hósdagur 4. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 234 - 4. desember 2008
Líka síðan fyrsta Norrøna
varð sett í sigling, hevur
ferðaætlanin verið skipað
soleiðis, at skipið varð
rikið út frá Føroyum.
Tórshavn gjørdist mið
depilin fyri ferðafólka
flutningi sjóvegis í Norður
atlantshavinum. Útfrá
Tórshavn silgdi skipið til
Danmarkar, Noregs,
Íslands og í fjør til Scot
lands, og Norrøna var
sostatt ein høvuðsveitari til
føroysku ”incoming”
ferðavinnuna.
Allir útlendingar sum
sigldu við Norrønu til
Íslands, vórðu tvingaðir at
steðga á í Føroyum – tey
sum komu úr Danmark
máttu búleikast her frá
mánadegi til mikudag,
meðan skipið fór til
Noregs, og tey sum komu
úr Noregi máttu steðga her
á heimferðini frá fríggja
degi til mánadag, meðan
skipið var í Danmark.
Um hugt verður eftir
einum yvirliti frá Smyril
Line í sambandi við
kreppuviðgerðina sæst, at
96.098 ”paxlegs” ferðað
ust á leiðunum Danmark
Ísland, Føroyar Ísland og
NoregÍsland viseversa í
fjør. Tá hugsað verður um,
at øll máttu steðga á her í
tveir ella tríggjar dagar, er
væl skiljandi, at mikil
peningur hevur ligið eftir
teimum í landinum.
Øll hava tey keypt sær
mat, og allarflestu teirra
hava leigað sær bústað, eru
farin útferðir, hava keypt
sær størri og minni lutir at
hava heimvið, hava fylt sær
bensintangan o.s.fr. So
ískoytið til føroyska bú
skapin hevur verið nógvar,
nógvar tíggjutals milliónir.
Ferðaætlanin sigur
søguna
Men nú Føroya Landsstýri
kravdi og fekk fulla ávirk
an á reiðaríið, í sambandi
við kreppulánshjálpina
herfyri, verður alt hettar
broytt.
Frá komandi ári eru Før
oyar ikki longur at rokna
sum miðdepulin, men held
ur sum ein millumhavn á
høvuðsrutuni millum Dan
mark/Europa og Ísland, við
einum avstingara til Havn
ar. Tað framgongur týðu
liga av nýggju ferðaætlan
ini, sum er løgd út á heima
síðuna hjá landsreiðaríð
num www.smyrilline.fo
Meðan komu og frá
ferðartíðirnar til og úr
Danmark og Íslandi allar
eru lagdar á degi ella tíð
liga á kvøldi, vitjar Norr
øna okkara klettar í flestu
førum á náttartíð. Sunnu
kvøld kemur skipið á Havn
ina kl 2330, so ferðafólkini
í fyrsta lagi eru í landi
millum hálvgum eitt og
eitt, og tá hon er ávegis úr
Íslandi fríggjamorgum
verður lagt at kl 0430.
Tveitt í land á náttartíð!
Er tað, at tveita fólk upp á
land í fremmandum landi á
náttartíð, hóskandi tænastu
veiting? Nei sjálvsagt ikki,
og tí verður tað heldur ikki
gjørt, tá umræður høvuðs
havnirnar, sum nú eru í
Danmark og í Íslandi!
Men, hettar verða so
treytirnar hjá teimum suð
urlendingum, sum á veg til
Íslands ella heimaftur
kundu hugsað sær at dvølt
tveir dagar ella so í Før
oyum! Antin verða tey
rend í land og skulu leita
upp gistingarhús og veiting
arstøð sunnunátt, tá kunn
ingarstovur, matstovur og
alt líknandi er stongt, ella
tey á heimferðini noyðast
ganga svøvnleys umborð
alla náttina millum hósdag
og fríggjadag fyri síðan at
verða tveitt í land á havnar
kaj millum kl fýra og fimm
fríggjamorgum.
Hvat skulu hesi stakkals
menniskju gera og hvar
skulu tey fara?
