Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 • 4. desember 2006 Hetta er tíðin, tá ið sildin - Clu- pea harengus - plagar at vera góð og feit. Og hetta eigur eisini at avspeglast í teimum gløsunum við laka-sild vit key- pa í handlunum. Dygdin kann vera rættiliga skiftandi, sjálvt frá sama framleiðara. Allarbest smakkar at gera sjálvur, men ikki so, væl ber til at finna góða lakasild á handils-hillunum. Sild er fiskaslag, ið goymir orku sum feitt í vøddunum. Og tað er júst mongdin av feitti, ið gevur ábendingar um dyg- dina. Jú feitari, tess betri fyri bæði smakk og konsistens av endaligu lakasildini! Á heysti er sildin allarfeitast og best. Gamal var at salta sild í tunnur í minsta lagi 6 mánaðir. Tá búnast hon spakuliga á heilt serligan hátt. Gerst mjúk og bleyt í miðjuni, men varðveitir kortini eitt gott ‘bit’ uttast. Og smakkurin er sjálvandi so nógv meira samansettur og kraftmi- kil. Men vit hava øll í dag so stóran skund og eru óð eftir verðini. Tíð er pengar. Ikki minst hjá mat-framleiðarum. Summir freistast av at loypa uppum garðin, har hann er lægstur og skund-búna sildina við at geva henni sýru-skelk í eina viku! Ja, sildin verður flakt alt fyri eitt, sum hon er fangað og fløkini verða sýru-viðgjørd einar til tvær vikur. Henda viðgerðin spreingir vødda- og feitt-kyknurnar í sildaflakinum. So skal hon eitast at vera bú- nað! Hesi sýru-fløkini síggjast beinanvegin um tú tekur eitt flak úr glasinum og setir knívin á. Tey eru næstan kritahvít innaní. Kennast hørð og bæði mjølut ella seig at bíta í. Og so smakka tey næstan bara av eddika-sýru – og sukri. Lakin er vanliga eddika, sukur og ymisk krydd sum leyk, laurberblað, salt, pipar, paprika og dild. Skoðsmálini eru latin í mun til smakk (samanseting, reinleika, dýpd og kraft) og konsistens. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com 18 Jólasildin - ella Føroya besta sild Mortan í Hamrabyrgi ummælir mat úr føroysku matvøruhandlunum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Fiskemandens Sild (Samkeyp) kr. 23,90/225 g (kr. 106,22/kg) Stór ljós fløk, tó alt ov søtur laki og einfaldur sildasmakkur. Harður konsistensur. Glyngøre Fuldrigger (Miklagarður) kr. 34,95/165 g (kr. 211,82/kg) Gamaldags búnað. Góður mjúkur konsistensur og heilt góð javnvág í smakkinum. Lykkeberg Havfrue Sild (Miklagarður) kr. 40,95/275 g (kr. 148,91/kg) Dygdarsild í serflokki. Fullko- min konsistensur. Mjúkur og kremutur sum bleytt smør í miðjuni og so eitt fast ‘bit’ uttast. Djúpur og samansettur smakkur. Fyrsta floks. Lykkeberg Årets Sild 2008 (Miklagarður) kr. 35,95/275 g (kr. 130,73/kg) Aftur ein framúr sild frá Lykke- berg. Kremutur konsistensur, tó við einum biti. Sera rundur og samansettur smakkur. Kanska eitt vet djúpri enn Havfrúgvin.