Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Nýggjastu metingar­ nar í Fíggjarmála­ ráð­num vísa, at inn­ tøkurnar nú verð­a mettar 280 milliónir krónur lægri, og tað­ merkir, at undirskotið­ á fíggjarlógini verð­ur 570 milliónir krónur í mun til tær smáu 300 milliónirnar, sum higartil mett FÍGGJARLÓG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, hevur boðað fíggjarnevndini frá, at mettu inntøkurnar fyri komandi ár nú eru 280 milliónir krónur lægri, enn higartil mett. Framrokningar vísa, at tað koma 76 milliónir krónur færri inn í skatti og 180 milliónir færri inn í avgjøldum til landskassan í 2009, enn áður mett. Og tað broytir sambært Fíggjar­ málaráðnum hallið úr 244 milliónum krónum upp í 570 milliónir. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eru tvær høvuðsorsøkir til økta undirskotið. Onnur er avleiðingin av altjóða fíggjarkreppuni rundan um okkum, og hin er trupulleik­ arnir, sum fiskivinnan hevur at dagast við við høgum – men tó lækkandi – olju­ prísum og minkandi veiði. Men tað er kortini ikki alt tann reina elendigheit. ­ Vit hava ein sterkan bú­ skap, sum tolir hall á fíggj­ arlógini – bæði eitt og tvey ár. Umráðandi er, at vit nú vísa styrki og tolni til at møta hesum stóu avbjóðingum. Støðan í dag kann als ikki samanberast við støðuna, vit høvdu fyrst í 90­árunum, tí gjaldførið hjá tí almenna er gott, og tað almenna hecvur onga nettoskuld, sigur Jóannes Eidesgaard. Kjarnutænasturnar varðveitast Hann vísir tó á, at neyðugt verður at taka skilagóð stig fyri at fremja tiltrongdar broytingar í ymsu skipan­ unum. Eisini verður neyð­ ugt at laga almennu út­ reiðslurnar soleiðis, at sparingar og broytngar verða framdar, har hesar kunnu gerast uttan ov negativar avleiðingar. ­ Kjarnutænasturnar hjá tí almenna skulu hinvegin standa okkum øllum í boði, og tað verður eisini ein almenn skylda at halda eitt ávíst virksemi runt um í landinum. Vit skulu á ongan hátt geva samfelagnum nakran óneyðugan skelk, sigur Jóannes Eidesgaard. Tí ber til at góðtaka eitt hall í eina tíð. ­ Støðan er sjálvandi álvarsom, men hon er ikki hættislig á nakran hátt, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Stór avbjóðing Fíggjarnevndin arbeiðir í hesum døgum undir hátrýsti, fyri at finna fram til eitt til­ mæli so einmælt sum tilber. Fíggjarnevndarformaðurin , Anfinn Kallsberg, hevði ringar stundir, tá vit fingu orðið á hann í morgun, men hann kundi upplýsa, at arbeitt varð intenst í fíggjarnevndini. Spurdur, um nýggju met­ ingarnar frá Fíggjarmála­ ráðnum ávirkar viðgerðina í fíggjarnevndini sigur hann, at tað er ivasamt. ­ Eitt undirskot á fíggj­ arlógini er altíð ein av­ bjóðing, um so talan er um 240 milliónir, 280 milliónir ella 580 milliónir, so um nýggju tølini ávirka við­ gerðina, fari eg at ivast eitt sindur í, sigur Anfinn Kallsberg. Hann sigur, at upprunaliga ætlanin hjá fíggjarnevndini var at leggja uppskotið fram 10. desember, men hann ivast í, um tað veðrur klárt til ta tíð. Sum skilst er nógv eftir at fáa upp á pláss enn. ­ Tað er ikki nakað ein­ stakt mál, sum voldir trupul­ leikar, men at fáa eina fíggj­ arlóg smíðaða er altíð ein avbjóðing í sjálvum sær, sigur fíggjarnevndarforma ðurin, áðrenn hann aftur má til fundarborðið. Meiri enn hálv milliard í halli Fíggjarnevndar­ formaðurin, Anfinn Kallsberg, ivast í, um tey verða liðug at viðgera fíggjarlógar­ uppskotið so tað verður klárt at leggja fyri tingið 10. desember ”International Fellowship” aftur leygardagin Seinnapartin leygardagin verður møguleiki hjá tilflytarum og útlendingum at hittast aftur undir óformellum umstøðum í Havn. Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn. Við “International Fellowship” verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum. Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan teir báðar tímarnar, sum tiltakið varir. Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn við. Inuittar vunnu á oljufelagi Hvalaveiðinevndin hjá inuittunum í Alaska vildi ikki góðtaka, at oljufelagið Shell slapp at bora úti fyri strondini har. Tey løgdu tí sak ímóti felagnum, og í gjár fingu tey at vita, at tey høvdu vunnið sakina. Sambært blaðnum Herald Tribune ógildar dómurin tey 12 boriloyvini, sum Shell fekk í februar í ár. Grundgevingin hjá rættinum er, at amerikanska innanríkisráðið hevur ikki gjørt nóg neyvar kanningar av, hvørjar avleiðingar møgulig oljudálking kann fáa fyri hvalastovnin í økinum. Føroysku peninga­ stovnarnir hava ikki enn gjørt av, hvussu teir fara at lækka rentuna í kjalarvørrinum av, at Tjóð­bankin lækkað­i sína við­ 0,75 prosentstigum RENTULÆKKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroyskir peningastovnar tyggja í løtuni upp á rentu niðurskurðin hjá danska Tjóðbankanum. Tí hóast fráboðanin um rentuniður­ skurð kom í gjár, hava føroysku peningastovnarnir ikki enn gjørt av, hvussu stórur teirra niðurskurður skal verða. Men at talan verður um rentulækking hjá føroysku peningastovnunum, tykist eingin ivi um. Talan verður um eina rentulækking. Og eg kann eisini siga, at lækkingin á innlánum verður størri enn á útlánum, tað liggur fast. Men júst hvussu prosent­ satsurin fer at síggja út fyri ávikavist inn­ og útlán hava vit ikki roknað okkum fram til enn, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Spari­ kassa. Hann sigur eisini, at tað, at Suðuroyar Sparikassi valdi at fara upp í bjarginga­ rætlanina hjá donsku stjórnini, kostar sparikassa­ num fitt av peningi, sum onkusvegna skal dekkast inn aftur, og tí er hesin veruleiki við í viðgerðini av rentusatsunum hesaferð. Heldur ikki Eik Banki er liðugur at viðgerða eina rentulækking enn, men teir arbeiða við spurninginum. Bjarni Olsen, stjóri, sigur, at bjargingarpakkin ikki sum so er við í viðgerðini, men at hann merkir eina eyka útreiðslu, sum onkusvegna skal dekkast inn aftur. Rentumunurin er okkara høvuðsinntøka, og sjálvt um hesin hjálparpakkin ikki í sjálvum sær hevur ávirkan á hesa rentulækk­ ingina, so skulu eyka úr­ treiðslurnar vinnast inn aftur onkunstaðni, sigur Bjarni Olsen. Hann dugir ikki heilt at siga, nær teir eru lidnir at viðgera rentustøðið, men at tað vónandi verður fyrst í næstu viku. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á umboð fyri Føroya Banka og Norðoya Spari­ kassa áðrenn evstamark, men lítil ivi er um, at støðan er áleið hin sama hjá teimum báðum peningastovnunum. Ikki avgjørt rentulækking enn