Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 234 - 4. desember 2008 Tónleikur List, sum er beint nú Jensina Olsen. Tað koma nógvar stuttligar myndir í høvdið, tá ein hugsar tað navnið. Ein mynd, ið serliga er farin at skilja seg burturúr, er tann av Jensinu, tá hon situr við gittara í hond og syngur. Helst nú, tá solofløga hennara »Eitt sindur av tí bláa« er komin út í fløguhandlarnar. Sunneva Háberg Eysturstein hevur tikið eitt prát við tónlistakvinnuna um tónlist hennara og um at gera tað, ið ein vil, tá ein vil 38 ára gamla Jensina Olsen gav herfyri út fløguna »Eitt sindur av tí bláa« og tosar her við Sunnevu Háberg Eysturstein um, hvussu tað er at vera Jensina Mynd: Ditte M. Joensen Samrøða Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo H ar stuttleiki og undirhald er, er Jensina Olsen. Fólk kenna hana fyri alt møguligt. Kanska serliga tey mongu barnaprojekt­ ini, hon hevur havt við at gera seinastu árini, har tað seinasta er sjónvarpssendingin Ding Dang Pappsang, ið verður víst á Kring­ varpinum í løtuni. Jensina er umframt hetta við í E lski førjar, er lærari, vann føroysku Singer/ songwriter kappingina í 2006, var við á fløguni »Veðrið eigur orð« eftir Lot við upplesturi frá Tóroddi Poulsen, ið kom út í 2003, er ofta vertur til tiltøk ymsastaðni – bæði stór sum smá – og fæst nógv við myndlist. Útbúgvingin hjá henni liggur tí sjálvsagt í sjónleiki og tónleiki. Hon hevur tikið 3 ½ ár á mynd­ listaskúla og hevur eisini út­ búgving innan vaksinundirvísing. Nú gevur hon solofløgu út. ­ Útbúgvingin í vaksinundir­ vísing var gull verd fyri meg. Eg eri ikki serliga strukturerað, men lærdi ígjøgnum hesa útbúgving­ ina at strukturera, leggja til rættis og at finna útav, hvørjum mál­ bólki, ein er eftir, og hvussu man skal fáa boðskapin út til fólk. Tað var stuttligt at læra hesi tingini; stuttligt at royna at hugsa, at øll onnur hava rætt; tí hvat hendir so? Eg fann útav, at sumt, sum øll onnur søgdu, var rætt, og eg tillagaði meg eftir tí. Hetta gjørdi, at eg lærdi at kontrollera mær frammanfyri fólki. At standa still og servera fyri teim­ um. Eg skuldi faktiskt bara standa still við ørmunum, og tá eg gjørdi tað, broyttist mín fram­ koma á pallinum totalt. Tað var eisini hetta, ið gjørdi, at eyð­ mýgdin hjá mær fyri øðrum artistum vaks ordiliga nógv. Tí eg lærdi at skilja, hvussu ógvusligt tað er at framføra einsamallur á pallinum. Man blottar seg totalt. Vundið blóð Tónleikararnir, ið Jensina hevur við á fløguni, eru Anna Maria Olsen á kór, Mikael Blak á bass, Rógvi á Rógvu á trummur og slagverk, Finnur Hansen á kór, keyboard, harmoniku, kalimba, floytur og slagverk og Leivur Thomsen á gittara. Finnur Hansen hevur harumframt eisini framleitt fløguna. ­ Hetta hevur ikki verið ein løtt verkætlan, men eg haldi heldur ikki, at tað skal vera so lætt. Eg haldi, at man skal merkja, at onkur hevur vundið blóð úr hesum her. Eg fór inn í hetta projektið púra opin og hevði í grundini slept øllum hugskotun­ um, ið eg hevði um fløguna frammanundan. Tað dugdu tónleikararnir, sum eg valdi at hava við, eisini væl at fata, og teir sloppu at spæla tað, ið teir vildu. Hetta hevur gjørt, at tónleikurin hevur fingið lív frá øðrum enn mær. Men hvør veit; kanska verður tann næsta totalt bara eg og eingin annar. Í hvussu er má man geva pláss til at lata seg sjálvan og tónleikin broytast og útviklast, tí listin og núið broytist allatíðina, og um man ikki kann útvikla seg sjálvur, kann man akkurát tað sama halda seg burtur frá henni. ­ Mín ambitión er at skapa list, sum er beint nú. At gera tað, sum er nýtt her og nú. Eg tími ikki at gera sovorit, sum er gjørt fyrr. So kann tað diskuterast, um eg klári tað, til dømis við fløguni, men tað er í hvussu er tað, ið eg royni at gera. ­ Eitt dømi er, at fløgan er spæld inn live í einari upptøku, og tað er øgiliga lítið, sum er lagt inn aftaná. Tað hevur nógv at siga fyri meg listarliga at arbeiða