Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 13 gerast nakað longri. Tvær manningar hoyra til skipið; tá teir eru á rækju- veiði, er talið 28, og tá teir eru á svartkalvaveiði, er talið 30. - Rækjurnar verða kókaðar ella ráfrystar – alt eftir støddarskiljing og markn aði, og svartkalvin verð ur skráskorin og pakk- aður í 12 kilo stórar eskjur. Hann sigur, at tá rækju- fiskiskapurin er góður, og alt gongur væl, kunnu teir fáa millum 50-70 tons av rækj um í lastina um sam- døgnið – og besta sam- døgnið, hann veit um, er 82 tons. Rækjurnar verða skildar í tilsamans sjey støddir. Eitt, sum Martin nevnir og sum tykist áhugavert, er, at teir eisini taka, reinsa, frysta og pakka smáu svart- kalvahøvdini, sum verða seld til Kina fyri einar 16 krónur fyri kilo. Í Kina verða høvdini brúkt til suppu. - Eg fór umborð á Atlantic Enterprise, tá hann var nýggjur fyri sjey árum síðan, og øll hesi árini hava vit eisini gagnnýtt svart- kalvahøvdini, sigur hann. Beiggin doyði - Sum eg nevndi í áðni, havi eg verið heima í Føroyum umleið triðja hvørt ár, og so havi eg eisini verið heima, tá okkurt hevur verið í familjuni. Eg var soleiðis í Føroyum, tá pápi mín, Børge Andreasen, doyði í 1996 – og eisini nú beiggi mín, John Andreasen, doyði. Martin sigur, at orsøkin til, at hann nú er heima í Føroyum aftur, er, at hann hjálpir familjuni við ymisk- um praktiskum viður- skiftum, sum skulu gerast. - Tað gekk so skjótt við beiggja mínum, sum doyði av krabbameini – bert nakr- ir fáir dagar frá tí, at hann føldi seg illa til passar, til hann var deyður. Hetta var svárt, leggur føroyski fiski- maðurin í Harbour Grace aftrat. Hann sigur, at sjúkan hjá beiggjanum byrjaði við, at hann kendi kvalmu á sær og helt seg hava influensu. - Eg var júst komin aftur av skipi. Vit tosaðu í telefon, og eg bað hann fara til lækna, so hann fekk okkurt fyri sjúkuna. Tað fór hann, men boðini, hann fekk, var, at hann hevði krabbamein. Nakrar fáar dagar seinni var hann deyður, bert 58 ára gamalur. Læknarnir søgdu, at John hevði krabbamein í livrini, og at hetta var farið út í blóðið. - Mamma mín Ragnhild, sum er ættað úr Funnings- firði, livir og býr á Tjarna- garði, sigur Martin. Leingist heimaftur Martin sigur, at tað er væl bíligari at liva yvir í Harbour Grace, enn tað er í Føroyum, og skatturin har yviri er eisini væl lægri. - Bensin og olja kosta um leið ein helming av tí, tey kosta í Føroyum. Prísurin á bensini liggur um 4,70 krónur fyri liturin, og er á veg longur niður. Tá prísurin á bensini var hægstur, lá hann kortini um 7 krónur fyri liturin. Oljan í Ný Foundlandi kostar um leið tað sama sum bensin. Vit spurdu eisini Martin, um hann hevur ætlanir um at vera búgvandi í Harbour Grace, men her er hann rætti liga avgjørdur. - Nei, eg vil ógvuliga gjar- na heimaftur til Føroya at búgva. Eg haldi, at tær leingist meira, so hvørt ár ini ganga. Her yviri er ikki nógv, arbeiðsloysið er stórt, men hevur tú góðan kjans við skipi – á eitt nú rækju veiði ella krabbaveiði, sum er vertíðarveiða, er gott at búgva í Ný Found- landi. Í krabbavertíðini hevur hann verið onkran túr á krabba veiði, tá hann hevur havt frítúrar við Atlantic Enter prise. - Eg var soleiðis onkran krabbatúr í summar, og hetta dámdi mær stak væl. - Eg haldi, tær leingist meira, nú internetið virkar so væl, og tú kanst fylgja væl við í tí mesta, sum fyriferst