hósdagur 4. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2008
27
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Húsin er sniðgivin av Phoebus Moreleón frá www.chango.dk/"chango.dk. Ditte
M. Joensen hevur tikið myndirnar
uppá hendan mátan, tí tað gevur
eina heilt serliga nærveru í tað,
sum tú skapar.
- Eg byrjaði við sjálv at standa
fyri framleiðsluni av fløguni,
men so við og við var eg við at
blíva svøk av at lurta eftir henni
aftur og aftur. Finnur Hansen tók
yvir og produseraði hana lidna.
Hetta var gott fyri hana, tí hann
kom inn púra objektivur og gav
sítt til at gera tað betri.
At skapa tónlist
- Eg haldi, at man er noyddur til
at vera eitt sindur service sinnað-
ur, tá man ger tónleik. Um ein
tekstur til dømis er forferdiliga
tungur, er tað ikki altíð gott at
seta hann inn í eitt líka forferdi-
liga tungt lag. Eg havi sjálv flutt
mínar tekstir nógv aftur og fram
fyri at finna útav, hvørjum hami
teir rigga best í. List skal nevni-
liga serverast ordiligt. Tað er
týdningarmikið, at tað er so gott,
at áhoyrarin følir tað sum um, at
hann bara skal taka ímóti. Og
dámar honum tað, ið hann sær og
hoyrir, so fært tú tað nógvar
ferðir aftur. Tann orkan, ið verður
skapt úti í salinum, kemur aftur
til tín, og tú kanst brúka hana til
at taka upplivingina enn hægri.
- Eg vil eisini gjarna, at tekst-
urin skal vera so lítið fokuser-
aður á meg sjálva sum gjørligt,
soleiðis at onnur kunnu identi-
fisera seg við hann. Eg royni til
dømis at taka hann úr fyrsta per-
sóni og lata vera við at lýsa heilt
detaljeraðar hendingar. Tí hví
skulu onnur vita, akkurát hvat eg
geri og hví? Tað er nokk at lýsa
stemningin, hugsanina ella kensl-
una. Áhoyrarin er komin bara
fyri at lurta eftir tær. Fyri at sita
stillur og lurta eftir, meðan tú
situr stillur og framførir. Tað er
ótrúliga eyðmýkjandi. At onnur
sita still, bara tí at tú spælir.
- Eg haldi, at tað er torført at
lesa mínar egnu tekstir. Eg havi
jú skrivað teir sjálv og kann
ongantíð taka frástøðu frá teim-
um. Eg havi enn ikki lurtað
fløguna ordiliga ígjøgnum, síðani
hon kom út, tí eg føli, at eg má
bíða eitt sindur, áðrenn eg fái
lurtað ordiliga aftur. Tað var fakt-
iskt ikki fyrr enn nú ein dagin, at
eg setti meg at lurta eftir barna-
fløguni, sum eg gav út í 1999, og
tað eru næstan 10 ár síðani. So
tað tekur tíð.
- Tað er eisini týdningarmikið
at hava varietet í og at tora at lata
onnur fólk hava ávirkan. At
brúka tað, sum onnur gera, sjálvt
um tær kanska ikki dámar tað,
fyrstu ferð tú hoyrir tað.
Tað, tú vilt, tá tú vilt
- Gerandisdagurin er so ræðuliga
nógv øðrvísi nú og í mun til, tá
eg var tannáringur,. Tá var eg
altíð stressað um, hvat eg skuldi
velja at takast við. Nú er nógv
róligari, tí eg geri bara alt tað,
sum eg vil. Eg fann útav eina-
ferð, at eg væl kundi tað. Tað er í
grundini nokso mannfólkaligt at
hugsa, at man bara kann fáast við
eitt ting her í lívinum.
- Beint nú havi eg nógvar
verkætlanir í huganum. Eg vil
ógvuliga gjarna í gongd við
myndlistina aftur, sum hevur
verið alt ov undirprioriterað í
seinastuni, tí eg havi ikki havt
yvirskot. Men eg veit ongantíð,
akkurát hvat eg fari at gera í
framtíðini. Eg geri tey tingini,
sum eg geri, og so taki eg tað
næsta, sum tað kemur. Eg haldi
nevniliga ikki, at man nakrantíð
kann vera ordiliga sikkur í, hvat
man vil, og tí er tað ómøguligt
bara at velja eitt burturúr. Tí geri
eg tað, sum eg havi hug til, tá eg
havi hug til tað. Hetta er sovorit,
sum 8-16 fólk blíva totalt
stressað av.
Vitja Jensinu á myspace og hoyr
tvey løg av fløguni umframt lagið til
sendingina Ding Dang Pappsang:
myspace.com/jensinaolsen