg á,
“at mong hvøkku við og
mettu tað, sum spottan av
ringum slagi tá ið hesi tíð
indi spurdust í útvarpin
um,” og peikaði á tað høpis
leysa í at geva brennivíni
hetta navnið, samstundis
sum eg grundgav fyri
áskoðan míni.
Nakað eftir sást ein frá
greiðing í bløðunum frá
persóni, ið hevði við hetta
virkið at gera. Hann segði
seg vera harman um at fólk
vóru særd av, at teir høvdu
givið hesum brennivíns
drykki navnið “Lívisins
vatn,” men royndi sam
stundis at verja avgerð
teirra um at nevna drykkin
“Lívsins vatn”.
Men tað má vera teimum
greitt, sum hava givið hes
um drykki slíkt navn, at tað
særir flestu føroyingar
djúpt, tí meginparturin før
oyingar virða Bíbliuna, sum
fleiri ferðir nevnir lívsins
vatn, ið frelsarin einans
kann geva menniskjum. Tí
er navnið eitt heilagt heiti,
ið ikki eigurt at verða nýtt á
slíkan hátt. Um teir ikki
vistu hetta áður, so vita
eigararnir tað nú.
Eingin skilagóð verja er í
at nýta eitt slíkt navn. Í
besta føri er eitt slíkt navn
ein følsk reklama, ið vil
leiðir brúkaran. Hetta vita
øll, ið hava kent sviðan av
brennivínsavleiðingunum.
Eitt er at spotta av óvart.
Men at spotta við vitandi
og vilja er lítið sømiligt –
og álvarsligt. Nøkur skrift
orð í Opinberingini, har
lívsins vatn verður umrøtt:
“Tí Lambið, sum er mitt
fyri hásætinum, skal verða
hirði teirra og leiða tey til
vatnskeldur lívins, og Gud
skal turka hvørt tár av
eygum teirra.” Op. 7,17
“Eg skal geva hinum
tysta av keldu lívsvatns
ins.” Op. 21,06
“Hann vísti mær lívsvatn
sánna skínandi sum krystal,
hon rann út frá hásæti Guds
og Lambsins.” Op. 21,01
“Andin og brúðurin siga
: “Kom!” Tann, ið hoyrir,
sigi: “Kom!” Tann, ið
tystir, komi! Tann, ið vil,
taki vatn lívsins fyri
einki!” Op. 22,17.
Deyðans vatn - 2
SvENNINg Av
LoFtI
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.