her heima á klettunum. Spurdur, um hann kann vænta sær, at konan tímir heim til Føroya at búgva, sigur hann, at tað roknar hann við. - Í løtuni er tað soleiðis, at foreldur hennara ikki eru so frísk, og mamman livir ikki væl, men eg trúgvi, at tá tey ikki eru meira, vil hon flyta heim til Føroyar at búgva. Martin sigur, at tað tekur umleið ein tíma at koyra úr Harbour Grace til høvuðsstaðin í Ný Foundlandi, St. Johns, har eini 250.000 fólk búgva. - Har eru vit ofta, tá eg eri heima, leggur hann aftrat. Hann heldur, at samlaða fólkatalið í Ný Foundlandi man liggja um eini 600.000. Tað er kostnaðarmikið at ferðast úr Ný Foundlandi til Føroyar, og tá Martin kom heim hesaferð, ferðaðist hann í tilsamans 24 tímar, tí hann noyddist at bíða so leingi á summum plássum. - Eg kom heim til Føroya 17. november og fari avstað aftur 13. desember. Ein ferðaseðil heim til Føroya og yvir aftur til Ný Foundlands kann liggja ímillum 10.000 og einar 20.000 krónur – alt eftir, hvussu tú ferðast, og hvørjum tú ferðast við. Fáa føroyskan mat Martin veit at siga, at føroysku rækjuskipini, sum nú aftur sleppa inn í kana- disk ar havnir, vanliga leggja veiðina upp og taka út gerð í býnum Bay Roberts, sum liggur einar 10 minuttir í bili úr Harbour Grace. - Vit síggja javnan rækjuskipini Arctic Viking, Fríðborg og Havborg. Tað er felagið More Fish, sum umboðar skipini í Ný Found- landi, og hetta er sama felag, sum hevur umboðað skipini í mong ár. Í Bay Ro berts er frystihús, sum tekur ímóti rækjunum, og tá skipini landa, hava landarar í býnum arbeiði, sum teir eru fegnir um. Hann sigur, at føroysku skipini, sum hava verið úti- stongd í kanadisku havn- unum í longri tíð, hava týd n- ing fyri økið, nú tey aftur kunnu leggja veiðina upp og keypa útgerð. - Men tað er stórur munur á nú, og tá nógv skip, eitt nú føroysku saltfiska línu- skipini, komu higar í síni tíð. Tá høvdu ikki bara landar arnir arbeiði, men eisini tey, sum stóðu við barr diskarnar sigur Martin Andreasen brosandi. a at búgva ” … Tað er stuttur teinur ímillum okkum tríggjar føroyingarnar, sum búgva her yviri í Ný Foundlandi, og vit síggjast javnan, tá vit eru heima í senn… - Eg vil ógvuliga gjarna heimaftur til Føroya at búgva. Eg haldi, at tær leingist meira, so hvørt sum árini ganga. Her yviri er ikki nógv, arbeiðsloysið er stórt, men hevur tú góðan kjans við skipi – á eitt nú rækjuveiði ella krabbaveiði, sum er vertíðarveiða, er gott at búgva í Ný Foundlandi, sigur Martin Andreasen Mynd: Jens Kr. Vang Klaksvíkin skipar seg Tað er uppgávan hjá fyrst valda býráðsliminum at kalla saman til tann fyrsta býráðsfundin, har nývalda býráðið skipar seg, og Gunvá við Keldu hevur boðað til fundar týskvøldið. Á fundinum, sum verður í býráðshøllini týskvøldið 9. desember kl. 17:30, fer býráðið at velja borgarstjóra og varaborgarstjórar fyri komandi býráðsvalskeiðið. Sambært kommunustýrisskipan býráðsins skulu veljast ein 1. varaborgarstjóri og ein 2. varaborgarstjóri. Tá ið borgarstjórin er valdur, tekur hann yvir leiðsluna av fundinum og skipar síðan fyri vali av teimum føstu nevndunum. Nevndirnar, sum býráðið fer at manna týskvøldið, eru Fíggjarnevndin, Tekniska Nevnd, Byggi- og Býarskipanarnevndin, Havnanevndin, Heilsu- & Umhvørvisnevndin, Mentanarnevndin og Sosiala Nevnd. Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2009 og situr ti 31. desember 2012.