Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 • 4. desember 2006 inngangur Ikki er tað nógv lív og leikan, ið hevur verið seinastu má- naðirnar við spildurnýggju sølubásunum í Vágsbotni í Havn. Sum oftast er eingin at síggja og viðhvørt bert onkur einstakur, ið hevur ein stert við sær. Hendan dagin hitti eg tó eina konu av Norðskála frá Sjó- gæti, ið var komin allan vegin til Havnar at selja íbúgvunum í høvuðsstaðnum frískan og góðan fisk. Tað ljóðar, at van- tandi samskipan ger tað torført hjá áhugaðum keyparum at vita nær teir handlandu koma til Havnar at selja. Ein kun- ningartalva kundi verið hent her onkursvegna. Sølufólkini siga seg illa fáa lýst í útvarpi, av tí at tað hevði etið allan vinningin upp í lýsingakostnaði. Kanska fyrireikararnir finna eina loysn, bæði seljarum og keyparum at gagni, soleiðis at vit aftur fáa lív í Vágsbotni. Rendi meg annars í Bo Bech á sjerri-tiltaki í Keypmanna- havn herfyri. Hetta er danski kokkurin, sum í samband við TV3-sjónvarps-sending í vár setti føroysku matstovurnar knívin á barkan at velja millum pulvur-sósir ella gera ordiliga sós. Hann læt forrestin heilsa við orðunum: I’ll be back! Danska avísin Jyllands Posten rósti herfyri góða, spennandi og bíliga føroyska matin, ið var at fáa í Føroyahúsinum á Ve- sterbrogade í Keypmannahavn. Havi í seinastu Gramsunum hugleitt um mikroorganis- mur og kanska tær góðu eginleikarnar, ið hesar kunna geva okkum í mati. Stun- dandi høgtíðin við øllum sínum flogfenaði er kanska rætta høvið at minna um álvaran í reinføri, tá ið vit gera mat. At vaska hendurnar væl og ikki at blanda saman knívar og skeribretti og annað, ið hevur havt samband við flogfenað. Skolda skeribretti við kókandi vatni. Og minnist til at steikja væl ígjøgnum. Tað er ikki bara salmonella, ið vit skula geva ans. Sanniliga eisini campylobacter, ið næstan hevur yvirhálað salmonella í sjukutilburðum. Hetta kann vera deyðans alvor. Vaskið hendurnar væl! grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 16 Tómir sølubásar í Vágsbotni