hósdagur 4. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
Oddvør Skarðhamar, ið telist
millum best umtóktu og mest
umbidnu kóki-konur í landi-
num hevur saman við sam-
skiparanum Ingibjørg Jacobsen
givið út kókibók um køkur og
dessertir.
Oddvør, ið annars er kend
fyri ongantíð at brúka uppskrift
og ikki leggja í at pynta matin,
hevur tó við hesari bók latið
okkum lesarum 80 uppskriftir
og sera snøgt pakkaðar inn í
vakra prentaða bók.
Tað sum tú skjótt varnast, er
at uppskriftirnar eisini standa
á donskum máli. Hetta ger
bókina nýtiliga hjá bæði dø-
num, ið eru búsettir her heima
og sjálvandi eisini til danska
bókamarknaðin sum heild.
Sera væltiknar myndir eru til
allar uppskriftirnar og tær eiga
Benjamin Rasmussen heiðu-
rin av. Uppsetingin er greið,
einføld og blomstrut elegant
og hana hevur Sendistovan
staðið fyri. Valda pappírið er
kámt (matt), tjúkt og kennist
innbjóðandi at nema við. Og
myndirnar fáa ein serligan le-
kran ’struktur’ á hesum pappíri.
Uppskriftirnar venda sær
ivaleyst til bindiklubba-málból-
kin. Ein heilur kapittul er eisini
ognaður teimum. Annars er
bókin býtt sundur í kapittlar
um Muffins, Smákøkur, Bol-
lar/Vaflur/Pannukøkur, For-
makøkur/Skuffukøkur/Tertur og
Tilhoyr.
Bókin telur 181 blaðsíðir og
er heft.
Uppskriftirnar eru stuttar og
greiðar og loysa uppgávuna til
lítar, men tó sakni eg kanska
okkurt persónligt íkast frá Odd-
vør sjálvari. Her hugsi onkra
persónliga hugleiðing ella me-
ining um eina rávøru ella eina
søgu um júst hesa uppskrift.
Hetta skrivi eg kanska, av tí at
eg eri mannfólk, men tað hevði
gjørt hana meira áhugaverda at
lesa fyri ein breiðari skara.
Og so er tað afturvendandi
trupulleikin við nógvum kóki-
bókum, ið koma út í Føroyum.
Har vantar upplýsingar og prei
um rávørurnar og tekniskar
snildir. Tað er himmalvíður
munur á dygdini á sjokolátu,
vanilju, smøri osfr., ið standa
á handilshillunum. Her kundi
høvundurin vegleitt um hvat
brúkarin skal hyggja eftir á in-
nihaldinum á pakkanum.
Eisini kundi tað verið ski-
lagott við ráðum um hvørji
køkstól eru hent at eiga hjá
køku- og dessert-fjepparanum.
Hvussu ovnar kunna vera ymis-
kir, um formar og bakipappír.
Hvussu mjólk, rómi og egg up-
pføra seg í matgerð. Er sukur
bara sukur ella hvat er munurin
osfr.
Og at enda, hví ikki royna at
nýta tað sindrið vit eiga í føro-
ysku náttúruni í uppskriftum.
Nú veit eg, at júst í køku- og
dessertuppskriftum gerst tað
nakað avbjóðandi, men vit
eiga hóast alt hvannir, rabar-
bir, ymiskar urtir (eitt nú søtur
urtakervil) og ber.
Men samanumtikið, ein frálík
kókibók frá Oddvør og Ingi-
bjørg, ið uttan iva fer at liggja
undir jólatrænum í nógvum
heimum.
Bókin kostar kr. 299 í bóka-
handlunum.
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
19
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Oddvørsa køku- og
dessertdreymar