Skulu suðurlendsku
íslandsgestirnir vitja Før
oyar og fáa fullan svøvn,
noyðast tey at koma í land
mikudag, tá Norrøna er á
veg til Íslands. Men tá noyð
ast tey at brúka eina heila
viku av frítíðini í Føroyum,
og tað munnu tey flestu
teirra halda verða ov leingi.
Ein annar spurningur er,
um nýggja ferðaætlanin
ikki fær hópin av teimum,
ið ætlaðu sær eina feriu í
Íslandi, at setast aftur. Tí tá
valið stendur ímillum 6
tímar um borð á ferjuni mill
um Jútland og Noreg og
síðan við bili til Nordkapp,
ella tað at verða tvangsinn
lagdur umborð á Norrønu
50 tímar hvønn vegin, tí so
illa ber til at koma í land í
Føroyum, tá kanska flestu
teirra heldur velja hitt fyrra
enn hitt seinna.
Fyrst Noreg og Scotland,
nú eisini Ísland
Longu undir kreppuláns
viðgerðini hoyrdist, at
ferðafólk úr Svøríki, Noreg
og Stórabretlandi ikki long
ur skuldu hava møguleika
at koma sjóvegis til Føroy
ar, og nú fáa so íslendarar
og ferðafólk ávegis úr
Íslandi eisini somu viðfer.
Tí tey verða sanniliga
ikki mong, sum velja eina
vøkunátt umborð á Norr
ønu og so at verða tveitt
upp á kajuna í Havn kl
0430 á nátt!
Man tað ikki vera ein
dømi í øllum heiminum, at
politikkarar tjóðartaka eitt
reiðarí við skattakrónum
og síðan leggja fót fyri
eina týðandi og skjótt vaks
andi vinnugrein? – Tí før
oysk ferðavinna stóð jú í
góðum vøkstri?
Og føroyingarnir, sum
ætla sær at ferðast sjóvegis
fáa tað heldur einki lættari,
tí tey koma og fara sjálv
sagt eisini nevndu tíðir.
Hinvegin er stóri munurin,
at vit – í mun til útlending
arnar vita hvar er at fara.
Politikarar áttu lært av
Atlantsflogi!
Í 1992 komu umboð fyri
Atlantsflog út í Tinganes, at
biðja um 30 mió í kreppu
hjálp. Undirritaði var lands
stýrismaður í samferðslu
málum og tók tí ímóti.
Hettar var eitt sera trup
ult tíðarskeið. Drigið var á
luftina. Sjóvinnubankin var
farin av knóranum, og
bíðað varð eftir, at umboð
fyri IMF skuldu koma til
Føroyar at leggja landsstýri
num lag á ein nýggjan
búðskaparpolitik.
Svenski bankin, sum
fíggjaði Atlantsflog, og
tryggingarfeløgini, sum
veittu bankanum trygd mót
vegis einum landskassaveð
haldi, kravdu eitt eyka
lánsgjald upp á 30 mió her
og nú, um felagnum skuldi
verða lív lagað.
Skuldin hjá Atlantsflog
var tá um 150 mió krónur,
og felagið átti bert hitt eina
flogfari.
Ein kreppuhjálp upp á 30
mió til Atlantsflog tá hevði
als ikki hjálpt meira enn
eitt kreppulán til Norrønu
upp á somu upphædd fyri
einum mánaði síðani.
Tað sum umráddi var
júst tað sama sum umráddi
nú viðvíkjandi Norrønu,
nevniliga at finna eina var
andi loysn heldur enn eina
lappaloysn.
Tí varð heldur spurt,
hvussu stóra lánsbyrðu
Atlantsflog megnaði at
bera, enn hvussu stórur
akutti peningatørvurin var
her og nú.
Tá komu stór tøl á borð
ið. Skuldi ein varandi loysn
finnast, varð neyðugt at
niðurgjalda lánsskuldina
við 70 mió, og haraftrat
mátti felagið fáa eina rímu
liga upphædd til rakstur.
