hósdagur 4. desember 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
17
Jólini eru høgtíðin fyri aldar-
gamla evropeiska bryggisiðin.
Tá skal meira av rávøru í av
øllum, kanska betri í dygd og
kanska verður okkurt eyka
krydd latið í. Tað verður gjørt
meira burturúr, eins og við
so nógvari aðrari matgerð á
jólum. Jólabryggið skal klára
samanspælið og mótspælið til
eitt nú jóladunnuni og jóla-
sildini. Tað krevur alkohol fyri
at skera ígjøgnum tað feita
og reinsa góman. Føroyska
jólabryggið er fyrst og fremst
eyðkent við sína ónatúrliga
konstruktión, ið bert loyvir
upp til tey symptomatisku 5,8
% ABV (Alcohol By Volume). Í
slíkum førum má bryggimeista-
rin í Føroyum gera neyðloysnir
í einari bryggi-uppskrift, sum
kanska upprunaliga var harmo-
nisk.
95 prosent av teimum
útlendsku dygdar-jólabryggjum
eg veit um eru sterkari enn 5,8
% ABV.
Well, Føroya Bjór í Klaksvík,
ið er einasta bryggjarí eftir
sum enn hættir sær at bryggja
øl í Føroyum, hevur latið ikki
minni enn tríggjar jólabjór á
marknaðin í ár. Eina bjórin er
tó undir keypta Restorffs-nav-
ninum.
Föroya Bjór Jólabryggj
Föroya Bjór Green Islands
Special
Restorffs Jólatrøllið
Ráhvítur froði, ið doyr skjótt.
Ein angi við brá av syntetiskum
tónum. Banan, gummibomm
og acetone. Leisturin her er
ivaleyst belgiskur, men ikki er
hepnast væl. Smakkar vat-
nut og parfumerað. Eingin
fylla. Metalliskur atsmakkur og
eingin eftirsmakkur.
Skoðsmál:
Rómalittur froði, ið doyr nakað
skjótt. Myrkur ravgyltur litur.
Spennandi kryddtónar hómast
beinanvegin í anganum. Smak-
kurin er rundur og heitur. Søtu
elementini eru samansett og
ikki bara sukursøt. Her er talan
um øl-slag, ið beinanvegin
lyftir smakkin upp við subtilum
frukttónum. Eitt nú ein feril
av kaffi. Beiska humlan gevur
seg eisini til kennar í eftirsmak-
kinum. Heilt greitt ein bjór, ið
hóskar serliga væl til jóladun-
nuna við siðbundna súrsøta
tilhoyrinum. Men javnvágin
millum kryddaða smakkin og
veika alkoholið er ikki harmo-
nisk og tað telir nakað niður í
skoðsmálinum.
Skoðsmál:
Tættur rómalittur froði, ið
livir hampuliga leingi. Tættur
ravgyltur litur. Nakað einføld
malt-nøs. Men er smakkurin
ikki øðrvísi í ár? Minni maltsø-
tur og eitt dism meira av humlu
í eftirsmakkinum? Jú, tað vildi
eg mett. Tað ger hana eftir
mínum tykki meira spennandi
og væl meira hóskandi afturvið
mati. Ikki so rundur og sukur-
søtur. Men ein trupulleiki er
to. Tí “tómrúmið” frá tí søta
er ikki heilt loyst til lítar. Vantar
meira spæl og fyllu. Minni
søtleiki og meira beisk humla
telir upp, men vantandi spælið
og fyllan telir niður, so vit enda
við sama skoðsmáli sum í fjør.
Hóskar best til ræst kjøt og
jólasildina.
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Jólabryggið
øl
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com