fríggjadagur 5. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
-
Góðgæti,
mandlurís,
feit sós og
nógvur rómi hoyra
jólunum til. Men
fleiri kvinnur eru
bebbaræddar
fyri at njóta
góða
jólamatin
og blíva
ørar av
tankanum
um snurrandi
baðivektir og lítlu
delluna um miðjuna.
Men nú er stundin
komin, har kvinn
urnar skulu
venda jólamarr
uni til lívs
góðsku.
Tí mannfólk vilja
hava kvinnur við formum.
Mannfólk siga ofta, at kvinnan
skal hava skap sum ein gittari.
Hetta verður ofta nevnt millum
mannfólk, eins og eitt tímaglas
eisini verður brúkt sum dømi.
Hesin pástandur er ikki heilt av
leið.
Í eini roynd at prógva henda
pástandin, fóru vit út til nøkur
tilvildarlig føroysk mannfólk við
tekningum av kvinnukroppum. Vit
spurdu 10 menn í aldrinum 20 til
54 ár, hvørja av hesum
kvinnunum, teir høvdu valt, og
hví teir høvdu valt soleiðis.
Tvær av tekningunum vóru
rættiliga líkar; ein vanlig kvinna
við bleytum formum, og ein
vanlig kvinna við einum lítlum
búki. Annars varieraðu
tekningarnar í báðar frá tí heilt
stóru kvinnuni til ta heilt klønu.
Men tað vóru tær báðar í
miðjuni, ið gjørdust toppskorarar.
Báðar hava tær bleytar formar og
skap sum ein gittari.
Spurdir hví, søgdu menninir
fleiri ferðir at »hon hevur góðar
formar, akkurát passaligt millum
miðju og reyv«. Eisini hildu teir,
at »har er ikki for nógv og heldur
ikki for lítið at taka í«.
Niðurstøðan var greið:
nevniliga at vanligi føroyingurin
dámar væl at daman hevur
rundar formar.
Føroysk mannfólk vilj
Vit spurdu 10 mannfólk í aldrinum frá 20 til 54 ár, hvønn kvinnukropp teimum
dámar best. Niðurstøðan var greið: Mannfólkini vilja hava kvinnur við bleytum
formum. Ikki ov klænar og ikki ov tjúkkar, men
fittliga formaðar, sum ein gittari
Marilyn Monroe hevði somikið
breið lør, at hon hevði verið
vrakað í dagsins mótaheimi. Men
tað ger ongan mun fyri meiniga
mannin
★
1
★
1