Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Grønland ivast í Kyoto-avtalu Trý fakfeløg í Grønlandi seta nú spurnartekin við, um Grøn­ land eigur at taka undir við og staðfesta ta endurnýggjaðu veðurlagsavtaluna, sum ætlanin er at samtykkja á ráðstevnu í Keypmannahavn um eitt ár. Grønlendska Arbeiðsgevara­ felagið, SIK og Nusuka siga í einum opnum brævi til lands­ stýrismannin í umhvørvismálum, Kim Kielsen, at ein áseting um at avmarka CO2­útlátið fer at beina fyri øllum ætlanum um at menna ta grønlendsku ráevnavinnuna. Feløgini biðja landsstýrismannin virka fyri, at Grønland fer sersømdir. Skipaðu seg á Toftum Bygdaráðið í Nes kommunu hevur nú skipað seg Símun Johannesen (myndin) sum formanni og Súna í Hjøllum sum varaborgarstjóra. Símun fekk eisini flestar atkvøður á valinum í farna mánaði. Nevndirnar í kommununi skipaðu seg annars soleiðis við formonnum: Petur J. Petersen í teknisku nevnd, Elin á Torkilsheyggi í mentanarnevndini og Súnfríð Jacobsen í trivnaðarnevndini. Bygdaráðsformaðurin er føddur formaður í fíggjarnevndini. verða skítbýttir Kend fólk stuðla Sjónleikarar úr Hollywood eru millum tey, sum geva Paul Watson eina hjálpandi hond Sea Shepherd Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í løtuni er kenda ameri­ kanskan sjónleikarinnan Daryl Hannah umborð á skipinum hjá Paul Wat­ son, og tað er ikki óvan­ ligt. ­ Nógv kend fólk stuðla okkara arbeiði, og tað er ofta komið fyri, at kend fólk eisini hava ver­ ið við okkara skipum. Í løtuni er Daryl Hannah við okkum, sigur Paul Watson. ­ Tá vit vóru í Føroyum vóru fleiri kend fólk úr Hollandi við okkum, og ein tann kendasti hollendski skemtarin varð tikin av føroysku løgregluni. Tað fekk nógva umtalu, sigur hann. Kendir sjónleikarar og tónleikarar eru millum tey, sum stuðla arbeið­ num hjá Sea Shepherd. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna Brigitte Bardot, Linda Blair, Pierce Brosnan, Sean Penn, Martin Sheen, Dianne Warren og Rutg­ er Hauer. Pierce Brosnan, sum spældi James Bond í filmi, er ein av teimum, sum stuðlar arbeiðnum hjá Paul Watson Nú landslæknin og granskarin Pál Weihe hava mælt øllum føroyingum frá at eta grind og spik, heldur Paul Watson, at tað er ikki meira, enn hann segði fyri 20 árum síðani. – Vit søgdu føroyingum, at grindin var dálkað, og tað var ikki ráðiligt at eta grind. Men føroyingar løgdu einki í okkara ávar­ ingar, men hildu fram við at gera seg inn á síni børn við at lata tey eta grind, sigur Paul Watson. – Føroyingar hava offra heilsuna hjá sínum børnum fyri at halda fast um bar­ bariska grindadrápið, sum ikki eigur at bera til í okkara tíð. Men nú hava læknir í Føroyum umsíðir viðurkent, at vit høvdu rætt, tá vit ávar­ aðu ímóti at eta grindina. Grindadrápið er vemmiligt Heldur tú, at nýggja gransk­ ingin fer at steðga grinda­ drápinum? – Eg veit ikki. Kanska drepa føroyingar grinda­ hvalir til stuttleika. Eg veit bara, at grindadrápið er full­ komiliga láturligt. Tað er nakað av tí mest barbariska og vemmiliga, sum eg nakrantíð havi upplivað, og eg dugi ikki at skilja, at tað kann halda fram. – Læknarnir siga, at teir eru keddir av koma við nýggja frámælinum, men eg kann tosa fyri hvalirnar og siga, at vit hava tikið ímóti tíðindunum við stórari gleði. Hví var stríðið ímóti grindadrápi so týdningar­ mikið fyri teg? ­ Vit royna at verja hvalir um allan heimin, og slátrið av grindahvalunum er full­ komiliga óneyðugt, og so er tað eisini ræðuligt. Í Føroyum kom tað til samanbrestir við myndug­ leikarnar. Er tað vanligt, har sum tú fert? – Ja, tað er tað, sum vit standa fyri ­ samanbrestir fyri at vekja ans millum fólk. Tað snýr seg um samanbrestir Fekst tú nakað burtur úr tínum stríði í Føroyum? – Ja, vit fingu nógva um­ røðu kring heimin og fingu gjørt fólk varug við, hvat gekk fyri seg í Føroyum. BBC gjørdi dokumentar­ sending um okkum, og vit royndu óteljandi ferðir at ávara politikarar og fólk um grindahvalin, og serliga um vandan fyri kyksilvurið. Men øll valdu bara at lata sum einki. Føroyingar halda helst fram við at drepa og eta grind. Hvat heldur tú um tað? ­ So er fólk heilt einfalt skítbýtt. Eingin fer at eta eit­ ur, uttan tú ynskir at doyggja ella ignorerar alt skil. Kemur tú nakrantíð aftur til Føroya? ­ Ja, tað royna vit. Í løtuni eru vit í Antarktis og stríðast ímóti japanskum hvalveiðu­ monnum. Tá hetta stríðið er liðugt, so kundu vit sakants funnið uppá at komið aftur til Føroya. Eg kann bara siga, at Føroyar standa altíð á mínum lista. Paul Watson er í løtuni umborð á skipinum Steve Irwin ávegis til Antarktis at stríðast ímóti japanskum hvalaveiðumonnum. FAKTA Navn: Paul Watson Aldur: 58 ár Føðistaður: Toronto, Kanada Watson var virkin í Greenpeace, men var koyrdur úr felagsskapinum í 1977. Stovnaði sín egna umhvørvisfelagsskap, Sea Shepherd, í 1978 Virda amerikanska blaðið Time Magazine valdi hann í 2000 til ein av umhvørvishetjunum í 20. øld