Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. desember 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› SvF • Sunnudag 7. kl. 20.00 »Maria - ein nunna í Føroyum« Nunnurnar eru kend býarmynd í Havn, men hvat vita vit í grundini um hesar kvinnur? Nógvir fordómar eru, til dømis halda fleiri, at kleystrið er sum eitt fongsul, og tey hava ilt við at fata, at ein kvinna sigur frá sær børn og maka fyri at fylgja sínum kalli. Seks nunnur eru í Føroyum í dag. Maria er ein teirra. Dr2 • Fríggjadag 5. kl. 22.00 »Itzaks juleevangelium« - 1:4 Uttanríkiskorrespondenturin Morgan Pålsson kemur heim til Svøríkis við ætlanum um at vinna sær eitt sindur av reiðum peningi, men arbeiðsgevarin skal einki vita um hetta. Fyrsti partur av svenskari satiru-røð. Dr1 • Týsdag 9. kl. 22.35 »Snaphaner« - 1:3 Í tí harrans ári 1678 herja fleiri kríggj á í Svøríki og eitt vánaligt kongastýri er um at forkoma tjóðini. Hin ungi og trúgvandi Nils Geting missir ta einu náttina alt, sum er honum kært. Av hesum fær hann ein ósløkkjandi hevndartosta, ið leiður hann í eitt av teimum blóðugastu frælsisstríðum í Norðurlondum nakrantíð. Svensk autentisk dramarøð frá 2006.