Hóast stóra mótstøðu –
ikki minnst við atlitið til
føroysku búskaparstøðuna
sum heild – fór undirritaði
niðan í tingið við einum
lógaruppskoti, sum heim
ilaði at yvirtaka allan parta
peningin í Atlantsflog og at
inngjalda nýggjan
partapening upp á 75 mió
krónur. Hettar var mikil
peningur fyri 16 árum
síðani.
Mótstøðan var hørð, ikki
minnst frá mínum egnu, tá
politisk teori mátti víkja
fyri praktiskari loysn. Orða
stríðið var hart, men upp
skotið varð samtykt, og
Atlantsflog varð bjargað og
kundi halda fram við útliti
til raksrarligt avlop.
Í dag hevur landskassin
fingið peningin aftur í ríki
ligt mát og eigur fravegis
part í Atlantsflogi, sum í
virði er fleirfalt tað, sum
ísett varð!
Reiðaríið vann stóran
pening!
Tað hevði verið nógv
ímillum, um teir sum nú
varða av, høvdu áræði og
dirvi at finna eina varandi
heldur enn eina lappaloysn
fyri Smyril Line. Og ikki
minnst um teir valdu eina
loysn, sum ikki gjørdist so
stórt afturstig fyri føroysku
ferðavinnuna sum hana, ið
nú liggur á borðinum.
Nú hevur reiðaríið fingið
eitt andarhol, vit eru í
lágárstíð, og politikkarar
hava tí tíð at hugsa seg um!
Teir vita, at reiðaríið
tjenti góðar pengar við
gamla skipinum, meðan
tað silgdi eftir ”gomlu”
ferðaætlanini. Tað er so
statt ikki ferðaætlanin, sum
er óbrúkilig, men onnur
viðurskifti enn ferðaætlan
in, sum gera felagsins
rakstur ómøguligan!
Og tað eru júst spurn
ingar viðvíkjandi rakstri
num fyrr og nú, teir skulu
fáa svaraðar. Eitt nú um
nýggja skipið er egnað?
Eitt nú, um skuldarbyrðan
er størri, enn skipið orkar
at bera, og í so fall hvussu
mikið skipið megnar!
Eiga teir dirvi og áræði
at finna eina varandi loysn
fyri Norrønu, sum hóast
tað inniber, at landskassin
skal leggja út nakrar hundr
að mió, so er eingin ivi
um, at hesin peningur
kemur fleirfalt aftur til
landskassan í árunum sum
koma.
Teir politikarar, ið ikki
eiga hugflog, áræði og
dirvi at virka, eru einki
verdir!
Norrøna – hvørki fyri føroyingar ella føroyska ferðavinnu?
Sv. AAge
ellefSen
So var aftur ein roynd løgd
afturum bak. Hesuferð vóru
tað tey smáu, sum vóru
kannaði, og hóast úrslitini
ikki vóru so galin, so verð
ur tað, sum hjá onkrum ikki
gekk so væl, sligið stórt
upp og í grafum og hag
frøði tagað sundur, og leitað
verður eftir teimum seku.
Eg fari at siga eitt sindur
um fakið náttúra/tøkni. Í
stórari grein í Sosialinum
verður sligið fast, at skilið
er ringt í hesum fakinum,
hóast næmingarnir í 4.
flokki svaraðu í miðal 75%
av spurningunum rætt, og
tey í 6. flokki um tey 55%.
Latið okkum fyrst hyggja
eitt sindur at, hvat hetta er
fyri ein lærugrein. Í gomlu
skúlaskipanini var vanligt
at hava fakini lívfrøði og
landalæru. Hesi vóru síðan
løgd saman við einum
nýggjum heiti, men nú var
tøkni eisini komið aftrat.
Sum so nógv annað, varð
hetta bara gjørt, uttan at
gera sær greitt, hvat læru
greinin innihelt. Aðrastaðni
høvdu tey eitt slíkt fak, og
tí skuldu vit eisini hava tað.
