Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 234 - 4. desember 2008 tíðindi Leygarkvøldið 29.november hevði aftur fitt av fólkið leita sær oman í Reinsaríið í Tórsgøtu til næsta innleiðandi umfar av tónleika­ kappingini FM´08 Næsta innleiðandi umfar av tónleikakappingini FM’08 var um vikuskiftið. Bólkarnir, sum luttóku hesuferð, vóru Reverb, Serenity, Collapse, Moustac­ he, Fatigue, Jónsvein og Aranea. Aftur hesuferð kann sigast, at bólkarnir, sum tri­ nu á pall leygarkvøldið, vóru rættuliga »grønir«. Tó vóru eisini bólkar, sum lut­ tóku í tónleikakappinigini GBOB her fyri, eitt nú Jón­ svein og Collapse. Omanfyri eitthundrað fólk høvdu leitað sær oman í Reinsaríið leygarkvøldið, og var aldursbólkurin rættili blandaður, eins og hann var til fyrsta innleiðandi umfar. 3 bólkar skuldu kappast um at koma víðari í final­ una, og dómararnir hetta kvøldið valdu Eysturoyar tungmálms bólkin Collapse, instrumentala rokkbólkin Moustache úr Tórshavn og dreymapoppbólkin Reverb, eisini úr Tórshavn. Finalan verður hildin leygarkvøldið 6.desember klokkan 20 í Reinsarínum og tá fara 6 bólkar at kapp­ ast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur. Teir bólkarnir eru Moby the Pink Pilot, 3st (úttalast Thirst), Oniontree, Reverb, Moustache og Collapse. Vinnarin av kappingini fær ein fornemman vinning, og tað er 5 dagar í studio, umframt at bólkurin sleppur at spæla á Summarfestivali­ num 2009 og Føroya festi­ valinum 2009. Næsta umfar av FM’08 í Reinsarínum Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Reinsaríið leygarkvøldið Tungmálmsbólkurin Collapse úr Eysturoy er millum finalistarnar