fríggjadagur 5. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 TÍÐINDI
Nr. 235 - 5. desember 2008
Føroysku rækju skip-
ini, sum hava verið
úti stongd í kanadisku
havn unum í longri
tíð, hava týdning
fyri Ný Foundland,
nú tey aftur kunnu
legg ja veiðina upp
og keypa útgerð har
yviri. - Men tað er
stórur munur á nú,
og tá nógv skip, eitt
nú føroysku salt fiska-
línu skipini, komu
hig ar. Tá høvdu ikki
bara landararnir
ar beiði, men eisini
tey, sum stóðu við
barr diskarnar, sigur
havnar maðurin,
Martin Andreasen
bros andi
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
53 ára gamli Martin Andrea-
sen úr Havn hevur búð yviri
í Harbour Grace í Ný Found-
landi í 20 ár. Hann er giftur
har yviri, og Martin og
konan eiga saman eina 17
ára gamla dóttir. Kona og
dóttir hava bert verið í Før-
oy um einaferð øll hesi ári,
men Martin plagar sjálvur
at vera í Føroyum umleið
triðja hvørt ár, tá skipið,
hann er við, er á beding.
- Eg fylgdi við rækju-
trolaranum Fame í sínari
tíð, tá hann endaði í Kanada.
Helm ingurin av manningini
skuldi vera kanadisk og
helm ingurin føroyingar.
Martin sigur, at í eitt ella
hálvt annað ár sigldi hann
har yviri og ferðaðist mill-
um Kanada og Føroyar,
men sum tíðin leið, fann
hann sær konu í Ný Found-
landi. Tey búsettu seg í Har-
bour Grace, har nógvir før-
oy ingar gjøgnum ár og dag
hava verið.
Verfaðir fiskimaður
- Pápi til konu mína er úr
St. Pier í Ný Foundlandi,
sum er franskt. Hann sigldi
í sínari tíð saman við fleiri
før oy ingum í Kanada, eitt
nú við Hvítanesi og Hvilt-
enni. Honum dámdi væl
føroyingarnar, og teir hildu
nógv av honum. Verfaðir
kennur
soleiðis
nógvar
føroy ingar, sum framvegis
vitja hann, tá teir eru í landi.
Ein føroyskur fiskimaður
var soleiðis og vitjaði hann
í gjár, tá eg tosaði við hann
í telefon. Verfaðir plagar at
fáa tár í eyguni, tá hann sær
føroyingarnar aftur.
Spurdur, um aðrir før-
oying ar eisini búgva um
hansara leiðir í Ný Found-
landi, sigur Martin, at hov-
bingurin, Arnbjørn Hamm-
er, er ein – og Hallur
Anthonius sen av Toftum
ein annar.
- Tað er stuttur teinur
ímill um okkum tríggjar,
kanska einar 10 minuttir í
bili til Hall, sum býr í
bý num Carbounear. Arn-
bjørn býr eisini her í Har-
bour Grace, sum er ein býur
við eini 5.000 fólkum. Vit
síggjast javnan, tá vit eru
heima í senn.
Martin sigur, at Arnbjørn
var ein av monnunum, sum
í síni tíð fylgdu við Fame til
Kanada, men hann búsetti
seg seinni í Harbour Grace.
- Hallur siglur við gamla
Ango. Hann er giftur, og
tey eiga eina dóttir.
Hann vísir á, at tá føroysk
skip eru inni í Ný Found-
landi, fáa teir javnan vitjan
– og ofta eisini føroyskan
mat
frá
føroysku
sjó-
monnunum.
- Arnbjørn hevði soleiðis
fingið turran fisk og spik í
vikuni, nú føroysk skip eru
inni har yviri.
Rækjur og svartkalvi
Martin Andreasen siglir við
einum stórum kanadiskum/
donskum
rækjubáti
við
tofta manninum,
Williami
Han sen, sum skipara.
- Atlantic Enterprise er
ein lutfalsliga nýggjur bát-
ur, sum lastar eini 670 tons
av rækjum – ella eini 1000
tons av svartkalva.
Hann sigur, at skipið í ár
hevur havt loyvi at fiskað
7.000 tons av rækjum og
stívliga 2.000 tons av svart-
kalva – alt í kanadiskum
sjógvi.
Martin siglir vanliga sum
verksmiðjuleiðari,
men
hevur eisini eina naviga-
tións útbúgving, sum liggur
onkustaðni ímillum heima-
skipara og skipara – eftir
føroyskum mátistokki.
- Eg eri onkran túr við
sum stýrimaður, men mær
dámar betri á verksmiðjuni
enn á brúnni.
Hann letur annars væl at
gongdini við fiskiskapi í
kanadiskum sjógvi, og hann
letur eisini væl at inn tøku-
viðurskiftunum hjá mann-
ingini.
- Vit eru nakrir umborð,
sum eru fastløntir. Tú kanst
altíð hugsa tær meira, enn
tú fært, men vit hava góða
fortjenastu. Eg vænti, at
part urin hjá dekkara í ár
man
liggja
um
einar
400.000 krónur.
Túrarnir
hjá
Atlantic
Enter prise liggja vanliga
um einar 3-4 vikur hvør, og
menn eru vanliga umborð í
tveir túrar – og síðan í landi
í tveir. Tá teir eru á svart-
kalva veiði, kunnu túrarnir
Føroyingur búð í Ný Foundlandi í 20 ár:
- Eg vil heimaftur til Føroya
”
… Tað er væl bíligari at liva í Harbour
Grace, enn tað er í Føroyum, og
skatturin har er eisini væl lægri. Bensin
og olja kosta umleið ein helming av tí,
tey kosta í Føroyum…
Eingin keypir bil
Fíggjarkreppan í Íslandi ger, at íslendingar eru at kalla
givnir at keypa bilar. Hagstovan í Reykjavík sigur, at í
november vórðu 123 bilar skrásettir fyri fyrstu ferð, og so
lítið hevur hetta tal ikki verið, síðani hagstovan fekk
uppgávuna í 1995. Ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár
vórðu 12.231 nýggir bilar skrásettir, og tað er 42,3
prosent færri enn somu mánaðir í 2007. Hinvegin vísa
hagtølini, at íslendingar brúka gjaldskortið meiri nú enn
fyrr. Frá januar til oktober brúktu teir gjaldskortið 3,9
prosent meiri enn somu mánaðir í fjør.
Studentaskúli í Klaksvík fyri ítróttarfólk
Klaksvíkar - Norðoya - kommuna kann bjóða seg fram at byrja komandi skúlaár og søkja um loyvi frá
Mentamálaráðnum at hava 5 royndarár við studentaskúla fyri ítróttarfólk, skrivar Magna Thomassen, lærari í
grein í bløðunum. Klaksvík hevur bestu tilboð og umstøður til okkara ítróttarungdóm, ið ynskir at taka
studentsprógv og samstundis mennast ítróttarliga. Um Klaksvík bjóðar seg fram at taka inn 4 flokkar á
studentaskúla, so kann tað lættliga lata seg gera, um gjørt verður sum í øðrum londum, har teir yngstu
flokkarnir eru í smáum eindum fyri seg sjálvar. Sambært Magnu Thomasen kann Klaksvíkar - Norðoya -
kommuna bjóða seg fram at byrja komandi skúlaár og søkja um loyvi frá Mentamálaráðnum at hava 5
royndarár við studentaskúla fyri ítróttarfólk.- Uttan iva er ein slíkur studentaskúli eitt stórt ynski hjá okkara
ungdómi, og ongastaðni liggur hann betur enn mitt í ítróttarbýnum Klaksvík, sigur hon.