fríggjadagur 5. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
.
Granskarar hava funnið útav, at tá
mannfólk skulu meta um, hvussu
eggjandi ein kvinna er, hevur
lutfallið millum miðju og reyv alt
at siga. Tað vil siga ummálið um
miðjuna beint omanfyri ovara
mjadnarbeinið, og reyvina, har
hon er breiðast. Dividera vit hesi
bæði tølini, skal úrslitið helst vera
0,7. Tí Sambært granskarum,
halda mannfólk úr evropeiskum
mentanum, at kvinnur við
lutfallinum 0,7 millum miðju og
reyv, eru tær mest eiggiligu. Og
forkláringin er púra natúrlig.
Kvinnur við hesum lutfalli hava
nevniliga bestu nøgdina av
kvinnuliga hormoninum
østrogen, sum er fremsta sex-
hormonið hjá kvinnum. Hesar
kvinnur signalera eisini, at tær
eru best førar fyri at føða sunn og
lívfør avkom.
Vakurleikafyrimyndir sum
Jessica Alba, Audrey Hepburn,
Marilyn Monroe, Sophia Loren og
enntá gudinnan Venus hava, ella
høvdu, allar eitt lutfall millum
miðju og reyv tætt við 0,7, sjálvt
um tær allar eru ymiskar í bæði
vekt og hædd.
Liðiligt mark
Sjálvandi er lutfallið á 0,7 eitt
ideal, og tí er umráðandi at hava í
huga, at 0,6 til 0,8 eisini er
rættiliga tætt upp á idealið, og at
markið er liðiligt. Her variera
meiningarnar líka nógv, sum talið
av persónum, sum verða spurdir.
Kjarnin í hesum er, at tað er ikki
spurningurin, um tú passar einar
buksur í stødd 24 ella einar í
stødd 32, men um lutfallið millum
miðju og reyv. Við øðrum
orðum snýr tað seg um skap.
Kvinnurnar verða snýttar
Mótaheimurin hevur seinnu
árini verið stúgvandi fullur av
hálvanorektiskum træsprekum
við silikonboppum og
botoxvarrum. Tað eru hesar
kvinnur, ið vit síggja á næstan
hvørjari síðu á alnótini, í
mótabløðum og á
heilveggjalýsingunum, og tað er
henda ímyndin av kvinnum, ið
verður prentað inn í høvdini á
okkum dag og dagliga.
Mótaídnaðurin billar okkum inn,
at soleiðis eiga kvinnur at síggja
út.
Men vit verða snýtt. Fert tú inn
á eitt nú YouTube og leitar eftir
»photoshop makeover«, sært tú,
hvussu dugnaligir gandakallar við
hegni manipulera myndirnar.
Soleiðis fáa teir eina og hvørja
gentu, óansæð útsjónd ella skap,
at síggja út sum eina
supermodell.
Henda manipuleringin av
útsjóndsidealinum gjøgnum fleiri
ár hevur havt við sær, at alt fleiri
gentur líða av etingarólagi, tí
tær vilja liva upp til
mótaidealið.
Et, drekk og
ver glað
Spurningurin,
ið eftir stendur
er: hvat kunnu
vit brúka alla
hesa
vitanina
til? Tá vit
nú vita, at tað
í veruleikanum ikki bilar
so nógv, um eitt sindur
setir seg á reyvina, tí vit
hava ongan kjans hava at
liva upp til mótaidealið,
skuldu vit so ikki bara sláa
okkum leys og eta tað, sum
vit hava hug til? Nei, als ikki!
Boðskapurin er ikki, at tú skalt eta
teg um rygg og vera líkasæl og
ósunn.
Men vit skulu heldur ikki
fornokta góða matin á jólum. Í
staðin fyri at sita svang og óttafull
í einum horni, skulu vit eta við
góðari samvitsku. Et teg metta og
væl setta og far so út og gakk ein
túr við hundinum ella sjeikinum.
Tí einki er, sum ein vælhýrd
kvinna við góðum formum og
reyðum kjálkum á jólum!
Kelda:
Singh, Devendra; Young, Robert K.:
Body Weight, Waist-to-Hip Ratio,
Breasts, and Hips: Role in Judgements
of Female Attractiveness and
Desirability for Relationships,
Department of Psychology, University of
Texas, Austin, 1995
a hava rundar damur
Gjøgnum allar tíðir hava kvinnur við
lutfallinum á umleið 0,7 millum miðju og
reyv verið høgt í metum. Heilt frá griksku
kærleiksgudinnuni Venus, umvegis
Marilyn Monroe, Audrey Hepburn og
Sophia Loren til Jessica Alba síggja vit
vakurleikaikonir gjøgnum tíðirnar, har
hesi mát ganga aftur
Altjóða gransking stuðlar uppundir føroysku
mannfólkini: Sum heild vilja europeisk
mannfólk hava kvinnur við formum
Granskingin stuðlar
monnunum
Lagt til rættis: Rógvi Nybo