fríggjadagur 5. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 235 - 5. desember 2008
- Um føroyingar
halda fram at eta
grind, so mugu teir
verða skítbýttir.
Eingin fer at eta
eitur, uttan tú ynskir
at doyggja, sigur
Paul Watson, sum
hevur verið fremsti
stríðsmaðurin ímóti
grindadrápinum.
Hann hóttir við
at koma aftur til
Føroya at stríðast, um
føroyingar ikki gevast
við grindadrápinum
Paul Watson
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann hevur verið tann ídn
asti stríðsmaðurin ímóti før
oyska
grindadrápinum.
Hann hevur verið í hørðum
samanbrestum við myndug
leikarnar og var landsfor
vístur eftir ágang ímóti før
oyingum fyri 20 árum síð
ani.
Og hóast hann ikki hevur
verið Føroyum í nógv ár,
fylgir Paul Watso, sum er
oddamaður í umhvørvisfe
lagsskapinum Sea Shepherd,
framvegis væl við gongdini
í føroyska grindadrápinum.
Stórur dramatikkur
var í 1986, tá saman-
brestir vóru millum
Sea Shepherd fólk
og løgregluna
sea shePherd
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Paul Watson og hansara
fólk hava tríggjar ferðir
verið í Føroyum.
Fyrstu ferð var í 1985,
tá Watson kom sum ein
rímiliga ókendur maður
til Føroya. Eingin drama
tikkur var í hansara vitjan,
men hann fekk høvi at
finnast at føroyingum
fyri at drepa grind.
Bæði
skúlanæmingar
og fjølmiðlar vitjaðu um
borð hjá Paul Watson,
sum segði frá sínum hugs
anum.
Árið eftir var lívið eitt
heilt annað. Tá gjørdist
tað til ógvusligar saman
brestir millum fólk hjá
Paul Watson og løgregl
una. Skipið hjá Watson
varð jagstrað í føroyskum
sjógvi, og fólk vóru hand
tikin.
Um tað vóru hesar
ógvusligu hendingar, sum
fekk Watson at stúra, er
ikki gott at vita, men í øll
um førum gingu tað 14
ár, áðrenn Watson vitjaði
aftur.
Ta ferðina var ikki tann
stóri dramatikkurin, men
løgreglan royndi at sleppa
umborð á skipið hjá Wat
son fyri at handa honum
eina bót eftir hendingarnar
í 1986.
Tá varð Watson eisini
vístur úr Føroyum, og
hann hevur ikki loyvi at
koma at landi í Føroyum
aftur.
Nú hóttir Paul Watson
so aftur við at seta kósina
ímóti Føroyum.
Sankta Frans skúli 75 ár
Í ár eru liðin 75 ár síðani franciskanarsystrarnar bygdu tann
stóra skúlabygningin við Varðagøtu í Havn, og sum varð
vígdur 8. desember 1933. Í hesum sambandi fer skúlin at
hátíðarhalda dagin, saman við verandi næmingum og fyri
teimum, sum á einhvønn hátt hava ella hava havt nakað við
skúlan at gera hesi árini, sum til dømis næmingar, lærarar
og onnur. Frá kl. 18 verður opin skúli, har byrjað verður við
felagssangi, røðum og framførslum. Hildið verður á til kl.
21.
Føroyingar mugu
Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum var eisini í 1985 á
staðnum, tá hann fór umborð á Sea Shepherd fyri at gera
interview við Paul Watson
Stríddust við
løgregluna
Paul Watson avmyndaður fyri fýra døgum síðani í Brisbane í
Australia. Undir liðini á honum stendur amerikanska sjónleikarinnan
Daryl Hannah, sum er við umborð á Sea Shepherd skipinum Steve
Irwin. Tey eru á veg í hernað ímóti japanskum hvalaveiðimonnum
Mynd: Polfoto
Ferja verður savn
Ferjan ”Sjælland”, sum í síni tíð sigldi um Stórabelti,
skal nú brúkast til savn. Ferjan bleiv seld til Bretlands
og er nú matstovuskip í havnarbýnum Barrow in
Funess, men nú skal hon aftur til Danmarkar. Fyns
Amts Avis skrivar, at ”Sjælland” skal umbyggjast til
savn, og tá arbeiðið ert liðugt, skal skipið liggja við
bryggju mitt í Keypmannahavn. Hetta er ikki fyrstu
ferð, at ætlanir hava verið um at gera eina av
stórabeltsferjunum til savn. Sama ætlan var við ferjuni
”Kong Frederik IX”, men hon endaði sum gamalt jarn á
einari strond í India.