hósdagur 4. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2008
13
Hví?
Júst tað orðið er eitt tað týdning
armesta innan tíðindaøkið.
Og nú tað eydnaðist kring
varpsstjóranum at leypa varg í
politiska landslagið við hóttan
um um at taka tíðinda og ítrótta
partin úr Sjónvarpinum, er orðið
eisini væl hóskandi at seta.
Tí hví skal Kringvarpið fram
um aðrar almennar stovnar fáa
rætt at senda eina eykarokning
til skattaborgaran?
Einasta svarið, sum higartil er
komið, er at fíggjarætlanin
annars gevur hall upp á fimm
milliónir.
Júmen so fá hana at javnviga,
kundu vit sagt.
Hava økt útreiðslurnar
Eitt er, at búskaparligi
veruleikin í mest sum øllum
førum ger tað neyðugt at vera
meira pírin við pengunum.
Annað er eisini veruleikin,
sum sigur, at Kringvarpið bein
leiðis hevur økt um útreiðslur
sínar seinastu mánaðirnar.
Tað er neyvan komin sum ein
skelkur, at metstóra Gekkainn
tøkan hevur verið bjargingar
pakkin í ár. Men kortini hevur
leiðslan í Kringvarpinum
beinleiðis økt um útreiðslurnar.
Uttan at kenna tølini, so er
nýggi leiðslubygnaðurin neyvan
bíligari enn tann gamli. Og
undir øllum umstøðum skal
ikki stórt meira enn hønuvit til
fyri at rokna seg fram til, at ein
økt sendiflata eisini merkir
øktar útreiðslur. Eisini Náttar
rásin, sum merkir eitt eyka
gjald til donsku tónleikaum
sitararnar, Koda og Gramex.
Gangi út frá, at bæði rokn
skapardeild og leiðsla eru
somikið kompetent innan
taløkið, at tey longu í heyst
vistu, at sparingar vórðu neyð
ugar. Og tað er tí ein beinleiðis
roynd at nýta tummilskrúvur, tá
stjórin nú í desember hóttir við
somikið stórum skerjingum av
sendiflatuni í rakstrartunga
sjónvarpspartinum, at tað bert
verður Speki og onkur hissini
mentanarsending, sum kemur
livandi gjøgnum plenuklipp
aran. Ein mannagongd, sum
kundi týtt upp á vánaliga
leiðslu, ella kanska tænir hetta
eini heilt aðrari dagsskrá.
Tillaga útreiðslurnar
At tað kann kosta starvsfólk,
um játtanin ikki røkkur, eigur
sum so heldur ikki at vera
nakar skelkur. Veruleikin kring
allan heim er, at starvsfólkini
innan einstøku virkisøkini
verða færri í tali. Ikki minst inn
an fjølmiðlaheimin, har tøkni
liga framgongdin í ólukkumát
hevur ført djúpar rationaliser
ingar við sær kring allan heim.
Snøgt sagt tí tær í dag ikki nýt
ist sama manpower til arbeiðið.
Ella kanska er hesin parturin av
tøkniligu menningini als ikki
komin nær Sortudíki.
Annar máti kundi eisini verið
at útveitt uppgávur hjá stovni
num í fría kapping. Hjá flestu
húsarhaldum er veruleikin í
øllum førum tann, at minkar
tøka peningaupphæddin, so
noyðist tú at spara. Tilboðini
verða lisin eina ferð eyka,
bilurin verður ikki skiftur heilt
so ofta, og kanska sleppa
klæðini at slítast nakað meira.
Tað ræður um at húsast við tí,
sum er til taks.
Blása við mjøli í munninum
Samstundis, sum Kringvarpið
nú roynir at buldra á tangentar
nar, so politikkarar skulu óttast,
at teir ikki longur sleppa á
skíggjan, hevur Kringvarps
stjórin eisini aðra dagsskrá.
Nýggi bygnaðurin og seinasta
starvssetanin leggur í øllum
førum upp til, at almenni
stovnurin við inntøkum oman
fyri tær 60 milliónirnar um
árið, nú vil út í knallharða
kapping um lýsingamarknaðin.
Í breiðu semjuni, sum liggur
handan nýggju kringvarps
lógina, varð annars staðfest, at
lýsingainntøkurnar hjá stovni
num skuldu niðurlagast yvir eitt
fimmára tíðarskeið. Samstund
is varð staðfest, at fíggjarligi
parturin í hesum skuldi
uppvigast.
Og í viðmerkingunum til
lógina varð víst á, at tað í
grannalondum er púrasta van
ligt, at er talan um Public
Service stovnar, so verða hesir
avmarkaðir í fíggjargrundar
lagnum. Hetta fyri at geva
privatu miðlunum møguleika at
hava eitt fíggjarligt grundarlag.
Breiða og greiða semjan í
hesum var sjálvandi við í
okkara roknistykki, tá Miðla
varpið í fjør gjørdi av at keypa
Rás2, men higar til hevur
breiða semjan so bert undir
strikað eitt politiskt ryggloysi,
har tað tykist vera langt millum
orð og gerð. Har eitt alment
kringvarp fær allar teir fíggjar
møguleikar, sum privatu miðl
arnir mugu troyta fyri at liva,
umframt at sama almenna
Kringvarp eisini fær 60
milliónir í skattapeningi og
tvangskravdum brúkaragjaldi.
Hóast vit á Rás2 ikki kunnu
krevja lurtaragjald frá hvørjum
einasta húsarhaldi í landinum,
og hóast vit sjálvi mugu bera
kostnaðin av sendinetið okkara,
so er skrúvan enn í vatninum.
Men á einum lýsingamarknaði,
sum alt annað líka er í minking,
og har vit umframt harða
kapping millum allar privatar
miðlar nú eisini kunnu vænta
okkum knallharða kapping frá
einum almennum stovni við
eini árligari kapitalinnspræning
upp á 60 milliónir, kunnu
livilíkindi okkara gerast
serstakliga trupul.
Men tað er kanska ikki so
løgið, at politiski myndugleikin
ikki torir at nerta hendan partin
av Kringvarpslógini, har
stovnurin í øllum førum ikki
virkar eftir tí, sum semja var
um. Flestu politikarar liva fyri
at verða afturvaldir við kom
andi løgtingsval. Og nú tíðinda
deildir Kringvarpsins eru savn
aðar, er ikki lukkuligt hjá tí
manni ella kvinnu, sum talar
Róma ímóti. Tað prógvaði
Helena Dam á Neystabø longu í
gjárakvøldið. Har hon segði seg
fara at arbeiða fyri at leggja
eyka byrður á Føroya fólk fyri
at skaffa fleiri pengar til
Kringvarpið.
Míni ráð skulu verða til
Anniku Mittún Jacobsen, klárar
tú ikki at gera nakrar Dag og
viku, Ítróttarsendingar og
Gudstænastur um vikuna, so
skalt tú gevast sum kringvarps
stjóri. Legg ikki fleiri byrður á
Føroya fólk. Tú fært yvir 60
milliónir í inntøkum og eitt
ókeypis sendinet, meir kann ein
ikki forlanga í 2009. Rás2
klárar at hava eina sendiflatu
koyrandi fyri 6,5 milliónir um
árið, tá er sendinetið, lønir og
peningur til íløgur íroknað.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
62 milliónir
mugu røkka
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jonhard Hammer
stjóri, Rás2