Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 234 - 4. desember 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Ruth Berg fer suður við Smyrli kl. 18.30 hósdagin í Hval­ biar kirkju. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Ruth, kunnu lata eina peningagávu til Føroya felag móti krabbameini. Konta í peningastovn­ unum. Kári Jørgensen, Signa­ bø, andaðist mánadagin á Landsjúkrahúsinum, 54 ára gamal. Í dag verður Fríðbjørg 60 ár. Hon er fødd í Skopun, dóttur Hildu og Frants, hon átti tríggjar beiggjar: Mads, Melanchthon og Hildibjart­ ur. Beiggjarnir elskaðu hana og gjørdu alt fyri hana. Hennara lív hevur verið fylt við sangi, eg minnist hana altíð við gittari. Hon hevur yrkt nógvar hundrað sangir. Fyrr vóru tað kærleikssangir, nú er tað meira andaligir sangir. Fyri meg hevur hon altíð verið nakað serligt, eg havi gleðst um at verið um hana. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman. Hennara lætta lyndi hevur verið gull vert. Lagnan hevur ikki verið løtt, tú misti tveir beiggjar í besta aldri, pápa mín 53 ára gamlan av sjúku, og yngsta beiggja tín 48 ára gamlan. Hann gekk burtur á Høvde­ sundið, hálvt ár var millum teir báðar. Fýra av sjey børnum hev­ ur tú eisini mist, men vit kunnu takka fyri at tú hevur havt eina góða trúgv, sum foreldur tíni hava lært teg. Hon hevur borið teg uppi, og nú tú verður 60 ár, eru vit sera glað fyri, at tú vilt koma at gleðast saman við okkum øllum í Samljóð í Skopun, har vit øll fara at gera okkara besta fyri at hugna okkum og gleðast um alt tað, sum er gott. Tú eigur jú nógv ommu­ børn, harav tvey sett av tví­ burum og so okkum øll, sum eru glað fyri teg og sum tú altíð hugsar um við einari lítlari heilsan og ein­ um lítlum pakka. Góða fastir! Eg ynski tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og nógv góð ár í framtíðini. Heilsan Fríðhild Fríðbjørg Jensen 60 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Kári Jørgensen Signabøur andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 1. desember, 54 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum 5. des. kl. 12.00. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Vegna tey avvarðandi Anna og Poul Martin Tey, ið vilja minnast Kára, kunnu lata eina peningagávu, konta í Eik Banka. Heilsuhjálparar 2008 Fríggjadagin 21.november fingu 18 næmingar prógv sum heilsuhjálparar á Heilsuskúla Føroya: Aftast f.v.: Rannvá Jakobsen Fuglafjørð, Simona Kambskarð, Trongisvágur, Petra Simonsen, Viðareiði, Heidi Bech, Porkeri, Jóhanna Jacobsen, Hoyvík, Turið Lervig, Klaksvík, Elisabeth Joensen, Porkeri, Jonni Vinther, Vágur, Jórun Hvidbro, Viðareiði, Noomi Egholm, Leirvík, Jórun Kjærbæk, Tórshavn, og Rakel Bærendsen, Trongisvágur. Fremst f.v.: Gunnvør Kjølbro, Klaksvík, Elsebeth Simonsen, Viðareiði, Edny Larsen, Lamba, Joan Hammer, Haldórsvík, Dóris Eilersdóttir, Porkeri, og Jónfríð Joensen, Fuglafjørður Dagurin 4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgi­ søgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga. Navnið er grikst og merkir fremmand. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Tøkk Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum mintust meg á 80 ára føðingardegnum 1. nov. 08. Samstundis verða ynskt eini gleðilig jól og Guds ríku signing í komandi ári. Heilsan Ejler Sørensen, Porkeri