Fasatan var í lagi, men inni
haldið manglaði, og tað
manglar enn. Um vit hyggja
at lesiætlanunum og mein
ingini við lærugreinini
aðrastaðni, so síggja vit, at
her verður hugsað um eitt
upplivingarfak og eitt fak,
sum skal leggja grundarlag
ið undir lívfrøði, landalæru
og alis/evnafrøði, tá børnini
koma í 7. flokk. Vit skulu
læra tey nakrar manna
gongdir, arbeiðshættir, fram
løgumátar og geva teimum
nakrar náttúruupplivingar,
har fyribrigdi í náttúruni
verða lýst. Vit skulu læra
børnini at skilja samanhang
in í náttúruni, og læra tey at
lýsa margfeldni út frá lív
frøðiligum reglum, eins væl
og at seta tey í samband við
landalæru og tøkni.
Tá sagt verður, at ov lítið
er til av alisfrøði í bókun
um, eru vit fallin aftur til
tann gamla hugsunarháttin,
tá fakini vóru hvør sær. Tú
skalt td. kunna taka eina
blómu og viðgera hana
lívfrøðiliga, men sanniliga
eisini í einum evnafrøðilig
um samanhangi. Tú kanst
tosa um litevni, føðslusølt
o.a.. Ella tak flytifuglin.
Hvussu finnur hann leið
ina? Her fært tú tosað um
ættir, magnetfelt, magnetir,
stjørnur og sól. Tað er ikki
neyðugt, at tað ovast á síð
uni stendur Alisfrøði, tí
mann hevur eisini loyvi at
hugsa sjálvur. Tøkni er
annað enn alis/evnafrøði.
So verður eisini serliga
tosað um bókina til Nátt
úru/tøkni 3 í 6.flokki.. Av
órøttum verður hendan bók
in gjørd til tann stóra synda
bukkin. Eg haldi, at hendan
bókin er nógv tann besta av
teimum trimum bókunum í
røðini. Hon byggir nevni
liga á omanfyrinevndu hugs
an við lærugreinini. Men
hon skal brúkast saman við
arbeiðsbókini og læraraveg
leiðingini.
Tann, sum vil hava tilfar,
hevur nógv at velja í. Netið
er ein ótømandi kelda. Tey
ungu duga sera væl at leita
og gera framløgur við teim
um møguleikum, sum teld
an bjóðar. Lærarin má tó
hjálpa næminginum at skil
ja millum gott og vánaligt.
Nú eru fólk farin í gongd
við at gera lesiætlanir frá
barnagarði til miðnám. Tað
er gott og neyðugt.
Men lítið verður tosað
um at útbúgva lærarar til
fakið. Hetta eigur Lærara
skúlin at taka upp og skipa
fyri. Tað kann taka langa
tíð og ímeðan vit bíða,
mugu lærarar sleppa at
endurútbúgva seg.
Her í Hoyvík eins og
aðrastaðni, royna vit at
skipa toymið soleiðis, at
lærugreinin fakliga er væl
fyri. Lærarar eru har, sum
brúk er fyri teirra fakligu
styrki. Hetta ber tíverri
ikki til í teimum smærru
skúlunum.
Um hesin mátin sæst
aftur í slíkum Landsroynd
um, er tó ivasamt. Aðra
staðni hava tey ásannað, at
fakið ikki er egnað til slík
ar royndir. Hvussu skulu
vit máta eina uppliving í
tølum og metum? Tað kann
hugsast, at onkur, sum í
royndini liggur lágt, hevur
havt størri náttúru/tøkni
upplivingar enn tann, sum
bara situr inni og terpar.
Eg eri eisini bangin fyri,
at tað er júst hetta, sum fer
at henda. Skulu vit satsa
uppá at seta okkum inni og
klára okkum væl til Lands
royndina, heldur enn at
fara út at kanna lutir og
seta teir í samband við
restina av náttúruni? Tá er
lítið vunnið.
Ella skulu vit bara venda
aftur til gomlu skipanina.
Lærari í Hoyvíkar Skúli
MAnne
PerSSon
Náttúra og tøkni
viðmerkingar