Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið 13 Marsipan við kirsuberjum Tilfar: 250 g av marsipani florsukur ½ glas av kirsuberjum í romm ella blommu í madera Omaná: 150 g av myrkari sjokulátu violir Arbeiðsháttur: Elt marsipani við eitt sindur av florsukri og 2 súpisk av sevjuni. Rulla marsipani út ímillum plast uml. ½ cm tjúkt og ger rundingar við einum glasi (uml.5-6 cm í tvørmáti). Legg eitt ber ella ½ blommu á aðra hálvuna og koyr hina hálvuna omanyvir, trýst kantarnar væl saman. Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og smyr konfektini við sjokulátuni og prýð við violum. Jólarulla Tilfar: 300 g av turkaðaðum fikum 50 g av rosinum 50 g av pistasiunøtum 50 g av skornum mandlum 25 g av seseamfrø 100 g av rivnari ljósari sjokulátu 2 súpisk av florsukri 3 súpisk av mandlulikøri (Amaretto) Omaná: 100 g av myrkari sjokulátu Arbeiðsháttur: Koyr figurnar,rosinurnar og pistasiunøturnar í hvirluna og karva sundur. Koyr restina av tilfarinum í og elt væl saman Evna eitt breyð. Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og smyr rulluna við sjokulátuni. Marsipanrulla Tilfar: 250 g av marsipani 100 g av pistasiumarsipani 100 g av nugga Omaná: 50 g av myrkari sjokulátu Arbeiðsháttur: Rulla marsipanið út til 35 x 20 cm hav plast undir og omanyvir. Smyr pistasiumarsipanið omaná. Rív nuggað omanyvir. Rulla saman eftir tí longu siðuni. Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og smyr marsipanrulluna við sjokulátuni. Meira á næstu síðu Klaksvík og Joan Midjord Djordjevic, hava næmingarnir valt at vísa okkum fimm sløg av góðgæti, harav tvey eru úr nýggju bókini Søtt og Leskiligt. Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Sunva Ey. Lassen