hósdagur 4. desember 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2008
29
Stutt Sagt
Obama ikki
hugtikin av
Cameron
Barrack Obama hevði lítið
gott at bera konservativa
floksformanninum í Bret
landi, David Cameron, eft
ir at teir báðir høvdu havt
ein stuttan fund í summar,
tá Obama var á vitjan í Lon
don. Í blaðnum New States
man stendur at lesa, at
Obama var ikki serliga hug
tikin av bretska floksfor
manninum, men at hann
tvørturímóti umrøddi Cam
eron sum ein „politiskan
lættvektara“, sum blaðið
skrivar.
Millum annað skal Cam
eron hava havt eina heilt
aðra uppfatan av ES enn
Obama, sum 48 tímar
frammanundan hevði hild
ið røðu á Brandenburger
Tor í Berlin, har hann
hevði lagt dent á týdningin
av samstarvi millum Evr
opa og USA. At Cameron
tók undir við innrásini í
Irak bøtti ikki um umdømi
hansara í hugaheimi Ob
ama, skrivar New States
man.
Bróta lógina
um somu løn
Ein kanning av lønarviður
skiftunum hjá monnum og
kvinnum á svenska arbeiðs
marknaðinum vísir, at ein
stórur meiriluti av arbeiðs
gevarunum bróta lógina,
sum sigur, at menn og
kvinnur skulu hava somu
løn fyri sama arbeiðið.
Higartil hevur kanning
arúrslitið havt við sær, at
umleið 5.000 løntakarar
hava fingið lønarhækking
í samsvari við lógina, skriv
ar svenska tíðindastovan
TT, sum sigur kanningina
vera ta størstu av sínum
slagi í Svøríki nakrantíð.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Yvirgangsatsóknin í Mumbai var meinlík teimum
atsóknum, sum al-Qaeda plagar at vera uppií
Condoleezza Rice
útlond
Barrack Obama hitti David
Cameron í summar
Mynd: AP
Næsta summar skal
verjusamgongan
hava nýggjan aðal
skrivara, og fyribils
tykist danski forsætis
ráðharrin vera tað
besta boðið
Í Danmark hava fjølmiðlar
nir leingi gitt, at Anders
Fogh Rasmussen, forsætis
ráðharri, er á veg burtur úr
donskum politikki, og at
hann skal taka við sum aðal
skrivari í NATO, tá niður
lendingurin Jaap de Hoop
Scheffer fer frá næsta
summar.
Men
hóast
fjølmiðlar
aðrastaðni í Evropa eisini
hava nevnt danska forsætis
ráðharran sum tað besta
boðið upp á aðalskrivara
starvið, so hevur høvuðsper
sónurin sjálvur víst tíðind
unum aftur. Anders Fogh
Rasmussen hevur fleiri ferð
ir sagt, at hann er ikki val
evni til nakað altjóða ella
millumtjóða starv, og í
síðsta mánað segði hann, at
hann ætlar sær at stilla upp
á næsta fólkatingsvali og at
halda fram sum forsætisráð
harri, um fólkið vil tað.
Danski forsætisráðharrin
verður sagdur at hava tann
fyrimun fram um fleirii onn
ur evni, at hann er virkandi
stjórnarleiðari, og so hevur
hann rættiliga góð viður
skifti við leiðararnar í teim
um fremstu NATOlondun
um. Harafturat er tað ein
fyrimunur, at hann umboðar
eitt av teimum smáu lima
londunum.
Tvey donsk evni
Men tað er ikki alt, sum tal
ar fyri, at Anders Fogh Ras
mussen er tað besta boðið,
tá saman um kemur. Tað eru
ikki øll NATOlondini, sum
er so fegin um tað góða vin
arlagið millum forsætisráð
harran og fráfarandi amer
ikanska frosetan, George W.
Bush, og harafturat er tað
ein vansi fyri hann, at Dan
mark er ikki uppi í verjusam
starvinum hjá ES.
Aðalskrivarastarvið
var
millum evnini á uttanríkisráð
harrafundinum hjá NATO í
vikuni, men eygleiðarar í
Bruxelles siga, at NATO fer
ikki at taka nakra týðandi av
gerð um aðalskrivarastarvið,
fyrr enn Barrack Obama og
hansara stjórn hava tikið við
tann 20. januar.
Týska blaðið Der Spiegel
heldur, at danski verjumála
ráðharrin, Søren Gade, er eis
ini eitt boð upp á aðalskriv
arastarvið. Onnur evni eru
sambært blaðnum bretski
verjumálaráðharrin,
Des
Browne, fyrrverandi polski
forsetin, Alexander Kwasni
ewski og polski uttanríkisráð
harrin, Radoslaw Sikorski.
NATO leitar eftir nýggjum
aðalskrivara
Oddamaðurin í Sea
Shepherd kemur tó
ikki á okkara leiðir á
hesum sinni
Paul Watson, navnframi
oddamaðurin í umhvørvisv
erndarfelagsskapinum Sea
Shepherd, fer nú í Suðurhøv
at forða japonskum skipum
at
veiða
stórhval
har.
Japanar hava boðað frá, at
teir ætla sær at veiða umleið
900 sildrekar og 50 , men
Paul Watson ætlar sær at
órógva japonsku skipini, so
tey ikki fáa fullført ætlanina,
skrivar AP.
Sea Shepherd hevur rigg
að skipið „Steve Irwin“ til
ferðina, og ætlandi skuldi
skipið fara úr Brisbane í
Avstralia í dag. Paul Watson
hevur sagt, at ætlanin er
ikki at seta mannalív í váða,
men hann væntar heldur
ikki, at tær japonsku mann
ingarnar fara at sita hendur
í favn.
Tey japonsku hvalaskipini
fóru úr Japan fyri trimum
vikum síðani. Paul Watson
sigur, at eftir ætlanini kem
ur „Steve Irwin“ á hvalaleið
ina um miðjan desember,
og ætlaniner so, at skipið
skal verða har til eina ferð í
mars.
Millum teirra, sum manna
„Steve Irwin“ hendan túrin,
er amerikanska filmskvinn
an Daryl Hannah. Á tíðinda
fundi í Brisbane í gjár rósti
hon Sea Shepherd og øðrum
umhvørvisverndarfelagssk
apum fyri arbeiði teirra.
Hetta eru menninir, sum
stríðast
ímóti
ólógligari
hvalaveiði, segði hon.
Taiwan vil
ikki hava
Dalai Lama
á vitjan
Útlagni leiðarin hjá tib
etanska fólkinum, Dalai
Lama, fær neyvan nakra
almenna móttøku, kemur
hann til Taiwan. Í hvussu
er segði taiwanski for
setin í gjár, at eftir hans
ara tykki eru viðurskiftini
ikki tey røttu til eina
tílíka vitjan. Politiskir
eygleiðarar siga, at orðini
eru uttan iva ætlað at
sissa leiðararnar í Beij
ing. Teir meta Dalai
Lama sum ein fígginda
og Taiwan sum ein part
av Kina.
Paul Watson aftur á ferð
Daryl Hannah og Paul Watson á tíðindafundi í Brisbane
Mynd: AP
Anders Fogh Rasmussen
avsannar, at hann er á veg úr
donskum politikki
Mynd: Polfoto