Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið 12 Góðgæti frá gentunum í Stákan í køkinum er nakað av tí besta við jólunum. Hetta halda tey í øllum førum í Húsarhalds­ skúlanum í Klaksvík, har tey fyri­ reika høgtíðina við at gera mat og baka, pynta og seyma. Og so ikki at forgloyma øll tey herligu sløgini av góðgæti, sum verða gandað undan hondunum á næmingunum, so goymslurnar nú eru á tremur við dósum og krukkum við alskyns freistandi slikkaríi. Áhugin fyri Húsarhaldsskúla­ num er støðugt vaksandi og seinastu árini hevur bíðilistin verið so langur, at bert ein lítil partur av umsøkjarunum sleppa inn. Jóhanna á Tjaldrarfløtti, skúla­ leiðari, greiðir frá, at í fjør fingu tey nærum hundrað umsóknir, men pláss var bara fyri 21. – Tí bólka vit umsóknirnar geografiskt og kasta lut, so næm­ ingar úr øllum landinum sleppa við á hvørt lið, sigur Jóhanna á Tjaldrarfløtti, sum saman við Elisabeth Akursmørk er bóka­ aktuell við bakibókini Søtt og Leskiligt. Vit heittu á Húsarhaldsskúlan um at geva lesarum okkara nøkur hugskot til jólagóðgæti og undir kønari vegleiðing frá teimum báðum, Jóhonnu á Tjaldrarfløtti