Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 234 - 4. desember 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Ajax tapti stórt Ajax Keypmannahavn tók ímóti Århus GF á heimavølli í Bavnehøj­ høllini í Keypmannahavn í gjárakvøldið. Ùrslitið gjørdist ein stórsigur uppá 33­22 til útiliðið úr Århus. Longu tá 20 min­ uttir vóru farnir, stóð illa til hjá Ajax, tá førdi Århus GF við heili 11 málum. Og frá støðuni 18­7 bleiv munurin ver­ andi á 11 málum. Ajax hevur framvegis bert 4 stig í CBB liguni, og mál­ setningurin er at yvirliva í bestu donsku hondbólts­ deildini. Heini Hanusar­ son kom ikki á mál­ talvuna í gjárakvøldið. -heris Skotland vil hava EM í 2016 Upprunaliga ætlaðu skot­ ar einsamallir at bjóða uppá at verða vertir fyri EM­endaspælinum í fótbólti í 2016. Men nú tá UEFA hevur broytt endaspælið, soleiðis, at talið av luttakarum verð­ ur økt frá 16 londum til 24 lond, so síggja skotar seg ikki førar fyri at bjóða uppá at verða vert­ ir fyri EM­endaspælinum einsamallir. Skotska fót­ bóltssambandið, SFA váttar, at teir hava sam­ skift nógv við norðurírska fótbóltssambandið, IFA og walisiska fótbóltssam­ bandið, WFA, um at leggja eitt felags boð inn, so øll tey trý bretsku londini kunnu vertir til EM­endaspælið í 2016. Noreg og Svøríki ætla eisini at bjóða seg fram til at hýsa EM­endaspæl­ inum í 2016. Sannlíkt er, at føroyska fótbóltssam­ bandið fer at stuðla boð­ num hjá Noregi og Svøríki. -heris Norska ítróttarpress­ an hevur ringt við at fyrigeva norska landsliðsvenjaranum, at hon tók norska málverjan út í síðstu løtu, tá Noreg førdi 21­20. Danmark í sínum lagi, vann ein dramatiskan dyst ímóti Fraklandi Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ítróttarskrivarar í Noregi kappast um at finnast at norska landsliðsvenjaran­ um, Marit Breivik. Norsku kvinnurnar førdu 21­20 ímóti Spania í síðstu løtu, og tær vóru í undirtali. Við støðuna 21­20 valdi norski venjarin, Marit Breivik at taka norska málverjan út, so Noreg kundi spæla 6 úti­ spælarar ímóti 6 útispælar­ um. Harav tann eini norski spælarin var í málverjuvesti. Tað eydnaðist teimum sponsku spælarunum at bróta álopið hjá Noregi, og Andrea Barno slapp at javna til endaliga úrslitið 21­21. Frode Scheie hjá norska TV2 varð rættiliga ørgur inn á Marit Breivik, at hon ikki tók Time­Out, og at hon tók málverjan út. Scheie helt, at Breivik gekk bara við Time­Out kortin­ um, uttan at vita, hvat hon skuldi brúka tað til. – Eg skilji ikki, hví vit taka út málverjan, tá tað eru vit, sum eru á odda. Slíkt er ógvuliga vánaligt. Hetta gjørdi, at vit púrasta blott­ aðu okkum. Breivik verjir seg Marit Breivik verjir seg: ­ Eg trúðu, at fóru at verða førar fyri at spæla tær út við seks spælarum. Tonje Larsen bleiv burturdømd uppá eitt ivingarsamt troðk, júst áðrenn Marta Mangue hjá Spania skoraði til 21­ 20. Og royndin hjá Mangue varð troðk. Heldur Marit Breivik fast um. Tonje Lar­ sen sigur seg heldur ikki skilja, at kroatisku dómar­ nir, Branka Maric og Zorica Masic ikki dømdu ímóti spanska liðnum, tá hetta málið fall. Norsku spælarnir halda í heila tikið lítið um avrikið hjá kroatisku dómar­ num. – Tað varð ikki lætt at gera av, um eg skuldi leggja timeout­kortið á borðið. Vit kundu jú verið dømdar fyri passivt spæl. Høvdu 15 sekund verið eftir, so hevði tað verið lættari at lagt timeout­kortið á borðið. Nú mugu vit bara seta okkum niður og hyggja dystin ígjøgnum, og vita, um tað er nakað vit kundu gjørt øðrvísi. Undirstrikar Marit Breivik. Fríggjakvøldið spælir Nor­ eg ímóti Ukraina, sum vann heili 38­24 á Portugal. Eykamálverji gjørdist stóra hetjan Danski málverjin, Christina Pedersen sum spælir við í sínum fyrsta endaspælið, sum A­landsliðsspælari bjargaði Danmark bæði stig­ ini í evstu løtu, tá hon stór­ bjargaði einum skoti frá Camille Ayglon, sum varð púra einsamøll við unga danska málverjanum. Danmark vann 24­23 á Fraklandi, og ungi málverj­ in, sum bert er annað val í FCK Håndbold, aftanfyri norsku Cecilie Leanger, diskaði upp við bjargingum, undir øllum dystinum. Christina Pedersen helt veruliga Danmark inni í dystinum. Í hálvleikinum førdu fronsku kvinnurnar 13­10. Ein annar danskur debutantur, Gitte Aaen stóð eisini sterk í myndini. Hon skoraði 7 mál í 7 royndum. Teir royndu spælarnir hjá Danmark, kunnu ikki verða eins nøgdar við sítt avrik í kvøld. Rikke Skov, Katrine Fruelund, Henriette Mikkelsen, og Karin Mikk­ elsen, sum vardi málið í 1. Hálvleiki stóðu allar í skugganum av teimum nýggju spælarunum hjá Danmark. Hesar mugu gera tað betri komandi dystirnar, um Danmark skal vinna seg heilt fram í kappingini Betur í 2. hálvleiki Danmark vardi betur í 2. hálvleiki,og loyvdu finsku dómarnir tær donsku kvinn­ urnar at fara heilt til strik­ una. Danmark legði seg á odda 17­15, og megnaðu tær at halda tepru leiðsluna, tað sum eftir varð av dyst­ inum. Men landsliðsvenj­ arin, Jan Pytlick kann fegn­ ast um fyrsta sigurin hjá Danmark í einum endaspæli, síðani EM í 2006. Komandi dystur hjá Danmark fríggja­ kvøldið er ímóti Ungarn, sum tapti 21­27 ímóti Rum­ enia. Marit Breivik fær høgg fyri síni taktisku val Norsku miðlarnir eru í øðini um avgerðirnar hjá landsliðs­ venjaranum, Marit Breivik. Noreg mátti taka til takkar við 21­21 javnleiki móti Spania Mynd: polfoto